eg skuldi gera mítt til, at tey sum kortini høvdu keypt sær atgongumerki til konsertina fingu fart (eisini sjálvt um tey ikki høvdu rætt til ókeypis ferðing). Eg ringdi síðani til teir sum vanliga taka [...] byrjaði »trupuleikarnir« leygarkvøldið. »Húsini« kunnu kanska hava 14 dagar til 3 mán. + 6 til 10 fólk at gera ljóð, ljós og pall til tílíka konsert sum tann á Kambsdali, eg kann gera tað einsamallur upp á [...] mær, at tríggir bussar fara at standa klárir og taka ímóti fólki (120 sitandi tils.) Í góðari trúgv kann eg nú fara avstað til Kambsdalar og leggja mína orku í at veita eina vónandi góðskugóða og yrkisvenda
meldaður til løgregluna og tískil heitti løgreglan á almenningin um at hjálpa sær at finna mannin fyri at fáa greiði á, hvat búði undir. Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroy, sigur, at síðani hava tey fingu nakrar [...] havt samband við bilføraran, men hann hevur sagt, at einki búði undir uttan at hann hevði bjóðað sær til at koyra teir. Jaspur Vang sigur, at sostatt hava tey ikki staðfest, at nakað brotsverk er farið fram
TB-LÍF 2-3 (0-1) Vónirnar hjá TB um at endurvinna oddasessin fingu eitt rættuligt skot fyri bógvin longu tíðliga í fyrra hálvleiki í dystinum móti LÍF. Tað vóru ikki spældir meira enn einir 20 minuttir [...] og hetta fekk LÍF tá hálvleikurin var á leið hálvrunnin. Eitt hornaspark fekk loyvi at dala niður til Petur Sjúrðarberg, sum staddur heilt inni við málið fekk skumpað bóltin seinasta teinin í málið. TB [...] Mortensen javnvág í vágskálina, eftir at hann var farin einsamallur gjøgnum LÍF verjuna. Støðan helt sær til einir 20 minuttir vóru eftir. Tá megnaði LÍF innan tríggjar minuttir at skjóta tvey mál. Í báðum førum
øki 3L verður stongt fyri fiskiskapi í tíðarskeiðnum frá 15. september til 30. november. Um komandi NAFO fundurin ikki kemur til eitt fyri Føroyar nøktandi úrslit, fara føroysku skipini eftir ætlan at [...] kvotan, sum tá var 6000 tons býtt soleiðis, at Kanada fekk 5000 tons, meðan hini limalondini í NAFO fingu 1000 tons. Seinni er kvotan í 3L hækkað, soleiðis at hon ídag er 13000 tons, harav 2.167 tons sambært [...] Grønland fór at gera nýtslu av rættinum í NAFO viðtøkunum um at áseta sær egna kvotu. Kvotan varð sett til 1344 tons og er neyvt roknað eftir einum frammanundan ásettum metingarstøði, har søguligur fiskiskapur
møguleikin, tá tað kemur til uppstilling til komandi løgtingsval. Og sjálvt um ongar ítøkiligar ætlanir í løtuni eru um at stilla upp, so kann nógv sjálvandi broytast fram til januar, sigur Rodmundur Nielsen [...] men tað eydnaðist okkum ikki áðrenn evstamark blaðsins. Hinvegin fingu vit fatur á Rodmundi, og spurdu hann, hvussu bleiv við uppstilling til komandi løgtingsval, og kanska serliga á hvørjum lista hann í [...] standa. Tekur tað róligt - Eg havi onga støðu tikið til nakað sum helst enn. Í løtuni er tað virkið, ið upptekur meg, men tað er sjálvandi long tíð til januar mánaða og løgtingsvalið, sigur Rodmund Nielsen
tí góða.Framførslan er gjørd til ólavsøkugestirnir, og ætlanin er ikki at fólk skulu sita so leingi. Tað er so nógv at fara til, og flest okkara vilja uppliva so nógv sum til ber, hesar dagar. Samanumtikið [...] taka støðu til tað, sum fer fram á pallinum. Kabarett er leikur í brotum, helst eisini góður tónleikur, sum fær brotini at hanga saman so tað glíður lættari niður. Hesar fortreytir vóru eisini til staðar í [...] møguleika at royna seg við tílíkum, sum ikki er innflutt uttanífrá. Teir, sum hava skrivað til kabarettina, gjørdu sítt til onkra áhugaverdu løtuna, men best hevði verið, um meira tilkomin fólk eisini vóru við
mótstøðumonnunum og so pøstir, at teir gjørdu eina rúgvu av mistøkum, sum mótstøðumenninir eirindaleysir fingu sær fyrimun av. Og so minnir venjarin á dystirnar móti Finnlandi á útivølli í 1994 og á heimavølli [...] høvdu roknað við, og eg haldi ikki, at teir vóru serliga vandamiklir. Tað var sera harmuligt, at teir fingu eitt bíligt mál. Eg haldi, at Jákup Mikkelsen gjørdi tað, sum hann átti at gera í hasari støðuni. [...] róst teimum øllum somlum. Talan var fyrst og fremst um eitt liðavrik, har allir spælararnir hildu seg til tað, sum vit høvdu avrátt frammanundan, og tað eri eg nøgdur við. Men eg haldi ikki, at framrættaða
verið niðri í umleið eina viku, tá tilburðurin fór fram. Dóttirin og maðurin fóru til arbeiðis. Petra nýtti so høvi til at leggja seg aftur eina løtu. Alt húsið var læst, men eitt lítið vindeyga stóð á [...] sjálvsagt fingu boð um tilburðin beinanvegin, og at Petra hevði tað gott. - Men vit vóru sjálvandi øgiliga kløkk, sigur hon. Signy leggur aftur at, at tað fyrsta Petra segði, tá hon kom inn aftur til sín sjálvs [...] á vitjan hjá Petru hendan morgunin, er dóttir Petru Signy eisini har. Eg verði boðin inn í stovuna til ein kaffimunn. Ein sera hugnalig og fjálg stova. Og vit práta um leyst og fast, áðrenn vit byrja at
út í danskan innanríkispolitikk. Hetta var so eisini tað hann og javnaðarflokkurin fóru til val uppá - og fingu eina dygga álitisváttan frá veljarunum afturfyri. HETTA er sama støða hann tók eftir valið [...] orsakað av tí harðrendu støðu, hansara egni bróðurflokkur í hevði til føroysk mál, so hevur danski javnaðarflokkurin á ongan hátt nakran rætt til at krevja nakað sum helst frá einum føroyskum fólkatingsmanni [...] borgarliga og tann sosialdemokratiska leirin. At hann tó meldaði út, at hann ætlaði sær ikki at vera við til at fella eina javnaðarstjórn byggir fyrst og fremst á, at Jóannes Eidesgaard vil hava hesa stjórn at
heldur enn at neyðstødd fingu hesar peningaupphæddir til góðar í staðin fyri. ? Eg var svangur, men...? Men tað flottasta av øllum er, at bíblian sigur klárt, at øll, ið halda seg til lógverk, eru undir banni [...] støði enn móselóg, og politikkarar fara ongantíð at koma upp til knýggja á smíðarunum á móselóg, hvørs lóg als ikki kundi nýtast allíkavæl til frelsu, bjarging og bata í samfelagnum. Tí, var Móselóg bert [...] døgum júst tað sama? Men lóggevingin í Føroyum gevur einamest ágóða til politikkararnar sjálvar við familju, men annars ikki tað stóra til hini, tíverri. Eins og ísraelsfólk í forum høvdu Móselóg, so hava