heppin, tá talan hevur verið um oljuleiting á føroyska landgrunninum. Spurningurin er so, hvussu fer at hylnast hjá BP í summar, nú tað er ein sannroynd, at tað í fleiri mánaðir hevur leikað í rundan um [...] liggur skamt frá føroyska markinum. Veðrið hevur verið ringt í longri tíð, og tí er bert tann eini av teimum trimum brunnunum boraður higartil. Ætlanin hevur verið, at BP skuldi fáa pallin at bora Wil [...] keldum í oljubýnum Aberdeen, sum hýsir mongum av borifólkunum umborð á Transocean Rather, at tað hevur tikið nógv longri tíð at bora á Rosebankfeltinum enn upprunaliga ætlað. Tilsamans skulu tríggir a
Felagslið fyri alla oynna VB/Sumba hevur bara skotið seks mál í ár og hevur latið 23 ígjøgnum. Teir eru liðið, sum hevur skorað fæst mál, men og latið flest ígjøgnum, og hetta hevur fingið fólk at tosa. – Fólk [...] teir á AB, og eina viku seinni spældu teir javnt ímóti GÍ. Síðani hevur liðið tapt tveir dystir á rað og er yvirhálað av Skála, men hevur tó framvegis GÍ, AB og VB/Sumba aftan fyri seg. Eitt sindur óvæntað [...] segði fegni málskjúttin, Jón Krosslá Poulsen, sum eisini staðfesti týdningin av at fáa stig. Síðani hevur VB/Sumba ikki fingið eitt einasta stig aftrat, og tað harmar Jón Krosslá Poulsen. – Tað er øgiliga
alt tað, sum Gud hevur givið okkum. Og so at vísa á, at vit trúgvandi eisini hava nógv at geva teimum, sum lítið og einki eiga, sigur Romain Zannou í samrøðu við Sosialin. Hann hevur verið í Føroyum fleiri [...] fleiri ferðir áður, og hevur eisini tosað við løgmann og onnur fólk landsins leiðslu. Hann hevur her tosað heitt fyri, at fáa føroyingar at vera við til at stuðla menningararbeiði í hansara landi. Elska [...] inum, at hon er áhugað í teimum og vil hjálpa teimum, har tað er neyðugt. Og tað hevur eisini víst seg, at hetta hevur givið úrslit. Stjala og lúgva ikki Við at búgva soleiðis millum bygdarfólkið so fær
samskipari. Hon hevur í hesið vikuni verið í Føroyum og tosað við m.o. Fróða Vestergaard um tiltakið. Hon hevur sæð videobondini av Prix Føroyum 2001 og 2003, og tosað við onkran luttakara, og hevur fingið sera [...] Norðurlandahúsið hevur gjørt við Prix Føroyum, eru kendar í norðurlendskum høpi. Ein arbeiðsbólkur varð tí settur at skipa fyri tiltakinum, og Ulrika Lind, sum hóast sín unga aldur hevur nógvar royndir í [...] Álandi. Samstarv er møguligt Ulrika sigur, at ætlanin er at fara undir tiltakið í apríl-mei. Hon hevur tí skund við at fyrireika. Ein av fyrstu avgerunum, ið tey skulu taka er viðvíkjandi vinningum. Her
flyta upp! Kurt Mørkøre hevur serligan status í Klaksvík. Tað hevur hann, tí hann alla sína fótbóltstíð hevur verið framúr sum málskjútti, og tað hevur hann, tí hann altíð hevur víst framúr hugburð á vøllinum [...] Noregi at vera bjargingarmaður. Við málskjótingini hevur tað verið so sum so, men eingin í Klaksvík ivast í, at Mørkøre maðurin sum íblásari á vøllinum hevur verið hent amboð hjá Oddbirni Joensen. Hóskvøldið [...] mundu fótbóltshugaðu klaksvíkingarnir tevja blóð. Í hvussu so er var áskoðarafjøldin størri, enn hon hevur verið í nógvum av hinum heimadystunum higartil í ár. Og heimaáskoðararnir fingu tað, sum teir fyrst
