Adressan er www.ung.as. Henda síðan er ómetaliga væl umtókt millum tað unga fólkið, og síðan hevur havt nógvar vitjanir hvønn dag. ? Okkara síða hevur eini 400 vitjanir um dagin, og talið er heldur meira [...] kunnu vera fólk, sum fríggja, dansa, drekka ella hvat annað fólk finnur uppá á konsertum og tílíkum, har nógv ung eru komin saman at halda sær á gleimi. Fyriskipararnir av síðuni nokta heldur ikki fyri [...] viðvíkjandi síðuni, og tí er einki mál koyrandi í løtuni. Petur sjálvur sigur, at hann fekk boð frá sýslumanninum í Eysturoynni um at ringja til løgregluna í Havn. Hetta gjørdi hann og prátaði við løgreglumann
vegna sjúku, og Signhild f. 1955, tey eiga eisini 10 ommu- og abbabørn og 11 langommu og langabba børn. Omma og abbi eru 83 og 88 ára gomul, tey eru væl fyri, klára seg sjálvi. Omma vaskar og ruddar, hon [...] situr eisini og bindur til sjómanskvinnuringin á hvørjum árið. Abba dámar væl at sita í kjallarinum og tilevna úr træ, m.a. ger hann spøl, leypar, bátar og tufflir. Tað er sera vakurt, og eru tey altíð [...] koma á gátt hjá ommu og abba. Omma er altíð klár við einum drekkamunni og okkurt gott afturvið. Ommu kann man tosa um alt við, hon sigur sína hugsan og leggur ikki fingrarnar ímillum, og er tað bara gott.
ávirka tilflytara- og integratiónsøkið í norðurlondum. Sylvia er fødd og uppvaksin í Mexico og hevur búð í Føroyum síðani 2010. Í 2013 for hon til Danmarkar at lesa BA og kandidat á RUC og fluttu heim aftur [...] dagstovnar, skúlar og stovnar og tilboð annars í kommununi, ið vara av flóttafólkum, umframt við myndugleikar og almennar stovnar. Hugsandi er eisini, at ávíst samskifti er við fyritøkur og stovnar, har flóttafólk [...] eitt ár. Sylvia Magnussen er úttbúgvin bachelor og Cand Mag í “kultur og sprogmødestudier” og í enskum frá RUC, umframt at hava ein bachelor í sponskum máli og bókmentum frá Universidad Nacional Autónoma de
góður og lutfalsliga nýggjur barnagarður, barnaskúlin er útbygdur, og her er eldrabýli. Umstøðurnar at seta búgv og búleikast í Skopun eru framúr, og Skopun er av sonnum eitt stað fyri bæði ung, tilkomin [...] ynskir sær og hevur fyri neyðini í tí dagliga, og sum niðursetubygd – og soleiðis yngsta bygd í Sandoynni – er Skopun nakað serligt. Her komu fólk úr ymiskum heraðshornum, tá bygdin varð bygd, og soleiðis [...] teir bestu og rúmastu í Sandoynni. Her eru nýggjar bátabrúgvar, og her er stórt havnarlag, sum rúmar bæði bátum og skipum. Nú sandoyingar við tunnilssambandinum hava fingið eina nýggja og nógv høgligari
Aslaug og Dánjal eiga børnini: Petur Karl, sum er bóndi í Trongisvági, Jenis, sum er lækni og løgtingsmaður og býr í Havn, Bjørg, sum er ljósmóðir og býr í Trongisvági, og Varna, sum er økonoma og býr í [...] er fødd og uppvaksin í Hvalba og Dánjal er úr Trongisvági. Sum ung arbeiddi Aslaug í handli á Tvøroyri, annars hevur hon verið heimaarbeiðandi húsmóðir. Dánjal er fyrrverandi fakfelagsmaður og býráðslimur [...] til vega partapening og lótu byggja flakavirki og trolarar, sum øll kreppuárini veittu tvøraborgarum ríkar vinnumøguleikar. Aslaug og Dánjal hava altíð verið andaliga virkin, og samkoman Salem á Tvøroyri
