kanska ikki ráð til slíkar kenslur. Og eisini viðgongur Todi, at tað man fara at kennast nakað løgið, nú hann ikki longur skal hava Flemming Østergaard yvir sær. Tá Todi á heysti í 1993 fór til Danmarkar [...] føroyska leikaran, men hetta sigur Todi seg als ikki kunna gera viðmerkingar til. - Um so er, at teir hava verið í samband við FCK, so er tað ikki blivið til meira enn tað. Sjálvur havi eg so ongantíð fingið [...] sokallaðu bonus-upphæddunum. Sjálvur hevur Todi ikki so nógvan hug at gera viðmerkingar til, akkurát hvørji tøl stóðu á pappírinum, men hann sigur tó, at partarnir ikki stóðu so øgiliga langt frá hvørjum øðrum
sum vatnorku, men til tað krevst, at byrgingin verður hækkað og samstundis eitt loyvi til vatnorkuframleiðslu. – Slíkar verkætlanir verða ikki forðaðar av, at SEV eigur rættin til vatnorkuframleiðslu [...] í, at í tí kappingini liggja vit eisini sera frammalaga. Tí dugi eg ikki at síggja, hví vit ikki skuldu fingið longt einkarrættin til vatnorkuna í 50 ár afturat, um endamálið væl at merkja er, at elprísurin [...] aktørar, sum framleiða elorku inn á netið, sum er sentralt stýrt, men Hákun Djurhuus heldur ikki, at tað í Føroyum ber til at skilja netið frá restini av orkukervinum sum eina sjálvstøðuga eind. – Eitt er, at
1912, fluttu til Havnar. Heim teirra í Grønlandi var altíð opið fyri familju og vinfólki úr Gøtu. Inga seymaði, til hon var komin langt upp í árini. Hon seymaði mær og systrunum kjólar til einar páskir [...] vetrar á háskúla, tí hann hevði sett sær fyri at læra til lærara. Tað vóru nógvar umsóknir til læraraskúlan hetta árið, tí var sera spennandi at fara til upptøkuroyndina. Petur visti, at bert tey dugnaligastu [...] gjørdi, at hann ikki frysti í hel hesa náttina. Hann kom at hava stóran alsk til hesa góðu ær. Hann koyrdi hana ongantíð aftur í hagan. Á gomlu húsini á Lakjuni var nokk so lágt niður til túni á tí síðuni
fingu orðið á hann til eitt stutt prát. Sjálvur spælir hann slett ikki badminton longur, og heldur einki av børnum hansara hevur tann stóra hugin til ketsjaran og fjaðurbóltin, so tað er ikki á hvørjum degi [...] sær, og at spælararnir veruliga vildu taka til sín, var eyðsæð. Ikki minst var tað stuttligt at eygleiða innasta vøllin í høllini, har spælararnir fingu góð ráð frá Poul-Erik Høyer Larsen sjálvum. Tað vísti [...] seg, at tá nýggir spælarar komu til, høvdu teir so stóra virðing, at teir næstan ikki tordu at sláa bóltin yvir um netið, men eftir lítlari løtu var alt meira róligt – ikki minst, tí gamli meistarin dugdi
fuglunum veingir og ikki okkum menniskjum. Tí so kundu vit liva eitt perlulív eins og tjøldrini, ið flúgva heim til Føroya á Grækarismessu og til heitari lond á heysti. Men tá ið tað nú ikki skuldi verða soleiðis [...] við øll, kíndi síðumanninum um kjálkan, men sá ikki út til at gera haltari hønu mein. Hon setti veruligan dám á hesa løtu, sum flest øll annars nýta til at vera burturstødd. Øll sótu við einum brosi, og [...] klappar longur, tí ein flogferð er ikki nøkur stórhending. Hon er meira vorðin ein partur av gerandisdegnum. Sjálv klappi eg altíð innantanna og sendi eina takkarheilsu til flogskipararnar - mínar hetjur,
