ára gamal varð hann valdur á listanum hjá Javnaðarflokkinum í Havn á løgtingsvalinum í 1958. Jákup er úr Havn, sonur Edvard Lindenskov (í Rættará) og Biritu, sum var í Leynum, hóast bæði foreldur hennara [...] Jákup gavst sum virkin politikari í 1994, tá hann ikki stillaði uppaftur til løgtingsvalið. Í politikki er Jákup kendur fyri sítt varsemi – ikki minst, tá tað snúði seg um ríkismálini. Honum dámdi lítið, tá [...] sum í januar í 1959 fór niður at samráðast við H.C. Hansen, forsætisráðharra um almannalógirnar, sum komu í gildi sama árið – tær lógir, sum vit í dag síggja sum eina sjálvfylgju, fólkapenjónin
tykkara lív. Pabba er føddur tann 23. apríl 1938 á vestara kamarinum uppi á loftinum í húsinum hjá Jákup Midjord á Øgrum, og fyrr í vár kundi pabba eisini runda tey 85 árini. Pabba er sonur Miu og Karl [...] pabba sítt sjálvbjargnislyndi og hugsjónarliga viðføri, og hetta er sjónliggjørt og styrkt enn meira undir tíni lestrartíð á flatlondum. Tað er nokk her, at hugsjónin um einar sjálvbjargnar Føroyar komu inn [...] Løgtingi. Mamma okkara, Marna Signy Olsen, fødd Holm, er fødd 1. des. 1940. Foreldur hennara vóru Alfred Holm, skipari, og Elsa Holm, ættað av Eiði. Mamma er næstelst av 7 systkjum. Alfred var skipari alt sítt
Tórshavnar Skipasmiðju. Jógvan Dahl, sum er kendur frá Faroe Boys, er ommusonur hennara. Maja er vaksin upp saman við ommu síni, og tí ber tað til, at hon er saman við systkinabørnunum úr Hoyvík inni [...] kendur útróðrarmaður, og er hann framvegis er á floti, tá tað liggur fyri. Men hann hevur so vissuliga eisini verið skipsmaður í sínum ungu døgum, eisini undir krígnum. Tí er hansara frásøgn eitt [...] saman. Tað sama er við Kaldbak. Tá arbeitt verður við slíkum frásøgum verður ofta komið fram á aðrar søgur. Tað er eisini galdandi her. Tí kann sigast, at henda røðin eisini er søgubrot hjá hesum
Eftir fólkatalinum er sjúkrahúsverkið í Føroyum eitt tað dýrasta í norðurlondum. Men at halda fram at hækka játtina er sum at tveita peningin út ígjøgnum vindeygað, sum støðan er nú Jákup Petersen, [...] krónur. Játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús er vaksin umleið 10 milliónir krónur og játtanin til Landssjúkrahúsið er vaksin knappar 60 milliónir krónur. Harafturat er uttanlandskontan vaksin so mikið nógv [...] umleið 100 milliónir krónur, uttan at nakað er fingið burturúr av týdningi. Vit liggja nú frammarlaga í játtan, javnmett við okkara grannar. Seinastu 10 árini er játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús vaksin
í 1846. Hon er um tríggjar brahmadellarnar Gamla Tóvó, Tóvó og Bettu. UMm norska korpurálin Nils Tvibur, læknan Napoleon Nolsøe og hansara tilstundandi frú Henriettu Løbner, og um onnur [...] Eirikur Lindenskov »Brahmadellarnir« er heitið á nýggjar skaldsøgu. Tað er ein av okkara fermstu rithøvundum, Jóanes Nielsen, ger nú aftur vart við seg. Hesaferð hevur hann skrivað eina drúgva [...] onnur hampafólk, sum livdu tey ároni, tá so nógv broyttist í Føroyum. Hetta er eisini ein søga um harðskap, svik og politikk í 1990'unum. Nakrir av tilburðunum fara fram í Sumba og á Tvøroyri, men
