Vil endavenda Noregi

Allir vegir skulu fíggjast við bummpengum, ongin almennur stuðul til barnagarðarnar, ongar statligar íløgur til bygdamenning, ikki eina krónu í menningarhjálp og tað skal kosta at læna bøkur á bókasavninum.

Hetta eru nøkur av uppskotunum sum norski Fram

Tað er eitt annað Noreg tú møtir um eitt ár, um Carl I. Hagen sleppur framat stjórnarbygningunum í Oslo. Allir vegir í Noregi skulu bera seg sjálvar fíggjarliga, óansæð um teir liggja í Oslo ella á Finnmarksvíddini. Norski Framsóknarflokkurin vil endavenda norska samfelagnum um hann kemur framat. Sosialurin hevur hugt nærri at Stórtingsskránni hjá norska Framsóknarflokkinum fyri komandi fýra árini.

Samfelagið hjá Carl I. Hagen er heilt ólíkt øllum vesturlendskum samfeløgum. Sjálv kjarnan er at tey privatu skulu taka yvir allar uppgávurnar hjá tí almenna. Ynskir ein at brúka bókasavnið, so noyðist ein at rinda fyri hvørja bók og møguliga eisini fyri at fáa atgongd til lesisalarnar. Allur stuðul til útjaðararnar skal burtur, og barnagarðarnir skulu ongan almennan stuðul hava. Foreldrini noyðast at rinda allan kostnaðin fyri at hava børn síni í barnagarðinum. Fyri eitt barn vil kostnaðurin liggja um 7?8.000 krónur mánaðin, og tá er meiningin at eingin pedagogur skal vera í barnagørðunum. Sambært Carl I. Hagen er tað óneyðugt at hava eina pedagogiska ætlan í barnagørðunum. Barnagarðarnir skulu vera goymslustað, meðan foreldrini eru til arbeiðis.


Bygdamenning

Carl I. Hagen heldur at fólk skulu sleppa at búgva har tað passar teimum, men tey fáa ikki eitt klovið oyra í almennum stuðli um tey flyta til fjarskotnar víddir ella fjarðir. Norskar kommunur fáa í dag umleið helmingin av sínum inntøkum gjøgnum landskassan. Í samfelagnum hjá Hagen noyðast kommunurnar at skaffa sær allar inntøkur gjøgnum kommunuskatt og kommunal avgjøld.

Tað eru privat feløg sum skulu byggja vegirnar, og teir skulu fíggjast gjøgnum bummpengaskipanir. Hetta merkir sjálvsagt at nógvir av vegunum sum eru í Noregi í dag ikki fáa nakað viðlíkahald, tí tað loysir seg ikki fíggjarliga at gera nakað við teir. Í dag kunnu fólk innan heilsuverkið vera send út á bygd at arbeiða, men hetta skal avskaffast sigur Hagen.

Framsóknarflokkurin sigur í síni skrá at «den enkelte borger har ikke krav på de samme offentlige eller private tjenesteytelser uten hensyn til hvor man bor».

Carl I Hagen vil avskaffa dagsins skattaskipan og byggja upp eina nýggja. Framsóknarflokkurin vil eisini broyta valskipanina, og í teirra samfelagi skulu allar atkvøður telja tað sama. Í dag skulu færri atkvøður til hvørt umboð ði Finnmark enn t.d. í Oslo. Ein Hagen-skipan vil hava við sær at flestu Stórtingsumboðini koma úr Oslo, Bergen og Tróndheimi.


Heilsuverkið

Framsóknarflokkurin meinar ikki at tað er ein samanhangur millum atgongd og nýtslu av alkohol ella narkotika. Men flokkurin meinar at tað er ein samanhangur millum rúsevni og harðskap. Á ferðum uttanlands hevur Carl I. Hagens sagt at narkotika eigur at gerast lógligt. Heima í Noregi sigur hann at hann ikki hevur sagt tað, hóast sjónvarpsrásin TV2 hevur víst upptøkur har hann sigur hetta.

