hevur bara verið við hálvari ferð. Hann er framvegis plágaður av vøddaskaðanum, sum hevði við sær, at hann noyddist at fara út ímóti TB. Og so er tað komið afturat, at hann hevur brotið ein fingur, so armurin [...] armurin er lagdur í gips. Tí er hann ivasamur í morgin. B68 hevur framvegis ikki tapt í landskappingini. Tað fegnast teir um á Toftum, men teir ásanna samstundis, at burtursæð frá á Sevmýri, har teir vunnu [...] ikki verið, sum tað kann roknast við av einum toppliði. Fróði Benjaminsen er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður seinast. Spurningurin er, um Fríðin Ziskason verður við frá fyrsta bríksli ímóti
kappingina, sjálvandi treytað av at hann hevði súkklað flestar umferðir. Ikki óvantað vann Gunnar Dahl Olsen, og vóru tað drúgvu royndir hansara, ið gjørdu at hann slapp leysur frá Eli Christinnsen, sum [...] sjálvt hjá Gunnari. Jens Sigurd Simonsen kom um málstrikuna sum nummar trí, eitt úrslit, sum vísir at hann eisini er ein súkklari ið dugur er í Gunnar, Eli og Jens Sigurd vóru ein fittan tein framman fyri [...] fýra, ið komu á mál sum perlur á snóri, ein av hesum var unglingurin Dánjal Michaelsen, sum vísti at hann er førur fyri at fylgja við teimum bestu tær 30 ferðirnar niðan Krosslábrekkuna, tyngsta súkkluteinin
áskoðarunum í Parkini, so mátti eisini hann ásanna, at OB snøgt sagt var betra liðið. - Tað er nokk eingin sum helst ivi um, at tað var rætta liðið, sum vann dystin, helt hann fyri, tá vit í meldrinum millum [...] millum leikarar, venjarar og tíðindafólk fingu orðið á hann. Tá tosið fall á, hvat gjørdi munin í dystinum, var hann skjótur at svara, at tað so avgjørt var hugburðurin hjá leikarunum. - Tá liðið hjá tær skal [...] stendur í bókini, so har er helst einki at óttast fyri okkara viðkomandi, sigur Holmstrøm, áðrenn hann at kortini letur eitt skot av móti donsku miðlunum, sum komu við tíðindunum. - Tað er ikki tað. Eg
arbeiðsbólkur skal setast at fyrireika eina byggiætlan, eins og kostnaðarmeting skal gerast, sigur hann. Enn er einki konkret á borðinunm í so máta. Gamla felagið eigur pening standani frá tíðini, tað virkaði [...] heilt góðan mun, sigur Kenneth Rasmussen, og farið kundi helst verið undir at bygt við tí, heldur hann. Kenneth Rasmussen heldur ikki, at tað at byggja eitt mentanarhús í Runavíkar Kommunu nú, fer at skaða [...] skaða aðrar líknandi ætlanir í Eysturoy. Og í kommununi eru eingi møguleikar soleiðis, sigur hann. Tað, sum liggur næst hesum húsinum, er nýggja kappróðrarneystið Inni á Bakka, men tað er mest sum eitt
orsøkin, at hann ynskti at greiða frá, hví hann ikki vil gera viðmerkingar til skuldsetingarnar hjá Tórbirni Jacobsen. Eitt persónsmál Grundgevingin, sum Høgni Hoydal førir fram um, hví hann ikki vil gera [...] Høgni Hoydal velur at síggja skuldsetingarnar hjá Tórbirni Jacobsen sum eitt persónsmál, og slík sigur hann seg ikki gera viðmerkingar til. Politikkur Rúnar Reistrup Formaður Tjóðveldisfloksins hevur verið [...] stevna honum fyri ærumeiðing, valdi floksformaðurin at taka telefonina, tá fjølmiðlarnir ringdu til hann. Tað var tó ikki fyri at gera slætt borð ella reinsa luftina, soleiðis sum fyrrverandi løgmaður Jógvan
