kvøld verður filmurin frumframførdur - og sleppur almenningurin fyri fyrstu ferð at síggja filmin, sum tó hevði tvær framførslur sunnudagin. Filmurin hevur fingið sera góð ummæli, og verður roknað við, [...] at nógv fólk fara at síggja filmin úti í heimi eisini. Men í Føroyum hevur filmurin sett met í sølu av atgongumerkjum longu nú áðrenn filmurin er frumframførdur. Úr Havnar Bio søgdu teir í gjár, at tá vóru [...] framman undan, men tað hava teir valt ikki at gera hesaferð, tí tað hevði verið alt ov mikið arbeiði av tí. Tað er sjálvandi ringt at bera saman við aðrar biografar, sigur Jákup Eli. Men til sammetingar
treytað av, at landsmyndugleikarnir játta tað, sum tað hevur verið vanligt at játta til ítróttarligar íløgur ella 30 prosent av samlaða kostnaðinum. Um løgtingið samtykkir tekur undir við tí, sum í fígg [...] fíggjarlógaruppskotinum er sett av til Tórsvøll, so er samlaða upphæddin 7,95 milliónir krónur ella 30 prosent av samlaða kostnaðinum av fyrsta byggistiginum, sum kostnaðarætlanin sigur fer at kosta 26,5 milliónir [...] áhugaðir at vera við, og at ein stórur partur av fíggjarliga grundarlagnum ætlaðist at verða fingin til vega við tiltøkum, sum skuldu vera á økinum og við útleigan av hølum, m.a. til fríu vinnuna. Tá varð eisini
Tað gjørdist sum vænta eingin trupulleiki hjá FC Keypmannahavn at sleppa víðari í Europa-Cup kappingini fyri steypavinnarar. Hóskvøldið spældi FCK í Jerevan, og teir vunnu 2-0. Málini komu bæði móti endanum [...] endanum av dystinum, og gjørdu at FCk samanlagt vann 5-0. Tá 3-0 sigurin var fingin til høldar í Parkini fyri tveimum vikum síðani var Todi Jónsson millum málskjúttarnar og mest sentralu spælararnar, men
bara av tí góða. Trygdarútgerð Ein teirra, sum sýnir fram á stevnuni, er handilsfyritøkan HOOK, sum selur arbeiðsklæðir og trygdarútgerð. Tað eru teir báði,Mikkjal N.J. Olsen og Aksel MC Intosch, sum reka [...] brúðarkjólar, snikkaraarbeiði og list fyri bert at nevna nøkur av tilboðunum, sum eru. Á lítlari samkomu, tá stevnan varð sett, segði Kristmund Kunoy, sum skipar fyri stevnuni, at hendan 11. stevna hansara, kanska [...] hann hevði samráðingar við nakrar ungar menn, sum eru sinnaðir at taka yvir. Kristmund Kunoy nýtti høvið til at takka teimum, sum við vóru og teimum, sum høvdu hjálpt til at fáa stevnuna upp at standa
Tað er so mangt sum broytist á mansins ævi, verður tikið til, men tað eru eisini viðurskifti, sum kanska ikki broytast so nógv, men sum vit virðismeta. Eitt nú at koma í handil, har yrkislærd veita tær [...] eitt arbeiði, sum hon fegin vildi gera til sítt lívsstarv. Tá hon hevði verið hjá Hans Joensen eitt skifti, hitti hon eigaran í klædnahandlinum ?Vogue³, sum bjóðaði henni arbeiði, og hon tók av. Seinni skifti [...] kravdi nógv av starvsfólkunum. - Hetta var helst fyrsti handilin, sum gjørdi nógv burturúr at veita viðskiftafólkunum góða tænastu, og ein ávís skipan var galdandi viðvíkjandi tænastuni, sum vit bjóðaðu
um eitt pláss í 1. deild. B68, sum endaði næstniðast í 1. deild í ár, hevur heimavøll í dag. Eiler Rasmussen av Skála skal halda skil á. Komandi leygardag verður NSÍ, sum vann 2 deild í ár, á heimavølli [...] hjá NSÍ verður í Sandavági í morgin. At dysturin er settur at vera í morgin og ikki í dag man komast av, at talan verður um eina nýggja støðu, um tað vísir seg, at besta liðið hjá FS Vágum flytir niður í [...] dag og í Gundadali komandi leygardag. Dysturin á Sandi verður í dag, og tað verður Arni Gunnarsson, sum skal døma. Dysturin í Gundadali varð longu spældur hóskvøldið, og B36 vann 6-0. Tað vil siga, at alt
ein rættan »Malmros-film«. Upprunaliga tulkingin av skaldsøguni er væl í tráð við forlongda temaði, sum altíð hevur størsta týdningin - júst tann pína, sum bundin er saman við kærleikan. Tað sást longu í [...] skotin í Barbu, eini »femme fatal«, sum við eksotisku útstrálingini dregur menn til sín. Tað er hennara syndafulla og óskylduga sjarma, sum fangar harra Pál - ið er fongdur av girnd. Hóast ávaringarnar og religiøsa [...] hóttan. Men eingin kann gera nakað við tær erotisku megina, ið strálar av Barbu. Ørur av sjalusi Tá harra Pál at enda sleppur av aftur Mykinesi, og kemur aftur til Miðvágs, er Barba farin til Havnar við
standa uttanfyri girðingina B36 hevur nógv fólk at taka av, og í dag verður hópurin so stórur, sum tað ber til hjá honum at vera. Men fýra av teimum, sum hava verið við til at spæla fyrsta meistaraheitið til [...] er um Arnbjørn Danielsen, sum er leikbannaður, tí hann varð vístur út ímóti HB, Julian Johnsson og Ronnie Samuelsen, sum fingu mein gul kort seinast, og so Tomislav Sivic, sum framvegis sónar straffina [...] uppgávuna ímóti B71 í tí álvara, sum tað sømir seg, bæði fyri B36 og eisini fyri at spurningurin um niðurflyting skal verða avgreiddur eftir so ítróttarligum treytum, sum hann eigur at vera. Fýra standa
høl-um til sjónleik, men av og á skulu stórar uppsetingar til, sum kunnu vísa okkurt eyka og lokka tað stóru føroysku áskoðarafjøldini til sjónleik.²Okkum tørvar ein Oliver Twist² av og á at vísa okkum á bæði [...] inn í ein heim í 18. øld í Føroyum ella um kenslan av at vera í einum London-umhvørvi í 19. øld heldur var tann rætta. Niels Malmros royndi fyrst av øllum alvi at vissa okkum um, at vit skuldu gera tað [...] Teatrinum, sum hava evnað leikritið til. Hanus Johansen er tó ikki tann einasti, ið gyklast á pallinum. Hinir leikararnir mugu í minsta lagi eisini vera gyklarar og akrobatar, soleiðis sum teir megna at
skal vera hvar og handa hvat slag av heiðursmerkjum, enn tað hevur verið fleiri av undanfarnu árunum. HB hevur longu vunnið silvurmerkini, og tað verður Jákup Simonsen, sum fer at handa teimum í HB heiðursmerkini [...] fyri tí. Mortan Poulsen fer norður til Gøtu við bronsu krónunum í skjáttuni, og ivaleyst sleppur hann av við tey. Ger hann ikki tað, so er tað tí, at bygdarmenninir hjá honum í Vági fara at vinna ímóti NSÍ