eru tað nú tað vanliga fólkið, ið hevur tikið við hesum ítrivinum, sum tað er at arbeiða í egnum urtagarði. - Ja, tað er líkasum at hesin áhugin fyri urtagørðunum hevur smittað frá einum húsi til tað næsta [...] innanfyri 10 tey næstu árini. Seyðurin át Tað er einki at taka seg aftur í, at tað hevur verið ein miðvís ætlan sum hevur sermerkt arbeiðið við at fríðka miðbýin í Fuglafirði. Eitt avgerandi stig á hesi [...] skínandi virki Eitt er so hvat kommunan og tað einstaka heimið ger. Men kommunan hevur eisini kunnað fegnast um, at vinnulívið hevur gingið í somu fótasporum sum onnur í býnum. Signar biður okkum fara oman á
leingi hevur ligi_ at láni at loysa. - Tí_in er komin til at loysa flogvallarmáli_, sum hastar fyri føroyingar. Edmund harmast um, at Mæersk, sum hevur havt flúgving hendanvegin í mong ár, hevur tiki_ seg [...] uttanríkispolitikki er vi_føddur. Edmund sigur, at gjøgnum árini sum politikari hevur hann gjørt sær nógvar royndir, og hann hevur nógv gó_ sambond í Danmark, sum hann metir kunnu ver_a honum til hjálpar, um [...] eisini, at vinnupolitisku málini ver_a drigi_ upp í valstrí_i_. - Sum heild hevur vinnan ta_ ikki so gott í løtuni, sum hon hevur havt ta_ seinastu árinini, og líkt er ikki til, at afturgongdin er ste_ga_
hini farin at syngja í sama kóri. Sjálvur heldur hann, at tað, hann hevur sæð, eru ikki júst tekin um, at dálkingin í Vági onki hevur upp á seg. - Tvørturímóti sær tað út til at fjørðurin er illa dálkaður [...] er rættiliga illa dálkað. Hann spyr eisini, hvør hevur førleika at meta um, hvussu umfatandi dálkingin er. Hann spyr um nakað skikkaður stovnur hevur verið í Vági og kannað eftir, hvussu stórur dálki [...] flytir seg runt í Føroyum. Alt hetta hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki yvirlit yvir. -Tað er ikki nóg gott at siga, at í Vági eru einar 30 æður deyðar, men tað hevur onki upp á seg. Tað veldst um so
Dina hevur arvað eyguni á mammuni, skammaraeygu. Um onkur hyggur í eyguni á henni, skammast tey um alt tað ljóta, tey hava gjørt. Av tí sama hevur Dina ongar vinir. Eftir at Lene Kaaberbøl hevur lisið [...] Hetta heldur Lene vera spell, tí lukturin hevur øðiliga nógv at siga, fyri hvussu stemningurin er. - Um tú til dømis kemur niður í ein myrkan kjallara, hevur tað nógv at siga fyri stemningin, um har angar [...] erlig genta, og tí gerast tær vinir. Tær gerast ikki vinir sjálvt um Dina hevur skammaraeygu. Tær gerast vinir tí at Dina hevur skammaraeygu og við teimum kann taka skommina frá Rósu. Um eg hevði givið
ger størstu íløgurnar í leiting á bretska og føroyska landgrunninum. Felagið hevur borað fleiri brunnar á bretskum øki og hevur gjørt sera kostnaðarmiklar seismiskar kanningar bæði í føroyskum og bretskum [...] sokallaða Rosebank fundinum. Men Chevron hevur eisini stóran áhuga í føroyska landgrunninum og verður hetta eisini staðfest í tí nýggja sáttmálanum, sum felagið hevur gjørt við Stena, har Føroyaøkið er ein [...] við eini líknandi ætlan, er tann, at felagið longu hevur gjørt eitt fund á bretska landgrunninum. Chevron telist millum heimsins størstu oljufeløg og hevur 53.000 fólk í arbeiði í 180 londum. Felagið fekk