tað haldi eg ikki er rætt. Jógvan Adolf Johannesen sigur, at tá ið hann kom, vóru tvær skúlastovur í erva og ein í kjallaranum, men hann fekk so eina skúlatovu afturat. Harafturat var alt skúlaøkið sprongt [...] fáa pening. Hann sigur, at veruleikin er, at Skúlin í Skopun var so væl útbygur og útgjørdur sum nakar skúli í oynni. Tí Heldur Jógvan Adolf Johannesen als ikki, at skúlin var forsømdur. Hann kennir heldur [...] hvussu aftaliga skúlin var, tá ið hon kom. ? Tá ið eg kom har, var m.a. Niels W., Poulsen har og hann var heldur ikki hvør sum helst. ?Men tá ið Ingun Simonsen ferð eftir ferð førir fram, hvussu illa
vórðu latin upp í gjár og Landsverkfrøðingurin fer nú at kanna tilboðini nærri og í næstu viku væntar hann, at samráðingar verða tiknar upp við tað byggifelagið, sum hevur tað besta tilboðið samanlagt. Fýra [...] tilboðunum eru ymisk fyrivarni, sum vit skulu leggja upp fyri, áðrenn vit taka søtðu til tilboðini, sigur hann. Oyvindur Brimnes sigur, at nú skal gerast upp, hvat øll tey ymsu fyrivarnini hjá teimum ymsu byg [...] við tað byggifelagið. Landsverkfrøðingurin væntar, at tær samráðingarnar kunnu byrja í komandu viku. Hann sigur eisini, at tilboðini, sum eru komin inn, eru ikki endaligi prísurin fyri ferjuleguna. ?Talan
konserthøli, fer at rúma umleið 1.000 fólkum, sigur hann. Fyrri bygningurin er komin upp at standa og verður væntandi innilokaður seinast í februar. Hann fer at hýsa stóra salinum og verður væntandi klárur [...] klárur at taka í brúk einaferð tíðliga í heyst, sigur Pauli Høj. Hann er í einari hædd við balkong. Annað byggistig verður ein eitt sindur minni bygningur, tó í trimum hæddum. Har verður í fyrsta umfari gjørt [...] Pauli Høj. Men bygningarnir fara ikki at standa samkomuni sum so í nøkrum pengum kortini, greiðir hann frá, tí alt verður fíggjað við sjálvbodnari arbeiðsmegi og gávum frá Guði og góðum fólki. ?Fólk geva
tá ið hann umsitur rúsdrekkamál, og Karsten Hansen umsitur fíggjarmál. Bjarni Djurholm segði í sama viðfangi, at málið nú hevði ligið hjá Karsten Hansen og fíggjarmálastýrinum 3/4 ár, og hann hevði eisini [...] ikki ætlar sær at leggja nakað uppskot fyri tingið, fyrr enn hann fær hetta uppfylt. Karsten Hansen hevur starvast sum løgreglumaður, og hann sigur seg kenna málið hiðaniífrá eisini. -Er tað knapliga vorðið [...] staðfestir Karsten Hansen. Kenna støðuna Hóast Karsten Hansen hevur fingið eitt tilmæli, so hevur hann ongar ætlanir um at fara víðari við málinum ? í øllum førum enn. ?Eg fari ongan veg víðari við málinum
Jón Danielsen var á Skipasmiðjuni á Skála í tvey ár, og undan tí var hann átta ár í starvi hjá byggifelagnum J&K Petersen, har hann millum annað hevði ábyrgdina av arbeiðinum, felagið gjørdi í Íslandi [...] stóra arbeiðið, sum Arcticon fer undir, er ein nýggjur smiðjubygningur hjá Tórshavnar Skipasmiðju. Hann skal reisast har, Fiskacentralurin í síni tíð var. Gamla Fiskacentralin hevur Arcticon tikið niður [...] her hjá okkum sjálvum og úti í heimi. Smáar fyritøkur við 8-10 monnum duga ikki í slíkum høpi, vísir hann á. Tað fer ov nógv tíð til annað enn tað, tann ávísi skal gera. Eitt nú at teknikararnir brúka upp