sambandi við ta óvissu, ið hevur tikið seg upp um suðuroyarsiglingina, nú Smyril skal til árligt eftirlit og annað viðlíkahaldsarbeiði skal gerast, eru vit fleiri úr andstøðuni í løgtinginum, ið vilja gera vart [...] Hetta er jú fyrsti størri trupulleikin, ið stendst av skilaleysu søluni av Teistanum. Men vit vilja fyrst av øllum skjóta upp, at kannað verður um ikki hesin trupulleikin kann býtast upp í tveir partar: 1 [...] eftirlitið mangan bert hevur tikið 5 arbeiðsdagar. Smyril hevur siglt úr Suðuroynni mánamorgun á Havnina og síðani á dokkina á Skála. Hann hevur siglt aftur túrin til Suðuroynna fríggjakvøld í somu viku. Um
dysturin hjá kvinnunum hetta vikuskiftið er í Havn millum nummar tvey og trý, Kyndil og Neistan. Hesi bæði liðini hava spælt fleiri javnar og spennandi dystir í ár, ikki minst í steypafinaluni fyri einum góðum [...] úti hetta vikuskiftið, og hóast Stjørnan er niðast og StÍF ovast, kann hetta gerast ein lumpin dystur fyri strandakvinnur. Men StÍF-kvinnurnar kunnu sjálvar avgera sína lagnu, og um tær vinna á Stjørnuni [...] sunnudagin, og Kyndil og Neistin samstundis spæla javnt í Havn, er StÍF føroyameistari hjá kvinnum. Men um nú Kyndil vinnur á Neistanum í morgin, kann seinasti dysturin í kappingarárinum millum StÍF og Kyndil
heysti 1992 var byrjanin til at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark kølnaðu. Seinni er komið fram, at handfaringin hjá stjórnini - fyrst hjá borgarligu Schlüterstjórnini, seinni hjá Nyrupstjórnini ikki [...] meðan Marita Petersen var løgmaður - og er tað í hesum sambandi, at føroyingar rættuliga kenna seg snýttar. Hetta hevur ført til, at viðurskiftini millum danska og føroyska Javnaðarflokkin nærmast vórðu [...] veingin og vinstraveingin var so tepur, at føroyski fólkatingsmaðurin kundi avgera, hvørja stjórn danir skulu hava. Tí stóð Jóannes Eidesgaard í eini tvístøðu - um hann skuldi fella Nyrup og trúgva upp
verða kallað saman og eigur løgmaður at fáa eina misálitisváttan fyri tað hann hevur gjørt. Ger tingmenn ikki tað, so hevur tingið deponera sína egnu makt mótvegis útinnandi valdinum. Og tað ber ikki til [...] -Tingið eigur at verða kallað saman alt fyri eitt, og allir tingmenn - uttan undantak - eiga at geva løgmanni eina misálitisváttan. Hetta sigur ein politiskur eygleiðari, ið ynskir at verða ónevndur, við [...] sterkasta amboðið hann kann brúka móti lóggávuvaldinum, sum er tingið. Hetta amboð er at skriva út val og senda tingið til hús. Løgmaður hevur sagt, at hann var noyddur til at gera hetta, tí hann ikki fekk
Noomi og Danjal eisini gjørdu tað, altíð fór tú inn á gólvið har uppi fyrst, tá tú kom aftur av skipi, síðani oman gjøgnum bøin við klæðsekkinum á rygginum fyri at verða ynsktur vælkomin heim og umfevndur [...] spardi ikki teg sjálvan. Í nógv ár sigldi tú norðuri í Klaksvík við Seglhússkipunum, bæði ísfisk og saltfisk, og dámdi tær ógvuliga væl at sigla við hesum skipum. Steðgurin var ikki altíð so langur millum [...] tá tú sigldi við teimum. Alt her á jørð hevur tíð sína, og nú var so eisini títt tímaglas runnið út. Hesa seinastu tíðina sigldi tú við trolara og dámdi tær tað væl, yvir 30 túrar út í eitt ? vart tú við
listan í sínum valdømi, sigur Atli Hansen, at tað veit hann ikki. Listarnir skulu fyrst verða klárir um einar 14 dagar, og so fæst at vita, hvussu leikur fer. Hann veit heldur ikki, hvat fer at henda í tinginum [...] flokkinum, og tað skal ikki standast á mær, at skapa henda friðin, sigur Atli Hansen. Heldur ikki Suni Jacobsen, sambandstingmaðurin í Vágunum, hevur nógv at siga. Hann metir seg eins góðan sambandsmann og áðrenn [...] Sambandsflokkinum síðan hann var 20 ára gamal, og er rætiliga harmur um at verða skýrdur fólkafloksmaður av løgmanni. Tað er burturvið. Um Edmund Joensen skýrir meg og allar hinar í flokkinum, sum ikki taka
máltíðir, morgunmat, døgverða, millummála og náttúrða, sum nøkta orkutørvin hjá einum húski við ávikavist tveimum og fýra børnum og hjá einum einsamøllum fólki. Og tær halda, at hetta skuldi givið eina álítandi [...] fólki. Matur, sum nøktar tørvin á orku og føðsluevni, ið kroppurin hevur brúk fyri, hevur alstóran týdning fyri heilsuna og trivnaðin báði hjá børnum, vaksnum og gomlum. Trygdin fyri at fáa hesi føðsluevni [...] føðsluevni er, at maturin er fjølbroyttur. Og maturin er fjølbroyttur, táið grónmatur, epli, grønmeti, frukt, mjólkarúrdráttir, og /ella mjólk fiskur og/ella kjøt er við í gerandiskostinum. Alt verður keypt
nakrantíð. Og hann bjóðaði seg aftur fram sum samráðingarleiðara fyri Føroyar í einum bankamálið, sum farnu vikuna hevur flotið í óvissuni, eftir at Edmund Joensen skrivaði út løgtingsval og annars segði [...] fundin í gjár. ? Eg eri eitt sindur í ørviti av hesum. Í farnu viku fór løgmaður á tingsins røðarapall og kunngjørdi fyri tinginum, at hann kann ikki standa á odda fyri samráðingunum við danir í bankamálinum [...] taka undir við løgmanni, sum samráðingarleiðara kortini? ? Latið okkum nú fara á fundin við løgmann fyrst, men eg má siga, at eg havi sera lítið álit á honum sum er. Tað sama sigur formaður Tjóðveldisfloksins
Hann segði millum frá, hvørjar royndir tey hava gjørt í Danmark. Her vóru fyrst og fremst royndirnar at ung upplýsa ungum og at ung fáa útbúgving innan økið, sum høvdu givið úrslit, sigur Poul Jacob Thomsen [...] í nógvum førum heilt øðrvísi í Danmark í mun til í Føroyum og tí ber ikki altíð so væl til at sammeta, sigur Uni Vestureið, politikommiserur og limur í Rúsdrekka & Narkotikaráðnum. ? Til dømis vísti Lars [...] eina góða positiva barlast, og sum kunnu bera nakað av teirra vitan víðari til onnur, sigur Uni Vestureið. ? Men fyribyrgingin má gerast í fleiri liðum fyri at tað skal eydnast. Og tað er nógvir ávirkanir
avtaluni latast 1. apríl, tann næsti fyrst í november, meðan tann seinasti skal latast fyrst í apríl mánað næsta ár. Onki hóvásták varð gjørt burturúr at báturin varð flotaður, og Poul Mohr vantar heldur ikki