Brimil komin til Danmarkar

Fríggjadagin fór nýggja vaktarskipið "Brimil" av Havnini til Danmarkar við sjómannsskúlanæmingum.

 

Fríggjadagin fór nýggja vaktarskipið "Brimil" av Havnini til Danmarkar við sjómannsskúlanæmingum. "Brimil" hevur nú tikið táttin uppaftur hjá "Ólavi Halga" at verða skúlaskip fyri okkara komandi yvirmenn.

Ferðin niður gekk væl og tá Sosialurin tosaði við vakthavnadi á Vaktar og Bjargingartænastuni um middagsleitið í gjár vár "Brimil" komin í danskan sjógv.

Næmingarnir verða undirvístir umborð í nýtslu av nýggjastu tólunum, sum verða nýttir á eini brúgv. Eisini ganga teir vakt saman við manningini á 2Brimli". Teir fara eisini at royna seg at sigla innansunda í Danmark, at royna seg at sigla, har nógv skipaferðsla er.

"Brimil" skal tveir slíkar túrar um árin og vanligt er eisini at sigla niður í kanalina, har næmingarnir rættuliga fáa roynt seg millum nógv skip.