Í hesum valdystinum hevur Carl I. Hagen brúkt heilsuverkið og tey gomlu sum agn. Hann lovar meir pengar til sjúkrahúsini og tey gomlu skulu fáa meir pengar í pensjón. Í flokksskránni er tað tó eitt sindur óklárt hvat Carl I. Hagen vil gera við sjúkrahúsverkið í framtíðini.


Út við útlendingum

Carl I. Hagen hevur í umleið tjúgu ár verið flokksleiðari í Framsóknarflokkinum. Hesi árini hevur hann havt nógva mótstøðu í egnum flokki, men hvørja ferð hevur hann yvirliva. Seinast fyri tveimum árum síðani hevði hann eina álvarsliga orrustu í flokkinum. Á landsfundinum í Bolkesjø ? eftir landsfundin doypt til Dolkesjø ? hvurvu meginparturin av teim ungu lovandi kreftunum í flokkinum.

Eftir sat Carl I. Hagen við eini manning sum ger alt sum hann sigur. Millum hansara stuðlar í dag finna vit tannlæknan Øystein Hedstrøm. Hedstrøm situr á Stórtinginum og er ein av teimum mest brúnu politikkarunum har, Hann hevur millum annað skrivað í einum stórtingsuppskotið at »nordmenn får psykososiale problemer av å se en neger på bussen«. Hetta eru orð sum tey flestu vilja kallað fyri rasistisk, men Carl I. Hagen stuðlar Øystein Hedstrøm. Hann stuðlar eisini næstleiðara sínum, Vidar Kleppe, tá hesin vil senda muslimar aftur til miðeystur, ella tá hesin beinleiðis sigur ósatt um hvørji rættindi flóttafólk hava í Noregi.

Hetta er ikki rasisma, sambært Carl I Hagen, men eftir hansara høvdið er tað einki skeivt í at krevja at í Noregi skulu norskir norðmenn búgva.

Eitt tað mest umtalaða uppskotið hjá Carl I. Hagen er at samarnir ikki skulu læra sítt móðurmál. Teir skulu noyðast at læra norskt.

Hetta er eitt uppskot sum vit í Føroyum kunnu samanbera við at vit skulu læra danskt, tí í danska kongaríkinum er tað danskt sum er móðurmál.


Fólk vakna

Nú bert tríggjar dagar áðrenn valið sær tað út til at ein stórur partur av veljarunum vilja venda sær frá Carl I. Hagen. Framsóknarflokkurin hevði stóra fragongd í august, tá flokkurin sá út til at kunna fáa uppí eini 25-30 prosent av atkvøðunum. Í dag sær tað út til at flokkurin kann fáa ímillum tíggju og fimtan prosent. Tað sær tó út til at flokkurin gerst næststørst á Stórtinginum.

Orsøkin til at Carl I. Hagen og fylgissveinar hava havt trupulleikar seinastu vikuna, er at allir hinir flokkarnir hava víst á manglandi samanhang í flokksskránni hjá Carl I. Hagen. Víst hevur verið á at fyri at gjøgnumføra stórar partar av skránni noyðist norski landskassin at skaffa meir enn 200 milliardir krónur afturat til fíggjarlógina. Hetta merkir eina øking í almennum útreiðslum uppá umleið 50 prosent. Og hetta eru uppskot frá einum flokki sum vil privatisera tað almenna.

At Carl I. Hagen gongur í eini brattari mótbrekku í løtuni, sæst tíduliga tá hann er í sjónvarpið ella útvarpið. Nú ákærir hann øll onnur fyri at forfylgja sær. Mikukvøldið rýmdi Carl I. Hagen í illsinni úr útvarpsstudionum hjá tí privatu útvarpsrásini P4, tí hann ikki fekka sturt sendingini sjálvur.

Eitt av valevnunum hjá Høyre í Oslo, Inge Lønning, sigur um Carl I. Hagen, at meðan hann roynir at jagstrað allar minnilutar av útlendingum í Noregi út av landinum, so fær hann tað til at síggja út sum um hann sjálvur er tann mest jagstraði minnilutin í landinum.