At áhugin fór at vera stórur fyri filminum um Barbu í Føroyum, hevur ongantíð verið nakar ivi um.
Í kvøld verður filmurin frumframførdur - og sleppur almenningurin fyri fyrstu ferð at síggja filmin, sum tó hevði tvær framførslur sunnudagin.
Filmurin hevur fingið sera góð ummæli, og verður roknað við, at nógv fólk fara at síggja filmin úti í heimi eisini.
Men í Føroyum hevur filmurin sett met í sølu av atgongumerkjum longu nú áðrenn filmurin er frumframførdur.
Úr Havnar Bio søgdu teir í gjár, at tá vóru seldar fleiri enn 7.000 atgongumerki.
Og tað er rættuliga nógv, sigur Jákup Eli Jacobsen. Tað mesta vit nakrantíð hava selt í forsølu hevur verið um 300 atgongumerki
Tá var tað filmurin Løvernes Konge.
Annars plagar at bera til at bíleggja atgongumerki framman undan, men tað hava teir valt ikki at gera hesaferð, tí tað hevði verið alt ov mikið arbeiði av tí.
Tað er sjálvandi ringt at bera saman við aðrar biografar, sigur Jákup Eli.
Men til sammetingar kunnu vit taka filmin um Frk. Smillu - amerikansktframleiddi filmurin um grønlendsku gentuna, sum búði í Keypmannahavn.
Tá hann varð frumframførdur í Nuuk seldur teir 5.100 atgongumerki frammanundan. Men kortini sóu ikki fleiri enn 6.000 fólk filmin í Grønlandi. Hetta metið sláa vit so ríviliga, heldur hann.
Í Danmark er tað heldur ikki vanligt, at so nógv fólk leggja atgongumerki av framman undan.
Tá Mr. Bean hevði frumframførslu í Keypmannahavn tosaðu teir um at so nógv atgongumerki vóru seld í forsølu - men talan var kortini ikki um fleiri enn 1.500!
Skulu vit samanbera við tað, so hava vit næstan heimsmet, heldur Jákup Eli fyr.
Tað er eisini vert at merkja sær, at Barbara ikki bara verður vístur í Havnar Bio, men eisini í Klaksvík.
Nils Malmros hevur mett, at 20.000 føroyingar fara at síggja filmin. Onkur er eitt sindur varnari, og metir um 15.000 fólk - men eyðsæð er, at nógv fara at síggja filmin - og eins eyðsæð er tað, at fleiri føroyingar fara at síggja filmin fleiri ferðir.
Filmurin verður frumframførdur í kvøld. Í blaðnum í morgin fara vit at greiða frá søgugongdini í filminum.