Hoydølum, námsferðir uttanlands og heima, og veitslurnar vit høvdu saman. Vit sakna tykkum, við tykkara lætta og róliga lyndi. Báðar tvær fyrikomandi og smílandi. Eins og vit, klárar at taka næsta stigið [...] gerandisdegnum og ikki minst til, at vit skuldu møtast aftur, nú 5 ár vóru liðin, síðan vit fingu húgvuna. Vit høvdu í longri tíð lagt ætlanir um eina veitslu, og gleddu okkum til at síggjast og frætta hvussu [...] skilja, at ein ung genta, við mót uppá lívið og sum tordi at fylgja dreymum sínum, so brádliga var farin. Og púra óskiljandi var tað aftur 2. aug. tá vit fingu boðini um, at enn einaferð var ein floksfelagi
gíðslataka bæði mál, og hetta er at gíðslataka bæði komandi pensjónistar og suðuroyringar. Soleiðis sum málini eru framløgd og tengt at hvørjum øðrum, so verða verkafólk, pensjónistar og komandi pensjónistar [...] vit seta fólk og økir upp ímóti hvørjum øðrum tænir ongum endamáli og er rættiliga óføroyskt í føroyskum politikki, og tað skaðar meir enn tað gagnar. Málini um hækkaðan pensjónsaldur og málið um suðu [...] kostnaðarmiklar eitt nú vágatunnulin, norðoyartunnulin, eysturoyar – og sandoyartunnulin ella aðrar stórar og kostnaðarmiklar íløgur. Og vit hava sanniliga brúkt nógvar 100 tals mió á fíggjarlógini til tunlar
loysnirnar eru, lættari megna vit at fremja tær og halda fast. - Forboð og peikifingrar eru nóg mikið av, haldi eg, og tað riggar ikki. Skjótar loysnir og rák innan matmótamøsn eru ikki lykilin til tað [...] proffessiónsbachelor í mati og heilsu við sergrein í kostfrøði. Hann hevur í ellivu ár starvast við fyribyrgjandi og heilsufremjandi verkætlanum og gransking innan mat, rørslu og fólkaheilsu. Starvast parttíð [...] samfelagsbólkar og allir aldursbólkar skulu hava ágóðan av. Tær haldbestu loysnirnar til betri kost, betri smakk, sunnari vanar og betri fólkaheilsu eru tær, sum eru at finna í okkara egna umhvørvi og taka støði
lægst, og altíð tekur hini fram um seg sjálvan, men hetta gjørdi Gudrid. Altíð var hon vælnevnd og vælhýrd. Hon var sera arbeiðssom, og einastandandi væl lá fyri hjá henni til tað handaliga, eins og hon var [...] mangan tey seinnu árini, at so langt var millum hana og hennara ommubørn, og hon gjørdi mangan túrin norður eftir at vitja síni børn og ommubørn, og hetta hóast henni illa dámdi at sigla. Í eygunum á hennara [...] sorgardagur fyri okkum, tí tá andaðist mamma og vermamma okkara brádliga alt ov ung ? einans seksti ár. Hon var, sum so mangan, komin til Havnar at vitja okkum, og vit gleddu okkum til at vera saman í nakrar
svimjihøllina, eins og KÍ-høllin eisini kann nýtast til spøl, um veðrið ikki loyvir uttandura spæli. Venjingarlegan er fyri øll, bæði børn, ung og vaksin, og eisini fyri bæði roynd og nýbyrjara í judo. [...] Luttakararnir møta í dag kl. 17 í gamla sjómansskúlanum, og so verða venjingar, spøl og undirhald til og við sunnudagin fyrrapart. Í kvøld og fyrrapartin fríggjadagin verða tað føroyskir venjarar, ið taka [...] Roland Vogt og Søren Studsgaard. Roland er 42 ára gamal og hevur 30 ára erfaring í judo. Hann er eisini landsliðsvenjari hjá føroysku judolandsliðunum. Søren Studsgaard hevur íðkað judo síðani 1982 og hevur