roknar við, at StÍF verður væl og virðiliga til reiðar, tá fyrsti dysturin stendur á skránni. Tungir í byrjanini Tað hevur annars verið eitt sermerki - av teimum minni góðu - fyri StÍF,. at teir hava verið [...] á Skálafjørðinum var tað ein stór fragd endiliga kunna staðfesta, at nú vóru hondbóltsmenninir úr StÍF teir bestu í landinum. At tað varð gjørt uttan ein einasta útlendskan spælara taldi sjálvsagt við, [...] veruleiki, at strandingar vóru nokk tað liðið í fjør, sum spældu tann mest áskoðaravinarliga hondbóltin - til tíðir. Halda somu kós Strandingar hava valt at halda somu kós í ár og teir gjørdu í fjør. Útlendingar
liðini stremba eftir at klára seg líka væl sum tey gjørdu seinasta ár. ÍF neyvan aftur í ár Hjá monnum endaði kappingin í fjør við, at ÍF úr Fuglafirði gjørdist meistari. Sum árið leið var tað ikki so løgið [...] dystinum skulu spæla móti meistarunum úr ÍF. Bara 5 lið hjá kvinnum Hjá kvinnunum endaði árið í fjør við, at Mjølnir gjørdist meistari. Men ikki nóg mikið við tí - Mjølnir vann eisini allar steypakappingarnar [...] longu nú komnar ábendingar um, at tey bæði liðini, sum í fjør gjørdust nummar eitt og tvey - Mjølnir og Fleyr - eisini fara at mynda kappingina í ár. FK-kappingin seinasta vikuskiftið vísti, at Mjølnir
leikarar á liðum sínum í bestu kvinnudeildini, og tað er eingin loyna, at tað eru leikarar, sum gera mun - stóran mun. Lotte Sørensen hevur um nakar togað Kyndil upp á tindin í føroyskum hondbólti, og í fjør [...] fjør gjørdi Ioana Rápa tað sama við VÍF liðið, sum gjørdist steypavinnari við at vinna finaluna á StÍF. Í Klaksvík hava teir fingið tveir útlendingar til býin, og hóast tær enn ikki hava vant so leingi við
veruleikanum avgjørdi hann dystin einsamallur við sínum tólv málum. - Hann var púra óstýriligur, sigur Jónleif Sólsker venjari hjá StÍF um málslúkaran, sum er so týdningarmikil fyri liðið. John tettir verjuna [...] ætlan at spæla so lítið sum gjørligt, serliga av teirri orsøk, at hann verður ikki við StÍF næsta kappingarár. - Men eg dugi ikki rættuliga at sita uttanfyri, sum er. Liðið hevur fleiri skaðar at dragast [...] Justinussen 6 (1), Pole Hansen 5 (1), Elias Hansen 3 (1), Arnfinn Langgaard 2 Brotskøst: StÍF 4, Tjaldur 4 Útvísingar: StÍF 2, Tjaldur 3 Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen
ÍF-Fleyr a 0-2 (15-21, 15-21, 15-21, 11-21) Í seinastu viku fekk føroyska flogbóltslandskappingin tilgongd av tveimum útlendskum leikarum. Báðir eru komnir til Føroya, sum bæði venjari og leikari, og felags [...] vikuskiftið fóru teir báðir so til verka, og saman við hinum leikarunum í Fleyr, spældi Romica móti ÍF á Kambsdali. Sum nýggjur maður valdi Romica, sum vísiligt er, at byrja á bonkinum. Hann hevði bara [...] Trý tey fyrstu við settmuninum 21-15 og tað seinasta 21-11, so talan var um greiðan mun. Spælið hjá ÍF var misjavnt, og trupult var hjá teimum at fáa nakað skipað spæl. Bjarni Joensen hevði ikki so nógv
um«, men kláraðu ikki at gera arbeiðið liðugt, og eftir tað sníkti ÍF seg framum og vunnu - fyri fyrstu ferð í ár. Randi Larsen úr ÍF er sjálvsagt sera væl nøgd við sigurin, og sigur orsøkina til at tær [...] ÍF -TB 2-0 21-12, 10-21, 7-5 15-21, 21-13, 5-7, 17-15 Í upptaktini til flogbóltin hetta vikuskiftið søgdu vit á hesum síðum, at tað meiri enn so kundi henda seg, at ÍF fór at fáa fyrsta sigurin móti TB [...] og á liðnum hjá ÍF er eisini ein, sum bæði er Føroyameistari og gullvinnari á oyggjaleikunum seinast. Hon eitur Helen á Lakjuni, og hon hevur sum vera mann ótrúliga stóran týdning fyri ÍF liði. ? Helen er
Hondbóltssambandinum hesa tíðina, tá mest spennandi dystirnir í kvinnudeildini eru at finna á bygd - ella í hvussu er í útjaðaranum. Nú skal tað vera Í høllini í Runavík standa Tjaldurskvinnur til reiðar [...] Hjá monnunum er eingin ivi. Stórdysturin hetta vikuskiftið verður inni á Skála, har oddaliðini bæði StÍF og VÍF skulu dystast. Einki er yvir at dylja, at talan er um ein spennandi dyst, tí liðini bæði standa
21-14. Hóast tap sunnudagin, so eiga ÍF kvinnurnar at venja málrættað við teimum veikleikum sum eru staðfestir á liðnum. Gera tær tað, so kann ÍF liðið gerast gott - nógv betri enn tað er í dag. [...] aftur úr Kambsdali púra sum væntað. Mjølnir vann ein greiðan 2-0 sigur á ÍF, men hóast úrslitið talar fyri seg, so er eingin orsøk hjá ÍF at missa móti, tí tað sær als ikki so svart út hjá teimum. Mjølnir [...] munurin hetta kvøldið var, at Mjølnirkvinnurnar vóru munandi meira effektivar enn ÍF kvinnurnar vóru tað. Álopið hjá ÍF er heldur enn ikki einstáttað sum tað sær út nú, tí tað er stórt sæð bara Helen á
passaði teimum, og áðrenn ÍF visti av var Mjølnir frammanfyri 8-3. Hetta var støðan tá liðini skiftu síðu, og satt at siga væntaðu tey flestu, at hetta eisini var endin á ÍF sunnudagin. Men, so vendi grindin [...] seinni høvdu teir tikið øll á bóli, tí teir høvdu vunnið 18-16. Sigurin var heima, og smílini - fuglfjarðasmílini - vóru stór. Eingir dómarar Tað, sum kortini sermerkti henda dystin var, at eingir dómarar møttu [...] góðan styrk í jugoslaviska venjaranum Borko Ilic, men sjálvt tað var ikki nóg mikið til sigur móti ÍF. Fuglfirðingarnir vóru til dystin fús, og eins og SÍ gjørdi tað móti Fram í Havn, gjørdu teir á sama
hissini at skjóta tíggju mál ella fleiri, og tí mugu vit staðfesta - og geva venjaranum hjá strandingum rætt í, at tað er sannur fongur hjá StÍF, at John aftur er at finna á liðnum. Tað, sum tó afturí ár tykist [...] Sveinbjørn Poulsen 2, Kristjan Petursson 1, Alexandur Johansen 1 Brotskøst: KÍF 1, StÍF 4 Útvísingar: KÍF 6, StÍF 4 Diskvalifikatión: KÍF 1 Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristina Johansen [...] KÍF-StÍF 21-39 (11-18) Eftir frálíka avrikið hjá strandingum seinastu vikuna kundi neyvan væntast annað enn ein ruddiligur sigur, sum greitt segði hvat av liðunum liggur í oddinum og hvat ikki ger. Og