keðiligt at tapa 6-2, eftir at hava javnað til 1-1 og hildið teimum til meir enn ein tími er spældur, sigur Jens Kristian Hansen, sum skorar málið í returdystinum í Gijón árið eftir. Tá tapa Føroyar 3-1 [...] londum sum Rumenia, Belgia og Wales, men sponsku heimsstjørnurnar eru eitt stig longur upp. ##med6## Millum spælararnir eru stjørnur hjá FC Barcelona sum Josep Guardiola og Luis Enrique, sum báðir seinni [...] liðskipari hjá Spania og Real Madrid, við í dystinum móti Føroyum. Venja í Gundadali Spanska landsliðið venur undan dystinum á niðaravølli í Gundadali. Sponsku spælararnir eru vinarligir og hava yvirskot. Teir
Talan er um NSÍ og KÍ, sum eru tvey tey fremstu í landskappingini eftir fjúrtan umfør. NSÍ er í Norðurírlandi, har Ballaymena United er mótstøðuliðið. Fyrsta bríksl verður klokkan 19.45, og dómarabólkurin [...] í europeiskum dystum á útivølli. Liðið hevur verið tólv ferðir á útivølli, og tað er ongantíð eydnast at vinna stig. Føroysk lið hava ongantíð megnað samantalt at vinna ímóti liði úr Norðurírlandi. Tí [...] beinanvegin eftir steðgin, skoraði øll trý málini hjá KÍ. Á útivølli gekk minni væl, tí KÍ tapti 4-0 í Ísrael. Í fjør vann KÍ í Europa League 2-1 á heimavølli ímóti Birkirkara. Úrslitið á Malta var 1-1, og harvið
útav hesum. Menninir fóru dagin eftir frá Scrabster kl. 9 við toki. Teir komu til Inverness og fingu døgverða og so aftur í tok til London. Teir komu til London kl. 10.00 og fóru inn á eitt hotel. Tann 4 [...] tímar og hvørki fingið mat ella drekka, so fyrsti dagur umborð var einki serliga hugnaligur. Horur sýndar fram 15. oktober vóru vit umborð á “Willem Barendsz” og lossaðu mjølsekkir og mjøltunnur og stúvaðu [...] “Willem Barendsz” og lossaðu mjøl og aðra útgerð. Tá vit komu heim aftur á hotellið og høvdu etið nátturða, settu vit okkum inn í stovuna at spæla kort. Meðan vit sótu har, kom Richard Nybo og fortaldi, at
tað fyrr, og tað enska orðið liggur fremri í minninum, nevniliga tí at tey hoyra tað oftari. Høvuðsorsøkin til, at tey taka til ensk orð fram um føroysk, er, at tað er móti at brúka ensk orð, og tað er ókul [...] Ávirkanin av enskum á føroyskt talumál er stór, og hon er serliga stór í málinum hjá børnum og ungum, sambært kanning, sum Lena Jacobsen, Rebekka á Neystabø Jacobsen og Karina I. Sivertsen hava gjørt í [...] spurnablað. - Tá ið vit lurtaðu eftir teimum ungu, løgdu vit til merkis, at tað var mest í fríspæli, at tey tóku ensk orð upp í málið, tað vil siga, tá ið tey høvdu fríkorter og annars í vanligum práti millum
hetta og vildi ikki fara úr skrivstovunum við góðum vilja. Tessvegna fóru fleiri hermenn við byrsum og bajonettum inn, har leiðsla og starvsfólk hildu til, og beindu tey út í rúgvu: stjórin og hansara [...] fulltrúi og skrivstovustjóri – og loksins ráðgevari – á Føroya Gjaldstovu við beinleiðis referencu, tilvísing, til løgmann og aðrar landsstýrislimir. Eg fekk so við og við innblástur og vitan um [...] styrede i land…” Í Havn og aðrastaðni – serliga vesturi í Vágum – øktist talið av hermonnum, so hvørt sum íbúðir – nissen huts – og annað neyðugt varð bygt og smíðað. Sum frá leið komu og fóru túsundtals herfólk
