Molan. Tað var Silver Cloud úr Bahamaoyggjunum. Við hesum skipinum vóru 300 amerikanskir ríkmenn og ein manning uppá 280. Á Tór-Shipping, sum er umboð hjá skipinum, verður sagt, at hóast veðrið ikki var [...] ferðafólkunum í landi. Hetta er fyrstu ferð, at hetta stásiliga ríkmannaskipið er á Havnini. Tað sigur kanska ikki so lítið um komfortin umborð, at ferðafólkini skulu gjalda upp til 8000 kr. um dagin fyri at
Bjarni Djurholm. Hann er skrivari hjá nevndini og hevur soleiðis verið við í øllum málinum. ? Tað er ein stórur munur, heldur Bjarni Djurholm. ? Eg kann eitt nú siga, at eg haldi eg veit, hvat úrslitið verður [...] kanningin verður gjørd liðug - tað er eingin meining í at hon skal detta niðurfyri, sigur hann. ? Vit hava ein skeringsdag, sum eitur 17. mars 1998. Tá tann dagurin er farin framvið, er alt málið dottið niður á [...] tá føroyingar tóku yvir Føroya Banka frá Den Danske Bank. ? Hetta er so trupulleikin, og tað eru kanska fleiri sum halda, at hetta hevði verið óført, men tað haldi eg ikki, sigur Bjarni Djurholm. ? Vil
kjarnan er at tey privatu skulu taka yvir allar uppgávurnar hjá tí almenna. Ynskir ein at brúka bókasavnið, so noyðist ein at rinda fyri hvørja bók og møguliga eisini fyri at fáa atgongd til lesisalarnar [...] Finnmark enn t.d. í Oslo. Ein Hagen-skipan vil hava við sær at flestu Stórtingsumboðini koma úr Oslo, Bergen og Tróndheimi. Heilsuverkið Framsóknarflokkurin meinar ikki at tað er ein samanhangur millum atgongd [...] loysir seg ikki fíggjarliga at gera nakað við teir. Í dag kunnu fólk innan heilsuverkið vera send út á bygd at arbeiða, men hetta skal avskaffast sigur Hagen. Framsóknarflokkurin sigur í síni skrá at «den enkelte
Ein frálíkur dagur á fjøllunum - og hóast ÍF og B36 høvdu sett stevnu í Fuglafirði um somu tíð, vóru tað fleiri, ið valdu heldur at fara niðan á Skarð at lurta eftir forvitnisligum røðum. Onkur Fuglfirðingur [...] Fuglfirðingur helt fyri, at betur mundi vera at vera í fjarstøðu, so gjørdist skrællið kanska ikki so stórt niðri á fótbóltsvøllinum! Høvuðsrøðarin var fyrsti læknin í Fuglafirði, Jacob Højgaard. At tað mundi
steðgaði altíð á, tá eg kom niðan á Skarð og legði ein fittan stein á varðan. Eg havi fleiri góð minni um Fuglafjarðar Skarð. Um skarðið í nógvum kava Ein seinnapart um 4-tíðina seint á heysti fekk eg boð [...] fekk ein fittan drong seinni á náttini. Jarðamóður var ongin. Rímuligt vóru øll glað, nei, nógv meira enn vanligt tey hoppaðu og dansaðu og fóru við boðum um alla bygdina, at Dora hevði átt ein son. [...] tveir dagarnar, bert ein teskvatt og eina breyðflís av og á. Hetta mundi vera maktaloysi, eg hevði fingið. Eg hevði gingið meg tóman fyri »bensin«. Eg visti, at um eg so bíðaði ein til tveir tímar, so fór
endaði við málleysum javnleiki, sum passaði jugoslavum sera illa. Teir hava nú eins og Spania 20 stig, men hava spælt ein dyst fleiri. Seinasti dysturin hjá Jugoslavia er á útivølli móti Malta, meðan Spania [...] ólíka nógv fyri, var treytin ein stórsigur móti Føroyum. Nú kunnu teir tryggja seg við fýra stigum í tveimum teimum seinastu dystunum, og tað lættir um trýstið á spaniólum og kanska eisini føroyingum, um spaniólar [...] Ein tann størsta og truplasta uppgávan sum føroyska fótbóltslandslið nakrantíð hevur havt, er tann, sum er eftir í ár. Leygardagin 11. oktober skulu okkara menn spæla móti Spania á útivølli, og tað plaga
kirkjuráðslimum. Teksturin sigur frá søguni hjá kirkjuni frá tí, hon varð bygd og fram tl 150 ára dagin. Seinast í bóklinginum er ein grein, sum Moe prestur hevur skrivað. Her sigur hann frá, tá hann sum ungur [...] Í morgin er 16. sunnudagur eftir trinitatis. Hesin sunnudagurin er ein serligur sunnudagur fyri fólkið í Porkeri, sum í morgin fer at hátíðarhalda 150 ára dagin fyri Porkeris kirkju. ? Hátíðarhaldið byrjar [...] kirkjukórið Ljómur fer at syngja. ? Jóhannus A. Næs, sum hevur verið lærari og deknur her, hevur yrkt ein nýggjan sálm til hátíðarhaldið, og tann sálmurin verður sungin, sigur Hilmar Bech. Aftaná verða øll
sangir vóru tiknir úr ella í. Sum áður nevnt hava føroyingar átt hesa dýru ogn í yvir áttati ár. Men ein partur av songunum er eldri enn so. Meira enn hundrað ára gamlir, heilt frá tjóðskaparfundinum í 1876 [...] í formælinum: »?eru upplýsingar um sangirnar, nær teir eru yrktir, hvar teir fyrst eru prentaðir, kanska høvið, teir eru prentaðir til. Orðafrágreiðingar eru settar til tey orð, ið ikki eru vanlig í nú [...] syngja uppúr, og sum kelda til upplýsingar um viðurskifti hjá okkum úr søguni og fólksins lívi. Og kanska kann hon lætta um hjá bókmentafrøðingum, tá ið teir arbeiða við føroyskum bókmentum, at finna fram
hvussu stóran bás hvør fyritøka skal hava. Sum vant verður eisini ein pallur, har mótaframsýningar verða, undirhald, tónleikur, og kanska verður eisini onkur kapping fyri børn. Í sambandi við Handilsstevnuna [...] Ein avleiðingin av kreppuni hevur verið, at seinastu árini hevur ikki borið til at hava handilsstevnur. Eingin orkaði at bjóða nakað fram, og keypiorkan var eingin. Men nú bragdar aftur, og 2. til 5. oktober
teimum plássunum. Men, sum ein greiddi frá í Dimmu 28/8-97, er ongin trygd fyri, at festijørð verður røkt ? heldur ikki á bygd. Skal tað almenna eiga, mugu treytir setast við, og ein fyrisiting óheft av vinnuni [...] festiskipan hoyra ikki heima í hesum nyggja veruleika og mugu tí fáa ein virðuligan enda. Tá ætlanin fyrst í fimti árunum var at skipa ein búnaðarskúla í Føroyum, skrivaði abbi mín, Eyvind Dalsgaard, sáli [...] til ber ikki at gera skuldina galdandi móti festarunum beinleiðis. Hetta má vera ein misskiljing, tað ber ikki til, at ein almennur grunnur hevur lánt pengar út uttan persónliga heftan frá lántakarunum,