einki út hjá føroysku alivinnuni. Ein samanrenning av ILA-sjúku og vánaligum prísi á heimsmarknaðinum hevur sett síni spor, og tey útvið 800 fólkini, ið starvast innan føroysku alivinnuna, eru í vanda fyri [...] út, síðani 1986. Í fjør vóru 7.5 milliónir laksasmolt sett út, so ikki kann sigast annað, enn tað hevur gingið ógvuliga skjótt tann skeiva vegin. Tøkan av laksi fer í botn Við tað at smoltið vanliga verður [...] nógv minni virksemi á teimum ymisku kryvjivirkunum kring landið. Nýggjar metingar, ið Fiskaaling hevur gjørt vísa eisini, at tøkan av laksi fer at minka munandi næstu árini. Í kruvdari vekt var tøkan størst
Men nú hevur Alzheimer-felagið eisini tikið stig til at lata eina miðstøð upp í Havn fyri minnisveik og teirra avvarðandi. Eisini á tí heiminum verða pláss fyri umleið 10 fólkum. Felagið hevur søkt býráðið [...] Mohr, forkvinna í Alzheimerfelagnum, sigur, at felagið hevur bæði hús og starvsfólk tøkt til sína ætlan. Hon sigur, at verður ætlanin góðkend, hevur felagið fingið tilsøgn um at fáa húsini á Dalavegnum 4 [...] ikki færri enn tveir dagstovnar upp í Havnini, sum eru ætlaði minnisveikum og teirra avvarðandi. Tað hevur fyrr verið frammi, at Tórshavnar Býráð ætlar at gera dagumlætting til minnisveik á Tjarnargarði, sum
egnu starvsfólk, ið eru fegin um teir lættar, heimasíðan hevur skapt í gerandisdegnum. Vit hava sjálvandi satsa við heimasíðuni, men higartil hevur alt peikað á, at vit eisini hava satsað rætt, sigur hann [...] eina heimasíðu, er umráðandi at gera tað við fullum huga - ella als ikki. Tryggingarfelagið Føroyar hevur valt tað fyrra við síni heimasíðu, sum í stóran mun nøktar allan tørv, ein vanligur tryggingartakari [...] tilboð, fáa kunning um produktið og útfylla skaðafráboðan til mest vanligu skaðarnar. Harumframt hevur síðan aðra kunning og aðrar hentleikar, ið fáa tað veruliga at loysa seg hjá tryggingartakarum at
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Poul Schlüter, hevur átikið sær at arbeiða við hesum, og hann er longu komin rættiliga langt. Harvið hevur hann avsannað ta mytu, at í norrønum samstarvi verður meira [...] er tað so, at um vit skulu megna at nýta enn betur ta megi, ið listin hevur, mugu vit hyggja at grannalandin-um, Írlandi. Har hevur dentur verið lagdur á at hjúkla um skapandi list og at geva mentanarøkinum [...] Mentanarsamstarvið millum Norðurlond er fjøltáttað, og hesin táttur hevur tikið seg nógv fram frá seinna veraldarbardaga fram til dagin í dag. Vit hava fylgt við mentanarøkinum hjá hvørjum øðrum og sæð
føroysku umboðnum. Hann minnir á, at Løgtingið hevur einmælt samstykt, at føroyingar skulu søkja um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Men hesum hevur danska stjórnin sett fót fyri. ? Danski for [...] inn á eitt skeivt spor. Og nú mugu vit beina hana aftur á beint. Tað heldur Jóannes Eidesgaard, sum hevur umboðað Løgtingið á Norðurlandaráðsfundi fyrr í hesi vikuni. Jóannes Eidesgaard sigur, at spurningurin [...] forsætismálaráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, hevur boðað frá, at sjálvstøðug, føroysk umboðan í Norðurlandaráðnum er í stríð við donsku grundlógina. ?Tað er eisini í stríð við Helsinkisáttmálan, sum er