flentu eftir, og tí setti hon í seg, at hon skuldi læra føroyskt, og tað er besta íløga hon hevur gjørt fyri at trívast í Føroyum. Á vegnum hevur Sabina eisini lært seg enskt. Og júst at duga føroyskt er lykilin [...] pedagogur og ferðaleiðari, og so bloggar hon um Føroyar fyri pólskum lesarum. Sabina dugdi bara pólskt og týskt tá hon flutti til Føroya. Hon gjørdist ørg um, at hon ikki skilti hvat fólk søgdu og hvat fólk [...] tilflytarar mugu og skulu læra seg føroyskt. Sabina er so bersøgin, at hon enntá heldur, at um tilflytarar ikki gera nakað við at læra seg føroyskt eiga tey ikki at fáa uppihaldsloyvið longt, og Sabina sigur
dømt fleiri landsdystir og dystir í bæði Champions League og Europa League. Merkisvert er tað, at hann beinanvegin, eftir at hann í 2007 varð altjóða dómari, var dómari, tá ið føroysk lið royndu seg. Í 2007 [...] í Stokholm, tá ið Svøríki og Føroyar klokkan 19.45 í kvøld fara at spæla síðsta dystin í hesi EM undankappingini. Slovenski dómarin hevur verið altjóða dómarin síðani 2007, og hann hevur nógvar royndir [...] Fyrsti dysturin var 19. juli 2007, tá ið B36 í UEFA Cup og á Tórsvølli hevði vitjan av Ekranas úr Litava. Gestirnir vunnu 3-1, og Matej Jug var í Føroyum og dømdi. Hetta var bara aðru ferð yvirhøvur, at hann
1976, og Barbara eigur tvær døtur. Barbara og døturnar búgva hjá Marianne og Árna. Marianne hevur gingið á kvøldskúla hjá Jónu Rasmussen, prent og hjá Oggi Lamhauge, máling. Eg tosaði við Oggi og hann segði [...] altíð gott tilfar og ein vani hjá henni var at hyggja í handlum eftir tilfari til tekning og prent, eins og menn ganga í amboðshandlum. Hon hevur eisini undirvíst í kvøldskúlanum í veving og, siga nógv, at [...] - 18 og leygardag kl. 16 -18. Marianne, fødd 1945 í København, gekk á vevskúla í Danmark saman við Marjun Sigurðardóttir (sala). Marianne kom sum ung til Føroyar, saman við Marjun Sigurðardóttir og møtti
brillurnar frá sær og bað øll reisa seg og drekka eina skál fyri skynsemi og varsemi og trúsemi og tolsemi í øllum almennum viðurskiftum. Við harðari rødd segði hann háfloygt: ”Vanligt vit og skil leingi livi: [...] føroyskur málgranskari og norðurlendskur filologur, skrivaði Sagnir og Ævintýr og gav út hetta stóra bókaverkið 1898-1901. Tá ið nøkur mentafólk – føroyingar og danir – í 17. og 18. øld løgdu árar út, [...] fólki. Nicolaj Mohr og 4 ár yngri vinmaður og granni og lestrarfelagi Jens Chr. Svabo (1746-1824) settu djúp spor í mentanarheimin úti og heima. Tað eru teirra rúgvismiklu orðasøvn og vísindaligu avrik prógv
Viaplay. Øll dyrgja tey eftir børnum og ungum, og í dag tosa fýra ára gomul brent enskt. “How are you?” spyrja tey. Men enn duga vit ikki at svara, tí Føroyar, og føroyskt, eru eftirbátur við lít [...] hesum tíðum, har ein nýggj og ókend farsótt ger okkum ótrygg, at vit vilja tryggja, at hópurin av filmsfólkum og ungum talentum, sleppa at arbeiða við tí, tey brenna fyri og tað er at skapa nýggjar [...] at vit halda fast um góðu kósina og at vit at skapa eina veruliga filmsvinnu í Føroyum, ið mennir okkara egna serstaka filmsmál. Tað siga tey í felagnum Føroysk Filmsfólk, í eini áheitan á Løgtingið