Jóannes Eidesgaard er kendur úr politikki, hóast hann fyri góðum tíggju árum síðani legði frá sær sum formaður Javnaðarfloksins og sum landsstýrismaður floksins. Hann er javnan at hoyra í [...] gevur rís og rós til allar síður. Ein sonn dygd. Jóannes Eidesgaard er ættaður av Tvøroyri. Sonur Erling og Jonu Eidesgaard. Hann er giftur við Annitu, og eiga tey børnini Erling og Ingun. Abbabørnini [...] oddamann í Reyða Krossi Føroya, har hann hevur verið formaður seinastu árini. Jóannes Eidesgaard er útbúgvin lærari á Føroya Læraraskúla í 1977, og starvaðist hann sum lærari við Tvøroyar skúla
skúlalærarar. Í landsins stjórn er soleiðis greiður meiriluti á manningarlistanum – úr landsins besta stættarbólki. Tað er tí helst bæði synd og skomm, at talið ikki er heili 100%. Men vit kunnu tó hinvegin [...] denn øvuta verð? Ferðalið landsins Fátækt er í heiminum enn. Hóast fáment, so mugu vit eisini vera við, har hjálp er fyri neyðini. Alt gott um tað. Onkur milliónin er jú avsett til hetta hermótið. Men hvussu [...] hinvegin gleðast um, at talan er um enn eitt nýtt føroyskt heimsmet, skuldi eg heilsa og siga (!). Og at hetta talið er bara yvirhálað í teimum londum, har harðrendar herfylkingar hava tikið ræðið við
sínøum endamáli, segði Jógvan á Lakjuni. Men Jógvan Ósá leggur ikki fingrarnar ímillum í sínum svari: – Mangan er skotið mær í skógvarnir í »Álvaratos«, at eg eri fólkafloksmaður. Og havi [...] – »Álavaratos« er eftir mínum tykki ein primitiv og tendensiøs sending, segði Jógvan á Lakjuni í blaðum mánadagin. Hann heldur, at Jákup Magnussen bara velur panelluttakarar, sum halda tað [...] var hettar skrivað av tær fyri at skora nakrar atkvøður. Kundi hent, tað bleiv umvent. Í hvussu so er fær tú ikki mína atkvøðu aftan á hettar esilssparkið, sigur Jógvan Ósá.
líkjast einamest ævintýrslottum. Gloymd er orkukreppa, nú trø og hús eru pyntað til jóla. Serliga eitt á Sunset Boulevard miðskeiðis í Beverly Hills er víðagitið, tí tað er so vakurt og ovurhondspyntað, at fólk [...] jólatræið á grasplenuni er eins stórt og tað á Tinghúsvøllinum. JÓLAFYRIREIKINGAR-NAR í ár eru merktar av fylgjunum av yvirgangsálopunum hin 11. september, og av, at landið er í kríggi. Handilsfólk óttast [...] og barnagarði, har okkara børn ganga, er helvtin av børnunum jødar. Jødarnir halda, sum vera man, ikki jól, og børnini hoyra einki um jólaboðskapin í skúlanum. Tað er, heilt einfalt, ikki loyvt at undirvísa
(týskvøld) samdir um, at Edmund Joensen er okkurt slag av »jólamanni«, sum »sýgur« pengar úr donskum kassum og dregur teir heim til Føroya at býta út. Hetta er eitt typiskt sjálvstýris- ella ful [...] Joensen vísir á, at »hetta gera tey í øðrum londum fyri at fasthalda ung í landinum. Endamálið er somuleiðis at fasthalda og skapa nýggj vinnulig arbeiðspláss. Soleiðis verður arbeitt [...] so nógv brúk fyri í Føroyum. Hetta eiga vit eisini at gera. Hetta ljóðar alt so skilagott. Men er tað nú orsøkin til, at vit velja tvey umboð í danska Fólkatingið? Átti tað ikki at verið eitt