tilbúnir at halda stevnu og teir gleða seg til at taka ímóti stevnugestunum Og at stevnugestirnir verða nógvir, sást longu hósdagin, tí longu tá var nógv fólk komið til Vestmanna, so Poul Sigurd Poulsen ivast [...] fullum álvara. Kloakkir eru gjørdar, hús eru málað, bygdin er hampað og nosslað og menn hava asfaltera til langt út á næturnar fyri at alt skal vera tipp - topp. Og Poul Sigurd Poulsen, sum er høvuðsfyrireikari [...] hvussu stevnan fer at hilnast. ?Seinast, stevnan var í Vestmanna fyri fýra árum síðani, var avbera ringt veður, so nógv av tiltøkunum miseydnaðist fullkomiliga. ? Eitt nú var dansur í einum tjaldi á bryggjuni
reallønarhækking, tá ið slíkur skattalætti verður givin til ávísan yrkisbólk. ? Landsstýrismaðurin hevur jú sagt, at rentufrádráttur verður lagdur um til útgjaldsskipanir, og sum grundgeving hevur hann sagt [...] At veita fiskivinnuni stuðul - hesaferð sum skattligan frádrátt til sjófólkið. Vit hava ikki spurt samfelagsfrøðingin, um tað er rætt ella skeivt at geva sjófólkinum frægari sømdir, men vit vilja hava [...] er ósunnur. Studningurin førir við sær ov stórt kapitalapparat - at vit fáa ov stóran flota í mun til tilfeingi. Hetta førir aftur við sær, at fiskastovnarnir verða niðurfiskaðir, og at tað verður ómøguligt
og goymast, og var hann eisini sera sparin, tá tað kom til seg sjálvan. Hesum flentu vit ungu ofta eftir. Men har var onki óført, tá tað kom til familjuna. Tá var ongin prísur og høgur. Um tað var ein [...] vóru tað gleðiboð, tá tey gjørdu av at flyta til Havnar at vera nærri familjuni. Abbi plagdi at siga, at tað var tað besta, tey høvdu gjørt, at tey fluttu til Havnar. Og hóast vit ofta tosaðu um húsini í [...] próvtøkur vóru. Harumframt arbeiddi abbi á fornminnisavninum sunnudagar og omma plagdi at binda til Heimavirkið. Tíð til okkum høvdu tey tó altíð. Tað fall abba øgiliga tungt at missa ommu. Serliga um jólini plagdi
Guðruna. Seinni í gjárkvøldið ringdi eg aftur til Helga og prátaði við hann um hendingina í Norðsjónum – dagin fyri allahalgannadag. - Veðrið var ringt. Tað var ódn og ringur sjógvur, sum tað oftari er [...] móður og troyttur slapp sær út í bilin uttan, at vit gáaðu um tað. Tá høvdu vit neyvan lagt merki til hin seinna heldur – og so fingu vit onga mynd av teimum báðum saman við konum teirra. Fólk byrjaðu [...] - Tað, sum ikki lá eftir av leysum á brúnni, var komið "drønandi" niður í kamarið, sum hann tekur til. Helgi sigur, at tað fyrsta, hann hoyrdi Alfred siga, var at biðja um at fáa fólkið upp á brúnna, so
Mær dámar væl at hyggja at mentanarreportasjum og ganga til sjónleik, greiðir Malan Marnersdóttir frá. Tá hon er stødd uttanlands nýtir hon høvið til at ganga á ymiskum listasøvnum, og hóast hon sigur seg [...] seg ikki hava skil fyri tónleiki, dámar hon væl at ganga til operu. Akademiski heimurin Í 1983 flutti Malan heim aftur til Føroya at arbeiða á Fróðskaparsetri Føroya. Tá vóru bert tvær føroyskar kvinnur [...] føroyska skaldsøgan varð givin út í 1909, og fram til 1999 komu í alt einar100 skaldsøgur út. Hugsar tú um fólkatalið í Føroyum, haldi eg ikki, at støðan er so ring, sigur hon. Spurd, hvussu dygdin er á føroyskum
