vísa bæði samfelag og fólki ta virðing, sum tey hava uppiborið. Tað er væl skiljandi, at ávísir brenna eftir at verða valdir, men tað heimilar ikki at gera tað, sum landsstýrismaðurin gjørdi í Strandfer [...] tosa um eitt fyribrygdi, sum teir rópa yvirviðgerð. Tað er heiligvágídnaðurin, sum lokkar fólk at taka í yvirmát av ofta óneyðugum heiligvági, hetta fyri at vinna sum mest av peningi. Privatu [...] Skal geva Jógvani rætt í tí, at tað er ikki heppið, um embætisfólk eru illoyal mótvegis politikarunum m.a. við at leka. Og hevur onkur gjørt seg sekan í hesum, eigur tað at fáa avleiðingar so ella so
afturat, at Føroyar í dystinum høvdu víst, at teir eisini kunnu spæla fótbólt, og at føroyingar eru truplir at basa á heimavølli. Kunnu avgerða alt sjálvir Brian Kerr fegnaðist um írska sigurin, sum hevur [...] Brian Kerr viðgekk, at umstøðurnar at spæla fótbólt vóru ikki av teimum bestu í gjár, og tað bleiv ongantíð tað stóra fótbóltsspælið at síggja. Hinvegin helt hann, at Írland gjørdi tað, ið var kravt av [...] mótstøðu, enn teir høvdu væntað, segði Brian Kerr: Vit vistu, at tað fór at verða ein trupul dystur, har vit noyddust út at stríðast, og eg haldi, at okkara spælarar vístu ein góðan hugburð í dag. Føroyingarnir
Guds orð tykist mangan at bera so lítlan ávøkstur hjá okkum? Onkur vil kanska tveita ábyrgdina frá sær sjálvum og siga, at tað munnu vera prestarnir, sum hava sína stóru skuld í hesum. Høvdu teir bert prædikað [...] So at eingin kann við røttum siga, at Guds orð ikki verður ríkiliga sáað. Tað verður sáað til høgru og vinstru og allar staðir, eins og vit hoyra í tekstinum um sáðmannin. Hvussu ber tað tá til, at Guds [...] og stríð av mongum, sum køvir tað eina neyðuga, nevniliga at søkja Guds ríki fyrst o rættvísi hansara, tí at tá skal alt annað verða tykkum givið umframt«. Hetta er tað sáðið, sum fell millum tornir. Men
yvir at ein spennandi bók er á veg frá hansara hond. Tey sum kenna Dávur vita, at hann hevur sjáldsama gott minni og dugir samstundis eisini avbera væl at siga frá hendingum og søgum. Til tess at fáa alt [...] anna_ áhugavert at siga frá, at eg eri longu byrja_ur uppá bind 2, sigur Dávur Davidsen ella Dávur í Tjørnuvík, sum hann ver_ur róptur millum manna. Fólk hava longu nú havt møguleika at tekna seg fyri fyrstu [...] komin væl til árs, og er farin at nærkast teimum eitthundra_, so hevur ta_ als ikki tiki_ hugin frá Dávuri at siga frá lívi sínum. Hann hevur nevniliga sett sær fyri at geva út sínar endurminningar í eini
skrivandi løtu veit eg ikki at siga, hvat bleiv av hesi hjálpini. Mundi hon nakrantíð fara av landinum? So rætt er, sum Jenis av Rana sigur, at tos er ikki nóg mikið. Onkur má sláa í hesa samgongudýnuna [...] part av føroysku tingmanningini, er tíverri trupult at fáa alt tað ígjøgnum, sum vit ynskja.« Um so er, at Jenisi vantar stuðul í sínum ynski um at veita eina menningarhjálp, um tað so bert er á byrjanarstigi [...] hann vísir á, at menningarhjálpin varð tikin fram undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum. Og rætt hevur hann. Víðari viðgerð fór síðan fram í uttanlandsnevndini, sum er á einum máli um, at antin verður
