fáa eitt nevndarbein at gnaga er gott. Men at sita í stýrinum hjá ALS, tað krevur so sanniliga, at tú ert tína uppgávu vaksin. Men skjótt er at fella í freistingina. Er tað veruliga so, at góðar ne [...] hann gjalda upp til 120.000 krónur inn um mánaðin. Tað er okkurt, sum er rívandi galið við, hvussu okkara land og pengar verða umsitin. Tað er ikki rætt, at fólk skulu sleppa at oyðsla soleiðis við okkara [...] sum er stovað við tí góða endamáli at hjálpa fólki, so tey hava eina nøkulunda úrtøku í eitt tíðarskeið, har tey eru arbeiðsleys. Men nógvir pengar eru í kassanum hjá ALS. Og tá so er, so eru
hon situr í stýrinum fyri ALS. Hon hevur júst gjørt eina fráfaringaravtalu við ein stjóra – sum er sendur til hús við 1,2 milliónum krónum í kuffertinum, sum áttu at verið brúktar til linna [...] fult útgjald! Hon vardi eisini avgerðina um at lækka útgjaldið frá ALS og tær skerdu treytirnar hjá arbeiðsleysum. Og nú vit biðja hana um eina viðmerking, so ber hon seg undan – vísir til
ventiónini. – Útgangsstøði í ASCOBAN er, at øll veiða av smáhvalum er bannað. Tí er Norra ikki partur av avtaluni, og ei heldur Føroyar, sigur Kate Sanderson. Bíðistøða Føroyska sendikvinnan í Brússel [...] síðani svarar, at her er talan um eitt føroyskt málsøki, sigur Kate Sanderson. Orðavalið og grundgevingarnar í kæruni heldur føroyska sendikvinnan ikki nógv um. – Tað er typiskur retorikkur frá [...] ES-skipanin er opin fyri kærum, og tí hevur Sea Shepherd eins og øll onnur eisini rætt til at kæra. Men higartil havi eg ikki sæð annað enn sjálva fráboðanina frá felagsskapinum um at ein kæra er áveg
sum eftir er av kappingini. Lutakast hevur verið til 1/8 finalurnar, og størsti dysturin verður uttan iva uppgerðin millum sponsku og ensku risarnar Real Madrid og Manchester United – tvey [...] Øtzil, Bezema og Modric. Manchester United hevur spælarar sum Rooney, van Persie, Carrick og Valencia. Vikublaðið og Rás2 skipa nú fyri kapping, har vinningurin er ein ferð fyri tvey fólk til brakið [...] brakið millum Real Madrid og Manchester United í Madrid 13. februar. Í vinninginum er flogferð aftur og fram, gistingar í Keypmannahavn og Madrid og atgongumerki til dystin. Aðrastaðni
máta. Spurningurin er, hvat tað er, vit hátíðarhalda. Um tað er Jesu føðing, ella um vit hava givið hesi hátíð eitt heilt annað innihald. Matteus gamli leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann í 12 [...] bygd í Palestina. Hóast friður ikki júst er tað, sum merkir politisku skipanina í Føroyum, har stríð um landsbanka, fíggjarlóg og tilfeingisgjald – so er hesin ófriður lítil, um vit hugsa [...] so nógv. Hugsa vit um jólafrið, so er tað kanska ikki júst tað, sum merkir samfelagið nú upp undir jól. Fólk hava úr at gera við at stákast til jóla – og gott er tað, at vit velja at gera nógv burtur
mentanina í landsstýrinum. Men tann tíðin er farin. Nú eru tað teir stóru flokkarnir, sum vilja ogna sær Mentamálaráðið, og tað er kanska gott tað sama, tí tá er vandin minni fyri, at onkur tilvi [...] sum nakrantíð er valdur á ting. Kanska hesir ungu menn ikki heilt skulu takast fyri fult, men vit kunnu kortini ikki lata vera við at taka hetta í einum lítlum álvara kortini. Hugstoytt er tað helst fyri [...] í blóðið – og hóast hann er løgmaður, so brisklar hann kortini borgarstjóranum í Havn, at hann hevur fleiri rotnar skúlar at hugsa um, og biðjur hann halda fingrarnar langt burtur frá Markna
avrik eftir hann er bókin ”Erindringer fra en rejse til Shetlandsøerne, Ørkenøerne og Skotland i Sommeren 1839,” sum nú er týdd til føroyskt av Regin av Steinum. Søgan um hesa ferðina er sera hugtakandi [...] endamál, men, sum hann tekur til: “Hetta letur seg neyvan gera, so leingi einahandilin er so einaveldigur, sum hann er”. Eisini krevst kunnleiki til, hvussu ein slík skipan skal setast í verk. Pløyen helt [...] Christian Pløyen (1803-1867) er farin í søguna sum ein av bestu donsku amtmonnunum, ið vit hava havt í Føroyum. Hann var amtmaður í Føroyum frá 1837-1849. Umframt var hann eisini fúti. Hann hevði eina
orku. At framtíðin er vindorka ? og helst sjóvarfalsorka – er eingin ivi. At Føroyar skulu verða í fremstu røð er sjálvsagt. Vit hava alt tað, ið skal til – uttan kanska pengarnar. Men kunnu vit brúkast [...] fyritøkuni er at kunna nýta Føroyar sum eitt prógv fyri, at tað ber til at leggja um eitt heilt samfelag, sum brúkar 95 prosent olju – heilt til at leggja um til vindorku. Bara hendan visjónin er sera á [...] verður, so er vandi fyri – so sum Magni Laksafoss og onnur hava spátt, at prísurin rýkur upp á 250 dollarar fyri tunnuna. Tá hevði verið gott, at Føroyar vórðu riknar við alternativari
arbeiðið er komið somikið áleiðis, at tíðlja komandi ár verður stovnandi aðalfundur. Nærri verður kunngjørt seinni um nær og hvar. Síðani seinnu helvt av novembur er orka nýtt til [...] og holukøkum í Fjálva á Hoydalsvegi 40 og kl. 19 verður gudstænasta í Hebron á Argjum. – Tað er við takksemi, at vit kunnu líta aftur á eitt virkið heyst við nógvum sjónligum virksemi. Ein [...] til javnagudstænasturnar kring landið og vilja vit fegin senda eina hjartaliga tøkk fyri stóra beinasemið í hesum sambandi. – Javnaálmanakkin hevur eisini fylt rættuliga nógv. Ikki bara
skrivar Rex í tíðindaskrivi. Infernal telist millum størstu donsku poppnøvnini gjøgnum tíðirnar, og millum tey fáu norðurlendsku nøvnini, ið hava megnað at sleppa í topp 5 á enska hittlistanum [...] hittlistanum. Bólkurin hevur 15 ár á baki og hevur støðugt latið hitt úr hondum. Størsta hittið er uttan iva From Paris to Berlin, ið megnaði at liggja á enska topp 5 listanum í 7 vikur, og toppaði [...] í kappingini, alt meðan hon støðugt skeldaðist við Thomas Blachman. Men danski poppsangarin er sjálv framúr á einum palli. Seinast hon vitjaði her við bólki sínum Infernal, skrivaði ummælarin