myndum av, hvat man eigur at vera. Fyri meg snýr tað seg um, hvat mann hevur brúk fyri at vera, heldur enn hvat mann eigur at vera. Tað haldi eg er spennandi, og júst hetta, hvat man hevur brúk fyri at [...] eg hoyri til har. Til dømis sang eg karaoke, tá eg var 7 ára gamal, og tá fór eg heilt intiutivt upp á pallin, sum var tað mítt heim. Tað hevur bara altíð verið okkurt við at upptraðka, ið hevur drigið meg [...] allarbesta, og sýningarnar gingu avbera væl. Eitt vakurt kvøld. ##med3## Starv ella samleiki Følir tú, at yrki títt er tín samleiki, ella er tað fyri teg bara eitt starv? – Eg havi hugsað nógv um júst hatta, at
burturav til at leita sær kunning um ymisk viðurskifti. Akkurát hvat hetta hevur við telefonbókina at gera, havi eg ilt við at síggja, og tími eg ikki at svara hesum partinum, tí tað hevur sum so einki [...] Bólkurin varð sera væl móttikin, og óivað var tað grundin til, at Sjúrður Skaale, løgtingslimur, setti fyrispurning til landsstýrismannin í vinnumálum, Johan Dahl, um nær ætlanin var at avtaka telefonbókina [...] við, at telefonbókin fer at hvørva um fimm ár, tí tá verður ivaleyst ikki tørvur fyri henni longur. Tú skal ikki vera serliga kønur á økinum fyri at koma við slíkum spádómi. Eftir mínum tykki eru fimm ár
Árslønirnar hjá einstøku stjórunum lógu millum 1 og 5,6 mill ella frá uml. trimum góðum arbeiðara-, fiskara og ella lønmóttakaraárslønum til heilar 18 árslønir hjá vanliga arbeiðandi føroyinginum. Er nakar [...] hava vit til góðar. Kanska Sosialurin arbeiðir víðari við málinum. Stættasamfelagið stendur sostatt í fullum blóma við øllum teimum avleiðingunum, ið tað hevur, og tað verður standandi soleiðis til meirilutin [...] meðallønini, og tað mann fara at vera á góðari leið. Hvat halda tit? Stuttligt kundi verið at sæð, hvussu nógv prosent hvør av nevndu stjórum hevur goldið í skatt, tí tílíkir persónar hava ofta skatta
aður hevur Dagfinn Olsen síni lýti, men erligheit er ikki ein av teimum. Hann setur røttu orðini á tingini! Ov fáir dómarar Dagfinn Olsen hevur ikki dømt ein Formuladyst í 2008 - enn. Hann hevur tó dømt [...] hann til aftur. Arbeiðið sum lastbilførari er sera tíðarkrevjandi, og so eru tað eisini tímarnir, sum fara til at koyra úr Havn og inn á Skálafjørðin. Dómaraleiðarin hjá FSF, Lassin Isaksen hevur tó kempað [...] dómara, sum hevur nógvar dystir í beininum, sum dømir finaluna. Tó aðrar gularøtur hava verið. Dagfinn var við til at døma norðurlandameistaraskapið fyri U-17 lið í Svøríki í 2002. Hann hevur eisini verið
fáa betri innlit í, hvat manglar, og hvat kann gerast betri – og tað havi eg roynt at gjørt. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fòlkaflokkin. ”Hví tosar tú so nógv um útjaðaran [...] allar Føroyar verið fátækari. Hvussu óinteressant hevði tað ikki verið, um øll fluttu til Runavíkar, Klaksvíkar ella Havnar? Hvussu nógv av tí, sum ger Føroyar serstakar hevði ikki follið burtur? Og ikki [...] tryggja, at pengar, sum ferðafólk leggja eftir seg á økinum, fara til tey, sum búgva í økinum. Jarðeigarar og óðalsfólk, sum ávikavist búgva ella eru staðkend, kenna økið best. Vilja økinum best. Betri enn
