antin á Tórsvølli ella í sjónvarpinum sóu slagið móti Estlandi, var tað sjón fyri søgn, at føroyingar í 1. hálvleiki fingu tvey gul kort, og at tað vóru nøvnini á nummar ellivu, John Petersen, og nummar sjey [...] Petersen og Sámal Joensen vórðu sendir til hús, vórðu boð send eftir Bartali Eliasen úr GÍ og Rógva Jacobsen úr KÍ. Bartal er miðverji, og Rógvi er miðvallari. Bartal spældi tvær ferðir á landsliðnum á sumri
gjørdist 1-1, tá Skálamaður sendi bóltin í egið mál, eftir gott innlegg úr vinstru síðu, sum varð ætlað tveimum leysum gøtumonnum longri inni í brotsteiginum. Esbern Jacobsen gjørdi tað til 2-1 til Skála [...] Moises Felipé økti til 5-2, tá hann eftir skjótt spæl fram eftir vøllinum var spældur leysur av Magna Jacobsen og skoraði. Skálamenn royndu at kom afturíaftur, men teir kláraðu bert at gera eitt mál í tíðini
EB/Streymur javnaði, tá Suni Jacobsen skoraði eftir eitt av mótálopunum hjá EB/Streymi. Kaj Eli Olsen, sum hevur verið búsitandi í Danmark, men nú er fluttur heim, gjørdi tað til 7-1 stutt fyri leiklok, tá hann [...] 2. deild menn: LÍF-EB/Streymur 7-1 (4-0) LÍF tók beinini undan gestunum beinanvegin, og restina av dystinum var stundum talan um lætt spæl hjá lorvíkingum, sum eru beint í hølunum á oddaliðnum í 2. deild [...] hann var sum oftast prísgivin, tá lorvíkingar skoraðu. ? Vit kunnu avgera sjálvir, um vit flyta upp í 1. deild, og tað er júst tað, sum vit ætla at gera, sigur Harry Benjaminsen, sum er venjari hjá LÍF.
Føroyar?Litava 0?1 (0?0) EM- undankappingardystur í Tórshavn mikudagin 8. september 1999, kl. 17.00 Dómarakvartett úr Belgia: Eric Romain, Michel Goethals, Fernand Weytens og Eric Blareau UEFA eygleiðari [...] eygleiðari úr Svøríki: Bo Karlsson 420 áskoðarar Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, Herfølge ? 7. Henning Jarnskor, GÍ (14. Heðin á Lakjuni, KÍ, 84.), 5. Hans Fróði Hansen, HB, 2. Óli Johannesen, AGF, 3. Jens Kristian [...] Jákup á Borg, B36, 46.), 10. Todi Jónsson, FCK Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Rógvi Jacobsen, KÍ, 13. Bartal Eliasen, GÍ, 16. Jens Martin Knudsen, Leiftur, 18. John Ryan, KÍ Gult kort: Pól
tað megnaði hann væl. Einar tvær ferðir vóru útspørkini eitt sindur skeiv. Óli Johannesen, AGF, 27/42/1: Var tryggur á aftasta manni, men helt seg fyri tað mesta afturi á vøllinum. Saman við feløgunum í [...] púra blankur, varð kroystur at senda innleggið úr høgru omanfyri málið. Hans Fróði Hansen, HB, 24/10/1: Tykist vera vorðin bólttryggari, enn hann áður hevur verið. Avrikið líktist annars nett tí hjá hinum [...] fekk ein snudd, sum hevði við sær, at hann lá uttanfyri í tveir minuttir. Øssur Hansen, B36, 28/34/1: Hevði fingið plássið á vinstra vongverjanum aftur og spældi við royndunum, sum hann hevur. Álopsparturin
Røktarheim: kl. 14.30, Hans Eiler Hammer Kvívík: kl. 12, Marjun Bæk Kollafjørður: kl. 11, Martin R. Jacobsen Fuglafjørður: kl. 11, altargangur, Peter O. K. Olofson (Innsavnan til sunnudagsskúlan í Fuglafjarðar [...] Sunnudagsskúli, kl. 18: Møti, Thomas Thomassen, Teir 4 syngja. Týskvøldið kl. 20: Bíbliutími. Tekstur: Jóh. 1, 35-51. Sverri Steinhólm. Frelsunarherurin Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti, Major Thåland talar. Kl. 18: [...] Barnamøti kl. 17. Evengeliskt møti í Runavík Evangeliskt møti verður leygardagin kl. 19.00 v/ Pola Jacobsen. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 19.00: Møti. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 11 verður
dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3900 gr. 1. september fingu Sunnleyg og Janus Rasmussen, Norðragøta, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3300 gr. 1. september fingu Erika Knudsen og Karstin Joensen [...] Nygaard, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3550 gr. 5. september fingu Elken Jacobsen, Skálabotn og Dan Eliasen, Fuglafjørður, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4810 gr. 5. september
beinkinum í 1. deild og onkuntíð hava verið millum teir fyrstu ellivu, John Thomsen hjá ÍF, sum hevur spælt í 1. deild, Jón Róa Jacobsen og Vagnur Mohr Mortensen úr HB, sum hava verið í 1. deildarhópinum [...] umfarið í 1. deild verður spælt leygardagin. Spælararnir Jógvan Martin Olsen hevur ikki enn endaliga tikið liðið út. Onkur ár hava nógvir spælarar í 1. deild verið á liðnum, t.d. vóru Rógvi Jacobsen, Heðin [...] fríggjadagin 1. oktober. Trupulleikin, sum landsliðsvenjarin skal loysa og harvið fáa at ganga upp, er, at síðsta umfarið í 2. deild verður spælt leygardagin 25. september og næstsíðsta umfarið í 1. deild verður
1. deild NSÍ-KÍ 1-3 (1-2) Líkindini vóru góð, og tað var einki at siga til, at lagið var gott á teimum fleiri hundrað klaksvíkingunum, sum sunnudagin vóru kring vøllin við Løkin í Runavík. Teirra lið vann [...] løtu í 1. hálvleiki, tá teir vóru komnir framum við hepnum máli. NSÍ liðið var ikki so lítið umskipað. Arnfinn Langgaard var á sentrala miðvøllinum saman við Kára Hansen, og Jákup Martin Jacobsen og Bergur [...] eftir at Arnold Joensen hevði sent horna úr høgru og Rógvi Jacobsen hevði vunnið luftbóltin, og nakrar minuttir seinni skoraði Rógvi Jacobsen, sum var hin stóri spælarin hjá klaksvíkingum, besta málið
Edmund Jacobsen ? Jan Petersen, Marlon, Jákup Djurhuus, Janus Thomse, Messias ? Øssur Jacobsen, Marcelo VB: Bjarni Johansen ? Palli Augustinussen, Mikael í Lágabø, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen, Jón Gærdbo [...] 1. deild menn: B68-VB 0-0 (0-0) Hvørki B68 ella VB kláraði at gera mál, tá liðini spældu á grasvøllinum á Svangaskarði sunnudagin. Heimaliðið hevði nógvar naskar royndir í seinna hálvleiki, og teir hildu