Óvanliga nógv fólk var í gøtunum og í handlum í Havn mikudagin. Onkur vil vera við, at fólkatalið í høvuðsstaðnum eina løtu øktist við nærum 3000 fólkum.
Orsøkin til hesa óvanligu fólkaøkingina vóru tey bæði stóru ferðamannaskipini, sum vitjaðu allan mikudagin. Meðan spildurnýggja og risastóra ferðamannaskipið ?Enchantment of the Seas? lá fyri akkerð á fjørðinum, lá eitt annað glæsiligt skip við Molan. Tað var Silver Cloud úr Bahamaoyggjunum.
Við hesum skipinum vóru 300 amerikanskir ríkmenn og ein manning uppá 280. Á Tór-Shipping, sum er umboð hjá skipinum, verður sagt, at hóast veðrið ikki var av tí besta allan dagin, so vóru flestu av ferðafólkunum í landi.
Hetta er fyrstu ferð, at hetta stásiliga ríkmannaskipið er á Havnini. Tað sigur kanska ikki so lítið um komfortin umborð, at ferðafólkini skulu gjalda upp til 8000 kr. um dagin fyri at vera við. Men tá fáa tey eisini sína egnu ?íbúð? við altan og øllum nútímans hentleikum.
Á Tór-Shipping siga tey, at higartil eru boð komin um 14 ferðamannaskip til komandi ár. Men helst verður talið at liggja omanfyri 20, tá avtornar. Av teimum er Tór-Shipping umboð fyri eini 4-5 skip.
Nú Silver Cloud og Enchantment of the Seas hava ligið á Havnini hevur tað givið fitt av inntøkum til Tórshavnar Havn, smáar hundraðtúsund kr. tilsamans.
Roknað verður við, at samlaða inntøkan hjá Tórshavnar Havn fyri vitjan av ferðamannaskipum í ár nærkast milliónini.
Silver Cloud kemur aftur til Føroya 9. september 98. Tá verður systurskipið hjá Enchantment of the Seas, Union of the Seas, eisini í Føroyum.