Myndugleikarnir undirmeta oljudálkingina á Vágsfirði.
Tað heldur Janus Hansen í Fuglafrøðifelagnum, sum eisini er lívfrøðingur.
Fuglafrøðifelagið stúrir fyri fuglalívinum á Vágsfirði eftir oljudálkingina hjá SEV fyri skjótt trimum mánaðum síðani.
Føroya Fuglfrøðifelag hevur nú spurt Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, hvat er gjørt fyri at kanna avleiðingarnar av, at olja rann úr einum tanga hjá SEV fyrst í desember.
Og felagið vil eisini hava at vita, hvat ætlanin er at gera.
Tekin um umfatandi dálking
Síðani oljan lak úr tanganum, hava allir partar tvíhildið um, at talan er ikki um eina dálkingarvanlukku, sum so.
Men tað er ikki vist, at formaðurin í Fuglafrøðifelagnum er samdur í hesum.
- At so nógvar kreftir nú eru settar inn upp á at taka olju upp, er væl ein staðfesting av, at tey hava ásannað, at talan er um dálking.
Men maðurin í Fuglafrøðifelagnum ivast í, um tey yvirhøvur hava spurt seg sjálvi, hví tey taka olju upp yvirhøvur.
- Skal hon takast upp, bara tí tað sær ófantaligt út, ella skal hon takast upp, tí hon ger skaða?
Hann heldur, at vit eiga at gera okkum greitt, at orsøkin til at taka oljuna upp at fyri at forða fyri, at nattúran fer skaða.
Men tað sær ikki út til, at tey, sum hava ábyrgdina av at rudda í Vági, hava gjørt sær hetta greitt. Tað verður í hvussu so er ikki nevnt, at endamálið við upptakinum er at bjarga djóra- og plantulívi undan skaða.
Harafturat skerst tað ikki burtur, at sjónligasti parturin í nattúruni er nettupp fuglalívið.
Hann heldur, at størsti trupulleikin er, at vit eru ikki fyrreikað at bjarga fugli undan oljudálking.
- At fuglurin dálkar fjaðrarnar, er ikki einasti vandin, tí fuglurin roynir at reinsað fjaðrarnar við nevinum, men tá fær hann olju í seg og verður eitraður.
Skal fuglurin bargast, skal hann tí eisini reinsast innvortis, og tað verður gjørt við at fóðra hann við aktivum koli o.s.fr.
Hava neyvan førleikan
Men eisini Janus Hansen í Fuglafrøðifelagnum heldur, at tað tykist sum um at allir partar hava hug at undirmeta tað, sum er farið fram í Vági.
- Tað undarligasta av øllum er, at SEV slapp, sum tey fyrstu, at staðfesta, at hetta hevði onki upp á seg. Og so eru øll hini farin at syngja í sama kóri.
Sjálvur heldur hann, at tað, hann hevur sæð, eru ikki júst tekin um, at dálkingin í Vági onki hevur upp á seg.
- Tvørturímóti sær tað út til at fjørðurin er illa dálkaður. Tað er væl eisini orsøkin til, at nógv fólk nú er sett at taka upp nú. Tað er í hvussu so er tekin um, at nógv er at tak upp!!!
- Men av tí, at so long tíð er gingin, kann geva ábendingar um, at djóra-og plantulív, er rættiliga illa dálkað.
Hann spyr eisini, hvør hevur førleika at meta um, hvussu umfatandi dálkingin er.
Hann spyr um nakað skikkaður stovnur hevur verið í Vági og kannað eftir, hvussu stórur dálkingarvandin er.
Lívfrøðingurin í Fuglafrøðifelagnum ivast stórliga í, um Heilsufrøðiliga Starvsstovan er skikkað at meta um, hvussu ein fuglastovnur hevur.
- Tað er ein meting, sum fleiri partar mugu vera saman um at gera, tí tá skal eisini metast um, hvussu gongdin í einum stovni er. Tað má eisini metast um, hvussu stovnurin flytir seg runt í Føroyum. Alt hetta hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki yvirlit yvir.
-Tað er ikki nóg gott at siga, at í Vági eru einar 30 æður deyðar, men tað hevur onki upp á seg. Tað veldst um so nógv annað. Eitt nú veldst um, hvussu gongdin í stovninum er, hvussu hann ferðast o.s.fr..
Tí heldur Janus Hansen, at Heilufrøðiliga Starvstovan hevur ikki førleika at meta um, antin oljudálkingin í Vági er til vanda fyri djóra ella plantur.
- Er stovnurin í minking, eiga vit so at góðtaka, at oljudálking beinir fyri enn fleiri fuglum. Eiga vit ikki heldur at seta okkum sum mál at byggja stovnin uppaftur. Høvdu vit havt hetta sum mál, høvdu vit ikki góðtikið, at 30 æður drukna í olju í Vági.
- Men tann stóri trupulleikin er, at vit hava onki mál og úrslitið er hareftir, sigur Janus Hansen í Føroya Fuglafrøðifelag.
Tað er ongin loyna, at tað er javnan og savnan, at olja lekur á sjógv og í náttúruna annars.
Men Janus Hansen fýlist á, at tað fær ongar sum helst avleiðingar.
- Kanska fellur onkur smávegis bót av ov á, men tað er so lítið, at tað eggjar so avgjørt ikki nøkrum at ansa eftir, heldur Janus Hansen.