spildurnýggjur tanki fyri henni, sum hon ikki hevur hugsað so nógv um, so hennara viðmerking er stutt. Karin Kjølbro sigur, at henni hevur ongantíð dámað og hon hevur ongantíð skilt, at børn og blaðung ganga [...] hon eisini afturat, at fyri henni er tað ikki ókent, at løgreglan hevur tikið børn og ung upp, tí hon veit um dømi, har løgreglan hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at bjarga ungum fólki undan trupulleikum [...] krevjast ongar kvalifikatiónir fyri at seta børn í verðina, og hóast nógv tann størsta fjøldin av børnum hevur tað gott, eru tað eisini mong, sum detta niðurímillum. Men sjálvt um hon heldur, at sjónarmiðið er
Jødarnir rótin til alt ilt Heimskendi grikski tónasmiðurin Mikis Theodorakis hevur komið sær sjálvum í óføri, tí hann hevur lagt jødarnar at vera rótin til alt ilt. Tað var í einari kunngerð, at Mikis [...] olja er í Valhall-økinum enn upprunaliga hildið. British Petroleum, sum er virkið á báðum leiðunum, hevur higartil gjørt íløgur fyri einar 20 milliardir krónur á Valhall-leiðini, sum er beint sunnan fyri [...] størsta elfelagið, Statnett, stendur ovast á svarta listanum. Leiðslan í Statnett viðgongur, at felagið hevur ikki hildið skyldur sínar, men sigur, at um trý ár verða øll viðurskiftini fingin upp á pláss. Danskir
Brandur, at hann hevur altíð sungið nógv. Áðrenn tað varð aktuelt at syngja við millum annað Kulum Rótum, sang Brandur nógv saman við beiggja sínum. Eisini spælir hann kornett, og tað hevur hann gjørt síðani [...] akkord-ljóðføri, sum tú kanst vísa teimum tú arbeiðir saman við, hvat tú vilt við tónleikinum. Eisini hevur Brandur verið við í bólkinum Faroe Teens. Teir vunnu millum annað árligu Pop Top konsertina í fjør [...] nógv størri avbjóðingar, enn hon hevði fingið áður. Ein stjørna Hóast hann bert er 13 ára gamal, so hevur hann longu fingið eitt slag av stjørnustatus bæði millum ungar gentur og dreingir í Føroyum. Men hvat
húsaprísir og sett búskapin upp á kók. Reiðaríðið hevur bygt sínar íløgur í føroysku offshore-vinnuna á verandi umstøður heldur enn á framtíðardreymar, og hevur soleiðis roynt at satsa so lítið sum gjørligt [...] kannaðir. Sum er hevur Faroe Connector tó úr at gera við at fylgja boriskipinum West Navion, sum nú borar í enskum sjógvi. Fyritøkan ESVAGT-Thor, ið Thor og ESVAGT eiga í felag, hevur ein eitt ára sáttmála [...] Gunnbjørn Joensen, sum millum annað hevur sent síni smærru standby-skip á uppgávur so langt burturi sum í Persisku Víkini og Vesturafrika. Skulu ongan kodda hava Hóast Thor hevur verið í offshore vinnuni síðan
til hvussu gingist hevur hesi árini. I.R.F. hevði eina sera trupla byrjan, og hevði hetta við sær, at felagsskapurin kom at hanga við ovurstórari lániskuld, sum fram til dagin í dag hevur verið haft um beinið [...] beinið, tá talan hevur verið um neyðugar útbyggingar og raksturin annars. Við atliti til, at I.R.F. fevnir um allar kommunur í landinum ? undantikið tó Tórshavnar Kommuna ? og við hesum hevur átikið sær sera [...] stórar skyldur ? so hevur nevndin seinastu árini við jøvnum millumbili vent sær til landsstýrið við áheitan um hjálp til loysnir av fíggjartrupulleikum felagsins. Men higartil hevur hetta verið uttan úrslit