kanska onki galið í, men vit mugu fyrihalda okkum til hvat skal liggja eftir. Gestur peikar samstundis á, at hann ikki er í iva um, at ein orsøkin til, at føroyska alivinnan hevur roynst væl, er júst tað [...] vaksandi vinnan, og hon hevur fleiri røddir hava verið frammi um, at alivinnan møguliga fer at vera við til loysa matvørutrupulleikan í serliga triðja heiminum. Fjølbroytt verkætlan Gestur Hovgaard, ið stendur [...] síggja møguleikan í at framleiða ein so góðan fisk so bíliga sum gjørligt, meðan tey ivasomu taka atlit til teir umhvørviskostnaðir, ið kunnu standast av at "framleiða" ein tílíkan laks. Samfelagsliga granskingin
vørubilin hjá Snikkaravirkinum til instrumentini, og so kundu tey standa í honum, til tað lá fyri at fáa tey út til Nólsoyar. – Um nátturðatíð ringdi Jógvan Jákup út til mín. Tað vísti seg, at bilurin [...] var ongin kreppuhjálp. Hvussu taklaði tú saknin eftir Jógvan Jákup? – Eg minnist, hvussu ringt tað var at fara til mammu Jógvan Jákup. Hon sat einkja. Jógvan Jákup átti tríggjar beiggjar, tveir eldri og [...] og hon og Jógvan Jákup vóru í familju og vinir. Jógvan Jákup var ein drongur, sum tú legði merki til: eldreytt, vakurt hár, ílatin seinasta 70-ára móta, smílandi og vinarligur. Bert 19 ára gamal var hann
at einki bar til, og at stongt var fyri honum. Tá ið maðurin varð handtikin, tók politiið alt frá honum, men politiið hevði gloymt at tikið ein multiknív úr tasku hansara. Maðurin fór so til skrivstovuna [...] at eldur var í ringdu tey til politiið. Sløkkiliðið sløkti eldin, og politiið fór at leita eftir tí, sum hevði sett eld á. Meðan politistarnir leitaðu, ringdi maðurin sjálvur til politiið og segði, hvat [...] av órættvísinum. Hetta minnir mest um politikkin í USA, segði maðurin. Tá ið hann ikki slepp inn til bankastjóran, fór hann aftur um húsini og inn í ein gamalt úthús, sum stóð har. Hann royndi at festa
segði bara, at eg koyrdi lastbil, eg tordi ikki at siga, at eg læs til pedagog. Og tá eg endiliga fekk tikið meg saman og sagt, at eg læs til pedagog, so minnist eg at ein speiskur maður hugdi upp á meg og [...] – Tað skal lítið til at fella uttan fyri normin í Føroyum. Tað sigur Ingvald á Kamarinum í drúgvari samrøðu í Sosialinum, har hann greiðir frá sínum trupla barndómi, sum varð merktur av misrøkt, kynsligari [...] sviki, drykkjuskapi, sálarsjúku og kynsligari misnýtslu. – Tað var eitt sindur undarligt, tá eg kom til Danmarkar í 1991. Eg hevði aldrin hugsað tankan, at eg skuldi fara at arbeiða við børnum, sum høvdu
sum kenna til og fáast við tjóðskaparligan og altjóða búskap. Ja, landið verður í dag meiri mett sum eitt menningarland, enn eitt nútíðarsamfelag í 21. øld. Sagt verður, at støðan er so ring, at bert lond [...] spent, bæði so og so, tí henda seinnapartin fríggjadagin í farnu viku er altjóða búskaparkreppan komin til hansara: Hann er spentur sálarliga, tí spurningurin er um hini, frammanfyri í køini fara at taka allan [...] hann sleppur framat diskinum, áðrenn bankin letur aftur klokkan 21! Tað eru tíbetur enn nakrir tímar til handlarnir í miðstøðini lata aftur, men hetta hevur neyvan, fyri ikki at siga als ikki, hansara áhuga