itinum, at tá uppskotið til fíggjarløgtingslóg fyri 1999 var til 1. viðgerð á tingi tann 7. og 8. oktober, varð boðað frá í framsøgurøðu javnaðarfloksins, at flokkurin fór til arbeiðis í fíggjarnevndini [...] játtanin til fólkapensión og aðrar almannaveitingar, eitt nú játtanin til dagstovnar, verður hækkað, at lestrarstuðulin verður hækkaður, at eldrarøktin fær eina nøktandi játtan og at játtanin til bústovnar [...] í fíggjarnevndini hevur umboð javnaðarfloksins fingið vissu fyri, at orsøkin til, at játtanin til bústovnar fyri brekað ikki var við á framlagda uppskotinum, var ein villa í árstølunum. Hetta er nú rættað
samband við fasta sambandið undir Vestmannasundi, ikki verður til nakað. Hann ásannar, at tann peningur, sum partafelagið Vágatunnilin hevur fingið til vega til íløguna uttan um fíggjarlógina, sjálvandi skal [...] arbeitt í Landsbankanum, og er ein teirra, sum dagliga ferðast til Havnar til arbeiðis. Men Landsbankin og Sambandsflokkurin fylla kortini ikki alt lívið hjá Gunnari. Frítíðin verður eisini væl nýtt, greiðir [...] miðvingur, sum fluttur er til Sandavágs, skal brúka sína frítíð í Sørvági, heldur hann ikki vera nakað løgið í. Hann byrjaði sum heilt ungur saman við fleiri øðrum miðvingum at fara til Sørvágs, har spennandi
hann sín prestlærdóm fekk, tann læra ? har sjón fyri søgnina gekk ? hon sló ikki falskar mentir. Hann norðaftur flutti ? til korini trong ? og sum kapellán í árini mong vit í Nesna hann búleika síggja [...] leggja tær bøkur, ið røða um kærleik og sorg, og upplýsing kveikja í smáttu og borg, og - stundum - til fullveldis eggja. Ein dagin var komin - eg gjølla tað sá - ein bók, sum á liti var ljósleitt og grá [...] úr penni er førd av kvívíkarpresti, ið fyrr var, og gjørd, sum borin av innblástri lýggjum. Her er ikki illgongt, tú flýgur avstað úr sýslu í sýslu, tað tykist, sum kvað eitt føroyskt skald her av nýggjum
altíð eitt sindur til avlops, og hesin peningur fór í Sparikassan. Har kom hann teimum til nyttu, tí teir vunnu rentu. Har kom hann Sparikassanum til nyttu, so hann kundi lána pening til onnur. Har kom hann [...] Hetta var teirra peningur. Hesum ráddu teir yvir. Sparikassa ella Banka varð ikki tosað um. Gjaldstova og Almannastova vóru ikki til. Einaferð um ársfjórðingin komu hesir sjokulátabrúnu seðlarnir. Hátíðarliga [...] hann teimum til nyttu, sum skuldu lána peningin, og har kom hann samfelagnum til nyttu við at innlendis kapitalurin kundi vaksa. Tað gekk nøkurlunda til nakað væl út í sjeytiárini. Teir gomlu politikkararnir
at onki mannfólk er við. ? Kanska tola mannfólk ikki at verða argað og tí lata tey standa til, heldur enn at gera nakað við tað, hóast tað kundi trongt til nógva staðni. Moralskur stuðul er altavgerðandi [...] svartast út. Tað heldur Bjørg av Rana á Tvøroyri, sum í vetur tók stig til eitt heldur øðrvísi klænkiskeið. Hon sigur, at tað er ongin orsøk til at feitir føroyingar skulu fara niður á skeið í Æbeltoft í Danmark [...] eru oftani hundadýr. Tað eru eisini góð ráð um klænking í hvørjum einasta vikublaði og kvøldskúlarnir hava klænkiskeið fyri somu fólkum ár um ár. Og tá ið tað ber til at hitta fólk, sum hava verið á klænkiskeiði