Cristiano Ronaldo telist millum bestu fótbóltsspælarar og størstu stjørnurnar í heiminum. Hann er ættaður av portugisisku oynni Madeira, sum eisini er kend sum ferðavinnuoyggj.
Ronaldo lat fyri kortum gistingarhús upp í heimbýnum Funchal, og nú hevur flogvøllurin á Madeira fingið nýtt navn.
Flogvøllurin, sum verður roknaður sum trupul at lenda á, hevur verið kallaður Madeira International, men nú skal hann eita Cristiano Ronaldo Airport.
Ronaldo takkaði fyri heiðurin við at leggja eina mynd av sær í sínum privatflogfari út á Twitter við orðunum ”Takk Madeira”.