Stættasamfelag ella solidariskt samfelag?

Stjóralønirnar náa nú hæddum, ið ikki eru til at fata hjá vanliga føroyinginum.

Í gjár avdúkaði Sosialurin lønirnar hjá 31 stjórum, ið fingu 55,7 mill. kr. tilsamans. Árslønirnar hjá einstøku stjórunum lógu millum 1 og 5,6 mill ella frá uml. trimum góðum arbeiðara-, fiskara og ella lønmóttakaraárslønum til heilar 18 árslønir hjá vanliga arbeiðandi føroyinginum. Er nakar, ið skilir og tíðansheldur góðtekur tílíkan stættamun? Eg spyrji bara.
Fleiri av hesum somu stuðla sjálvandi høgraheykum og samfelagssjakalum, tá talan er um skattalætta sum liður í profitmaksimeringini í privatu vinnuni. Við sleiskni tosa teir um skattalættan, uttan at greiða frá, at vælferðarsamfelagið samstundis skal niðurlagast í sama mun, soleiðis at skilja, at tað, ið fæst í skattalætta, skal gjaldast aftur í øktum og nýggjum gjøldum fyri vælferðartænastur t.d. við læknavitjan, fyri barnagarðspláss og í samband við skúlagongd - bert fyri at nevna nøkur fá dømi.
Úrslitið gerst sostatt alt í alt - fyri vanliga borgaran - í besta føri eitt stórt null. Og lønin verður hildin føst, tí teir somu fara tá at tosa um reallønarvøkstur vegna skattalættan. Reint bluff, sum best og einans sæðst aftur á kontunum hjá teimum, ið hava nokk frammanundan, men sum ongantíð mettast. Tað eru stjóralønirnar besta prógv fyri. So tá úlvarnir gerast fagurlætnir og logra við halanum, eigur tú at hoyra ýluni í tínum innara oyra og gera teg kláran at verja teg og tíni, tí annars verða tit etin og tað bæði við húð og hár.
Svend Auken - danskur javnaðarpolitikari og ráðharri í mong ár - segði einaferð, at hann kundi góðtaka lønarmun, men at lønarmunurin ikki átti at fara upp um tað dupulta av meðallønini, og tað mann fara at vera á góðari leið. Hvat halda tit?
Stuttligt kundi verið at sæð, hvussu nógv prosent hvør av nevndu stjórum hevur goldið í skatt, tí tílíkir persónar hava ofta skattaráðgevarar, ið vita hvussu man - á lógligan hátt - kann sleppa so bíligt sum møguligt. Men hetta hava vit til góðar. Kanska Sosialurin arbeiðir víðari við málinum.
Stættasamfelagið stendur sostatt í fullum blóma við øllum teimum avleiðingunum, ið tað hevur, og tað verður standandi soleiðis til meirilutin velur eina solidariska kós.