17 ára gamli Petur Hansen úr Søldarfirði hevur saman við vinmanni sínum, Inga Petursson, eina heimasíðu á internetinum. Adressan er www.ung.as. Henda síðan er ómetaliga væl umtókt millum tað unga fólkið, og síðan hevur havt nógvar vitjanir hvønn dag.
? Okkara síða hevur eini 400 vitjanir um dagin, og talið er heldur meira, tá nýggjar myndir júst eru lagdar á síðuna, so henda síðan er ógvuliga væl dámd millum ungdómar. Harafturat hava vit nú eini 350 skrásettar brúkarar av síðuni, sum senda post sínámillum á henni, og tað legst afturat hvønn dag, sigur Petur Hansen, sum stendur fyri hesi heimasíðuni.
Vitjar ein síðuna hjá Peturi ber til at klikkja seg inn á nakað kallað rapport. Har liggja myndirnar, sum Petur sjálvur hevur tikið. Til ber at velja ávís tiltøk, har myndir frá hesum konsertum ella diskotekum liggja.
Tær flestu myndirnar eru nærmyndir av fólki, so at tað ber til at kenna andlitini aftur á teimum. Hetta kunnu vera fólk, sum fríggja, dansa, drekka ella hvat annað fólk finnur uppá á konsertum og tílíkum, har nógv ung eru komin saman at halda sær á gleimi.
Fyriskipararnir av síðuni nokta heldur ikki fyri, at hetta er størsta orsøkin til, at síðan er so væl vitjað.
Løgreglan tók málið upp
Í hesi vikunu setti løgreglan seg í samband við Petur viðvíkjandi heimasíðuni, tí onkur eftir øllum at døma hevur boðað løgregluni frá henni, tó uttan at melda. Løgreglumaðurin sigur, at samtalan teirra millum var ?fortrólig?, og tí ætlar hann sær ikki at siga nakað nágreiniligt um hetta málið.
Løgreglumaðurin heldur tó, at teir, sum standa fyri síðuni, ikki hava skilt, hvørjar myndir ein kann leggja á eina heimasíðu sum hesa, men kundi ikki vísa til nakra ávísa mynd, sum kanska kundi verið lógarbrot at almannakunngera. Hann vísti til bløðini, sum hann metti høvdu okkurt slag av reglum á hasum økinum.
Løgreglan upplýsir eisini, at hon onga melding hevur fingið viðvíkjandi síðuni, og tí er einki mál koyrandi í løtuni.
Petur sjálvur sigur, at hann fekk boð frá sýslumanninum í Eysturoynni um at ringja til løgregluna í Havn. Hetta gjørdi hann og prátaði við løgreglumann á støðini.
? Eg setti meg í samband við løgregluna, og fekk at vita, at eg skuldi seta meg saman við einum eldri persóni at rudda upp á síðuni. Eg fekk eina freist uppá eina viku at fáa tingini í rættlag, ella skuldi eg dokumentera allar myndirnar og hava undirskrift frá teimum, sum vórðu avmyndað. Eg fekk tó ongantíð at vita nágreiniliga, hvørjar myndir eg skuldi taka av, sigur Petur Hansen.
Petur sigur, at sum hann skilti støðuna, so kendi hann tað sum eina hóttan frá løgregluni um, at ruddaði hann ikki upp á síðuni, so fór tað at fáa avleiðingar fyri hann. Hann visti tó ikki, hvussu hetta skuldi fara fram.
Síðani setti pápi ein av dreingjunum seg í samband við løgregluna fyri at fregnast, hvat gerast skuldi, og tá hildu teir, at løgreglan trekti í land aftur, og ikki vildi siga nakað nágreiniligt um, hvat var ólógligt við síðuni.
? Onkur, sum eg kenni, hevur spurt meg, um eg ikki kann taka myndir av teimum avaftur síðuni, og tað havi eg so gjørt, sigur Petur.
Hjá teimum, sum vitja síðuna, ber til at skriva eitt teldubræv og boða frá, um ein vil hava eina mynd tikna avaftur.
Sum Sosialurin skilir, so er tað vanligt hjá ungum, sum hava verið í dansi, har myndir eru tiknar, at fara inn á hesa síðuna mánamorgun at kanna, um tey eru komin á onkra av myndunum, og tey halda tað vera stuttligt.
? Øll vita, hvat myndirnar skulu brúkast til, tá eg møti upp á konsert við myndatólinum hjá mær. Í meginparturin av myndunum, hava fólk beinleiðis poserað fyri at sleppa uppá myndirnar, sigur Petur.
Løgreglan sigur, at um onkur, sum er avmyndaður á síðuni, meldar til løgregluna, so verður eitt mál byrjað.
Trilva seg fram
Georg Otthamar, varaleiðari á kriminaldeildini, sigur við Sosialin, at í løtuni trilvar løgreglan seg fram í slíkum málum, tí enn er internetið nýtt um allan heimin.
Tí er enn eingin mannagongd fastløgd á hesum økinum, men Georg sigur, at tað byrjar so spakuliga at vísa seg eitt mynstur.
Í Revsilógini stendur, at ?den, som uberettiget fotograferer personer på et ikke frit tilgængeligt sted, kan straffes med bøde eller indtil 6 måneder fængsel?. Lógin sigur eisini, at tað er revsivert, at ?videregive billeder, der åbenbart kan unddrages offentligheden?.
Georg Otthamar metir, at eitt dansihøli ella ein konsert ikki er ?frit tilgængeligt?. Hann leggur tó dent á, at tað er upp til ein dómstól at døma í slíkum málum.
Spurningurin er so, um ein konsert er ?frit tingængelig? ella ikki, og er spurningurin er eisini um, hvat kan ?unddrages offentligheden?.
Eitt stendur tó fast, at henda síðan er ein tann mest vitjaða føroyska heimasíðan, og tey flestu halda tað vera stuttligt, at sleppa við á hesar myndirnar, hóast tær verða almannakunngjørdar á netinum.