fødd á Tvøroyri í 1943 og er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og heilsufrøðingur, men hugur hennara hevur altíð staðið til listina. Í 1978 gjørdi Randi av, at hon vildi listina og fór undir útbúgving á B [...] Randi Martin fevnir um málningar, tekningar, linoleumsskurð, gipsstoyping og høggmyndalist, og hon hevur gjøgnum árini havt óteljandi framsýningar í Danmark, men eisini fleiri ferðir í Føroyum og er umboðað
Ferðsluvanlukkan í Trongisvági sunnumorgunin hevur nú kravt eitt mannalív. 19 ára gamla kvinnan, sum var einsamøll í bilinum, doyði í gjár á Ríkissjúkrahúsinum. Unga kvinnan kom koyrandi sunnaneftir og [...] síðani á Landssjúkrahúsið, men seinnapartin sunnudagin varð hon flutt niður á Ríkissjúkrahúsið. Har hevur hon so latið lív í gjár, sigur løgreglan í morgun. Løgreglan veit enn ikki, hví vanlukkan hendi, men
kortum gistingarhús upp í heimbýnum Funchal, og nú hevur flogvøllurin á Madeira fingið nýtt navn. Flogvøllurin, sum verður roknaður sum trupul at lenda á, hevur verið kallaður Madeira International, men nú skal
Joensen heldur fram sum formaður í Havnar arbeiðsmannafelag í tvey ár afturat. Havnar Arbeiðsmannafelag hevur aðalfund leygardagin 21. mars og tá er eisini formansval á skránni. Men uppskot til formansval skulu [...] heldur fram sum formaður í tvey á afturat. Í Havnar Arbeiðsmannafelag eru einir 800 limir og limatalið hevur ligið støðugt seinastu árini.
gjørt tað, sum eingin hevur megnað áður, so vítt nakar veit. Teir hava verið á øllum teimum fimm tindunum í Tindhólmi og so vítt nakar veit, er hetta fyrstu ferð, at nakar hevur verið á øllum tindunum
Ian Andersen hevur um vikuskifti tikið lut í PGK-Z Kart altjóða meistaraskapinum í Misano í Italia. Hendan kappingin er liður í fyrireikingunum hjá honum til heimsmeistarakappingina, sum verður í Italia [...] skjótastu tíð, meðan hann endaði á øðrum plássi í tí, sum nevnist standard kart. Ian Andersen, ið hevur røtur í Runavík, flutti til Danmarkar sum ungur, men segði herfyri við Netávísina, at hann enn kennir
Djurhuus (myndin) rekur. Tað sæst aftur í café´ini, at Olga Maria Djurhuus hevur verið búsett í Fraklandi nøkur ár, og hevur fingið sær íblástur úr Fraklandi. Tó er tað meira tað siðbundna, og ikki tað
og teirra framferðarhátti, so er Ingi Sørensen ein av teimum fáu føroyingum, sum hart og týðuliga hevur gjørt greitt, at hann er ímóti grindadrápi. Tá Pamela Anderson vitjaði her um vikuskiftið, var Ingi [...] Anderson. Hon er serliga kend fyri leiklut sín úr Baywatch røðini. Men hon er eisini kend sum model, og hevur hon eggjað monnum ikki færri enn 14 ferðir á forsíðuni á gitna amerikanska pornoblaðnum, Playboy.
Tað gongur betri hjá føroyska línuskipaflotanum, enn tað hevur gjørt í longri tíð, og eitt nú hevur várið í íslendskum sjógvi roynst væl hjá fleiri skipum. Í síðstu viku var landingarliðið hjá Landing
Albatros liggur við kai. MS Arcadia er frá 2005. Hon er 86.799 tons og góðar 290 metrar til longdar. Hon hevur seks dieselmotorar, ið geva 51.840 kW. Toppferðin er 22 míl. Umborð á Arcadia starvast 976 fólk og [...] Albatros er nakað minni. Hon er frá 1973. Hon er 28.518 tons og 206 metrar long. Hon siglir 21 míl og hevur pláss fyri 812 ferðafólkum.