hevur valt at gevast sum flogterna í komandi mánaði. - Í nógv, nógv ár hevur so at siga øll tilveran snúð seg um Atlantic Airways, og tað hevur verið fínt, men nú vil eg hava stundir til at taka mær av [...] tey eru fyri at flúgva og spyrja okkum, hvussu veðrið fer at verða á túrinum. Tá eri eg altíð erlig, og sigi sum er. Tað er jú eisini okkara uppgáva at sissa tey og fáa tey rólig, soleiðis at túrurin verður [...] fram: - Mann skal minnast til, at fólk, ið eru bangin at flúgva, tey uppliva alt rættiliga ógvusligt. Eg havi upplivað at eg havi hoyrt ferðafólk, sum hava verið á sama túri, siga heilt ymiskt frá um flúgvitúrin
talið, at tann føroyska nationalisman sýtti einum reivabarni at verða doypt Victoria, um c´ið ikki varð broytt til k. Málið er nú komið aftur í ljósmála við tað, at løgtingsins umboðsmaður, sum hevur havt [...] givið foreldrunum at barninum viðhald: Barnið eigur at fáa navnið Victoria uppkallað eftir abbanum Victor. Harrin viti, hvussu "teir røttu føroyingarnir", sum í dag ráða fyri borgum, fara at loysa vandamálið [...] økjum víða um í heiminum, og sum dømi segði hann, at Victoria er persónifikatiónin av sigri. Undir heimsbardaganum 1939-1945 dugdi hvørt mansbarn í tí frælsa heiminum at siga "V for victory". Tvær kendar
og vera so fjákutur, at hann roynir at billa fólki inn at flent verður at okkara hátt virda landsstýri. Hevur maðurin gloymt, at føroyingar fylgja væl við í altjóðatíðindum, og at netið er atkomiligt hjá [...] good, sum bretar siga. Ikki nyttar at gráta um spilta mjólk. Vit eru komin langt. Vit standa sterk. Vit hava eina góða søk. Eitt rættvísir krav, sum altjóða samfelagið tekur undir við og virðir. At formaðurin [...] fyri hann at krevja eina skipan, sum kappaði greinina, hann sjálvur sat á. Hann viðgekk hesa tvístøðu, men sami flokkur eigur løgmann og onnur, sum kunnu mynda tjakinum fyri føroyskum fullveldi. At so sami
tí tað hevur mín stóra áhuga. Eg má næstan við skomm siga frá, at eg kom ongantíð so langt sum til at lesa Mærk Verden hjá Tor Nørretranders, sum øll lósu fyrst í 90 unum. Tað hevði annars verið upplagt [...] eg var før fyri at halda einari bók millum hendurnar. Dugi ikki at siga, hvat tað fyrsta var, eg las, men foreldrini hjá mær lósu søgur og yrkingar hjá Hans Andriasi Djurhuus fyri mær sum góðanátt-lestur [...] fríandi við at lesa um, hvussu hesar sterku dámurnar avgjørt ikki eru komnar ókeypis til teirra succésir í lívinum. Er tað onkur bók, tú minnist serliga væl? - Ja, eg las til dømis Zen og kunsten at vedligeholde
gransking, og tað sær út til, at roynt verður at finna nakað at granska í. Hevði tað ikki verið eitt hugskot at granska, hvønn týdning tað hevur havt fyri føroyska samfelagið, at studningur varð latin til [...] gjørt nógv fyri at undirbyggja. Hon málar ofta viðurskiftini svart/hvít. Eg eri ikki vísur í, at tað er rætt at lata fiskivinnuni ískoyti til at byrgja upp fyri órímiligu oljuprísunum, men at vera so kategoriskur [...] kategoriskur at siga, at tað má ongantíð koma uppá tal at lata stuðul, tað er ov trongskygt og óbúgvið. Vit kunna taka eitt dømi. Vindmyllufyritøkan Vestas, sum jú heldur ikki er ókend í Føroyum, er ein fyritøka