meira og meira dælt av hesum. Vit kunnu spyrja, hví so er. Í Eygsjón var svarið, at tað er valskipanin – tað at Føroyar eru eitt valdømi, sum er orsøkin til, at sjálvsøkni fyllir meira í føroyskum [...] sína lutfalsligu orsøk. Men ein annar stórur trupulleiki er, at flokkarnir í sær sjálvum eru ov veikir. Meðan almenna umsitingin er støðugt ment, so eru politisku flokkarnir skipaðir eins [...] Onglandi, í Noreg og í Danmark. Hví skal tað so ikki bera til í Føroyum. At tíðin er farin frá ávísum flokkum, tað er fjas. Tað snýr seg bara um at duga at halda fokus – og duga at hava samband við fólkið
mánaðirnar, tá samgongan hevur skrykt grundarlagið undan lágløntu fakfelagsfólkunum í ólukkumát. Eitt er skattalættin til tey ríku, annað er pensjónsskattingin, sum er framd fyri [...] orð – kanska. Men hetta er í øllum førum aðrir tónar enn tað, sum vit hava hoyrt frá fakfeløgunum, síðan hendan samgongan tók við. Nógv er broytt í politikki. Kanska er tað tí ikki so løgið, at [...] vera gott út frá einum fakfelagspolitiskum sjónarhorni. Hugsa vit reint kapitalistiskt, so er tað útmerkað við eini veikari og spjaddari fakfelagsrørslu, sum gongur meira upp í at stríðast
uppskotið tykist vera lagt til viks, so er løgmaður greiður í málinum um fiskidagarnar. Hann sigur, at árligi bardagin um fiskidagarnar skal halda uppat, at fiskastovnarnir skulu [...] togtogan er avgerandi fyri talið á fiskidøgum heldur enn vísindalig tilmæli. Hann sigur semju vera gjørda við Tjóðveldi og Framsókn um at umskipa fiskivinnuna, har endamálið er at gera [...] út í 2018. Annað mál er kommunureformurin – málið um nýggja kommunubygnað. Hetta málið hevur verið skundað ígjøgnum við stuttum hoyringsfreistum í summar, og er nú lagt fram á ting.
Verður hann størstur, so er møguleikin enn meira upplagdur. Men alt veldst sjálvandi um, hvør samgonga verður skipað. Halda Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fram, so er tað so líka til ? um samgongan [...] flokkar eru teir einastu, sum eftir tey 18 løgtingsvalini hava skipað tær sekstan samgongurnar, vit hava havt síðani tá. 12 løgmenn hava verið, fimm sambandsmenn, fýra javanðarfólk og tríggir [...] Sambært øllum sólarmerkjum verður tað Sambandsflokkurin, sum dregur longsta stráið leygardagin. Ilt er at gita, hvør næstur verður. Sambært fólkatingsvalinum verður Javnaðarflokkurin næstur. Men
at syrgja fyri, at røttu bøkurnar eru við, at pennahúsin er dagførdur, og at skúlatingini eru gjørd? – Hvør hevur ábyrgdina av, at barnið er útsvøvnt og hevur fingið morgunmat, tá tað kemur í skúla [...] hesa høvuðsábyrgd. Jú víst er skúlin nógv broyttur. Frá at hava »kæft, trit og retning« sum aðalmál til tann tolsama skúlan sambært fólkaskúlalógini, hvørs uppgáva er við atliti at tí einstaka næminginum [...] fjølbroyttu, persónligu menningini. Tað stendur eisini í lógini, at fólkaskúlin skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag
virksemi hava, meðan gjaldstovustjórin er rótaður upp í fleiri stór partafeløg og helst er meira løntur sum kapitalistur enn almennur stjóri. Málið er greitt: Politikarar vilja ota seg fram [...] Persónar, sum javnan tosa um at fáa marknaðarmekanismurnar at virka frítt, og sum mæla til at reka politikkin á eini sosial-liberalari kós. Eins og við flatskattinum og forskattingini [...] týdningarmikið tað er at hava góð stýringsamboð fyri ikki at fara á heysin, tí hann hevur roynt tað í verki. At geva politikarum alt valdið á fíggjarkervinum er ikki gott. Var tað gott
samtykt á landsfundi í Skopun í vár, so tí er tað kanska ikki so løgið, um onkur freistast til at halda, at málið er viðgjørt innanhýsis í samgonguni. Men so er ikki – í øllum førum ikki sambært [...] valum, tá flokkurin veit, at hetta er at leggja eina granat undir flokkin, og at gera tað beint upp undir tvey val, tað er alt annað enn smart. Spurningurin er so bara, hví flokkurin arbeiðir [...] trúvirðið í veð uppá, at ætlaðu broytingarnar við at leggja sjúkrahúsleiðslurnar saman ikki verða framdar í hesum valskeiðinum, og tað er eitt lyfti, sum hann ikki kann renna frá, og tí
r um alment innlit. Hetta er trý sera áhugaverd og viðkomandi mál. Men tað tykist kortini ikki, sum um Tjóðveldi hevur lagt serliga stórt arbeiði í fyrireikingarnar til málið. Tá Gunvør Balle [...] Hoydal var eisini sera frustreraður, tí tá hann kom á røðarapallin, tímdi eingin at lurta eftir honum – hann tosaði so at siga fyri tómum tingsali. Men tað er so nógv, sum bendir á, at tað ikki [...] Uppskotini snúgva seg um ymsar broytingar í Stýriskipan Føroya. Ein broyting er um fólkaatkvøðu, annur um nýtt løgmansval eftir hvørt løgtingsval – og um almennar nevndarhoyringar, meðan tann
Sum snarljós av himli er tað gingið upp fyri Dia Midjord og Rúna Heinesen, at tær 13 milliónirnar, sum vóru í kassanum hjá útvarpinum, tá stovnarnir vórðu lagdir saman í 2005, nú eru brúktar [...] øllum! Skulu øll starvsfólkini haldast á pínubeinkinum, ella er hetta kensluporno fyri at leggja trýst á politikararnar? At politikararnir eru feikir – og summir óreinir – tá tað snýr [...] mangla í eini fíggjarætlan er peanuts, tá tað snýr seg um at reka vinnu. Men stýrir tú ikki eftir hesum fakta og rationaliserar tilsvarandi, so endar galið. Tað er reinur logikkur. Og at halda
í slokna landskassan, men til skattalætta til tær høgu inntøkurnar. Nú løgmaður er farin at tosa um tilfeingisgjald, so er okkurt sum bendir á, at tað blíðkar fyri hugaðum monnum. Men hetta [...] boð frá veljarunum ávirka politisku skipanina, og tað fær politikararnar at lurta. Gera teir ikki tað, so er fólkaræðið í vanda. [...] 1,4 prosent. Løgmaður hevði ætlað at fáa upp til 200 milliónir krónur meira, men tað gekk ikki. Tí er tað, at vit hava heitt á lesarar okkara um at koma við hugskotum, sum kunnu hjálpa – konstruktivum