teirra leingi eftir, at teir eru farnir úr skúlanum. Starvsvenjingin gevur teimum m.a. høvi til betur at skilja, hvat tað vil siga at virka á einum arbeiðsplássi og fáa innlit í lívskorini hjá øðrum menniskjum [...] sama mun góvu møguleika fyri starvsvenjing. Í Danmark til dømis er tað ikki óvanligt, at bæði almenn og privat arbeiðspláss venda sær beinleiðis til skúlarnar og biða næmingar koma í starvsvenjing hjá teimum [...] ikki sørt, tá so nógvir skúlar ringja og biða um pláss samstundis, og tað er einki at siga til. Og hava tey lisið úttalilsini hjá O. J., sum jú er undirvísingarleiðari fyri allan fólkaskúlan, ja so kann
Seinastu tíðina hevur sonn øsing tikið seg upp við pástandi um, at allur peningur fer til “hørð” virði sum vegir og tunlar, meðan “bleytu” virðini eru skúgvað til viks av politikarum, eitt nú almanna- [...] Hinvegin fara heili 74% ella 3,1 milliardir krónur til útbúgving, gransking og mentan, heilsu- og almannamál – tey sokallaðu bleytu virðini. Eitt av umboðum Sjálvstýrisfloksins hevur savnað undirskriftir [...] mótmæla avgerð hjá demokratiskum valdum parlamenti og hevur brúkt somu reingjandi uppáhald, at allur peningur fer til at bora hol, betong og asfalt. Hvat er hetta fyri nakað? Væl útbygt samfelag Fólkaflokkurin
teirra sjúka hugaheim, so tú, áðrenn tú veit av, skilur fullvæl, hví tey bera seg soleiðis at. Sum lesari fært tú eina kitlandi forbodna kenslu, sum heldur tú við einum drápsmanni ella eygleiðir ein perversan [...] tilfar til ein leik um somu søgu, sum Jens Pauli hevur gjørt til skaldsøguna, vit sita við. Hetta kundi boðað frá, at høvundurin er til reiðar at troyta teir møguleikar, sum gera metatekstin til eina skaldsliga [...] Torri, og roynir at finna sín leiklut í tríkantsleikinum, Siv hevur lokkað hann við í. "Aftur nú? Hugsaði dramatikarin, var hann kanska skaptur til at vera fríholt her í lívinum, men hann læt sær lynda og læt
ein góður háttur at nýta, tá tú ikki tosar so nógv. - Tú fyllir 60 í næstu viku. Hevur tað havt týdning fyri tína skriving? - Jú, tú ert meira tilvitað um tína støðu, tá tú fyllir 60 ár. Alt er ikki longur [...] fekk hugskotið til skaldsøguna undir kreppuárunum og hevur tikið í hana av og á gjøgnum árini. - Tað er torført at halda søgugongdini og andanum í skaldsøguni heila, tá tú bert hevur stundir at skriva [...] og starvsfólkunum í framtíðini, veit eg ikki. - Nú tú hevur skrivað seksti- og sjeytiárini, ætlar tú at halda fram við áttati- og nítiárunum? - Hvat eg fari at skriva um, veit eg ikki, men eg kann ikki
Fert tú á ólavsøku? - Ja, eg fari heilt sikkurt á ólavsøku. Konan og eg vóru vanliga ein dag á ólavsøku fyrr. Men, nú búgva trý børn og makar og sjey abba-og ommubørn í Havn, so nú eru túrarnir til Havnar [...] øllum bátastøddum. Tann leistin hevur allur annar ítróttur. Eg fylgi mest við bátunum úr Klaksvík, sjálvandi, men tá vestmenningar eru við - ja, so er fokus har, sigur hann. Hvat er tað besta við ólavsøkuni [...] leggur hann aftrat. Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni? - Einki, tí ólavsøkuna skapa vit sjálvi, hvør í sínum lagi og saman. Heðin Mortensen kann gera trappur, flyta Nólsoyar Páll ella pynta um ein bryggjukant