fastur maður av álopinum. Hálvi tvøramaðurin hevur áður roynt seg í hollendskum og italskum fótbólti, og nú er tað so í Onglandi, at hann ger um seg. Um vikuskiftið vitjaði QPR hjá Sheffield United, sum tykist [...] brotsspark, og tað skuldi vísa seg at verða dýrt. Við einum sjálvmáli fekk QPR nevnliga javnað, áðrenn fyrrverandi Chelsea-framherjin, Paul Furlong skeyt sigursmálið eitt korter fyri leiklok.
Løgtinginum atkvøddi fyri at broyta §266b í revsilógini, so at hon eisini kom at umfata kynsliga sannføring, skapti hetta ikki so lítið av rumbli í føroyskum politikki. Karsten Hansen tók seg úr Tjóðveldisflokkinum [...] Javnaðarfloksins segði millum jólanna, so tykist ikki, sum Alfred Olsen hevur meldað seg upp í andstøðuna, hóast hann hevur tikið seg úr samgonguni. Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur við Sosialin
heimaliðnum, tá teir í steðginum vóru framman fyri við tveimum málum, men vágbingar høvdu tó ikki hug at geva seg. Og tað skuldi eisini vísa seg, at tað kann loysa seg at treiskast, tí vágbingar megnaðu at bjarga
dømd fyri at hava framt brotsverk ímóti mannaættini í árunum frá 1992 til 1995, tá hon var leiðari hjá serbunum í Bosnia. Upprunaliga noktaði hon seg seka, men í fjør broytti hon støðu og játtaði seg seka [...] og muslimum í Bosnia. Hon er tann fyrsti serbiski leiðarin í gamla Jugoslavia, sum hevur viðgingið seg sekan í hesum brotsverkinum. Ákæruvaldið í Haag kravdi, at Biljana Plavsic skuldi fáa millum 15 og
Eisini ganga teir vakt saman við manningini á 2Brimli". Teir fara eisini at royna seg at sigla innansunda í Danmark, at royna seg at sigla, har nógv skipaferðsla er. "Brimil" skal tveir slíkar túrar um árin [...] sjómannsskúlanæmingum. "Brimil" hevur nú tikið táttin uppaftur hjá "Ólavi Halga" at verða skúlaskip fyri okkara komandi yvirmenn. Ferðin niður gekk væl og tá Sosialurin tosaði við vakthavnadi á Vaktar og [...] árin og vanligt er eisini at sigla niður í kanalina, har næmingarnir rættuliga fáa roynt seg millum nógv skip.
men mátti skjótt ásanna at knæið ikki kláraði stoytin. Hann lat seg útskifta og er síðani farin aftur til Belgia, har hann venur fyri seg sjálvan. Skaðar hava verið ein forðing seinastu tíðina, men undan [...] undan dystinum móti Turkalandi sá gott út. Nú er líkt til, at Jóan Símun Edmundsson aftur má brynja seg við toli á síðulinjuni hjá SK Beveren.
til at halda bygningarnar fyri. Men hon heldur seg eisini vita, hví støðan er so vánalig. Tað gevur kanska ikki so nógvar atkvøður at játta pening til at halda bygningar fyri, tí tað sæst einki til teir [...] vera, at almennir stovnar skulu rinda leigu fyri tey høli teir brúka – eisini hóast talan er um ein almennan bygning Jónleif Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur, at hetta kann vera ein [...] bygningar rotna burtur, tí at Løgtingið ikki játtar nokk av pengum til at halda teir fyri Jónleif Johannesen er eisini formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar, og hann vísir á, at tað hevur fleiri ferðir verið funnist
leiðari fyri teimum bosnisku serbunum undir borgarakrígnum í Bosnia frá 1992 til 1995, og síðani 1998 hevur hann fjalt seg. Krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia hevur ákært hann fyri fólkamorð [...] dómstólinum fyri gamla Jugoslavia. Hann legði afturat, at handtøkan hevur stóran týdning fyri tey, sum liðu undir illgerðunum hjá Karadzic: -Men handtøkan hevur eisini stóran týdning fyri aktjóða rættvísið [...] fingu góða móttøku: -Hetta er ein stórur fyrimunur fyri Serbia, nú landið ætlar at fáa limaskap í ES, segði kommiserurin Olli Rehn, sum stendur fyri samráðingunum við lond, sum vilja sleppa upp í samveldið
at meiri enn helmingurin, ella 54 prosent, av føroyingum eru fyri einum valdømi, meðan ein fjórðingur segði seg vera ímóti. Fimtihvør segði seg ikki vita. Nú tølini frá Gallup eru nærri uppgjørd sæst, at [...] siga seg vera fyri einum valdømi. Ein triðingur, ella 33 prosent, er ímóti, meðan 21 prosent ikki veit. Suðurstreymur greiðast Ikki óvæntað er ein stórur meiriluti av íbúgvunum í Suðurstreymi fyri einum [...] veit ikki. Munurin millum alt landið (54 prosent fyri), og alt landið minus Suðurstreym (48 prosent fyri) er bert 6 prosentstig. Sostatt eru tey, sum eru fyri einum valdømi í meiriluta í øllum landinum, og
skiftandi seinnu árini, síðan latið varð upp aftur fyri fiskiskapi í 2010. Útlitini fyri komandi tvey árini eru jalig. Vísindaráðið í NAFO væntar, at líkindi eru fyri, at bæði toskastovnurin og gýtingarstovnurin [...] at seta MLV til 11.708 tons fyri 2024. Tað er ein hækking á góð 92%. Føroyska toskakvotan verður sostatt 2.617 tons. Kvotan hjá Føroyum fyri svartkalva verður 193 tons og fyri kongafisk 69 tons. Rækjustovnarnir [...] NAFO er millumtjóða fiskiveiðufelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum. Føroyar eru limur í NAFO, tí Føroyar hava kvotur fyri tosk, svartkalva, kongafisk og rækjur í havøkinum, sum NAFO umsitur