Eiler og sipar til KFUM & K, Emmaus og Soli Deo Gloria, ið hann kallar ein karismatiskan vong í Fólkakirkjuni. - Øll hava væntanir, og tú merkir væl, at fólk leggja merki til, hvussu tú prædikar, og hvønn [...] vera prestur fyri alla kirkjuna og fór tí úr øllum nevndum, og sigur, at viðurskiftini ongantíð hava verið so góð sum nú. - Eg havi talað, har eg eri biðin, uttan at hava bindingar til nakran og uttan [...] brúki hvørt høvi, eg fái. Og eg vænti eisini, at flestu prestar Í Føroyum siga ja til aðrar uppgávur. Vit mugu ikki gloyma, at missiónin og Soli Deo Gloria eru partar av kirkjuni og hava týdning, so tí er
ttir Sigurðsson er 23 ára gomul og búsitandi í Klaksvík. Hon starvast dagliga í mótahandlinum Total og Norðfashion, sum selur mótaklæðir til ung og eldri. Eitt starv og eitt umhvørvið, sum liggur langt [...] sum stóð og sniffaði lím, og serliga henda uppliving hevur sett seg fasta hjá Ernu. - Hann sá so vesaligur út, og vit vórðu øll samd í, at hesin drongur ikki hevði nógv eftir av lívi sínum. Og hann hevur [...] mannfólk. - Vit sigldu fyrst við Norrønu til Danmarkar, og síðan koyrdu vit við einum bussi til Rumenia. Túrurin gekk yvir Týskaland, Eysturríki og Ungarn, og tók hann eini trý døgn, greiðir Erna frá. Men hóast
sund og fjørð, teir brendu vita, og teir glaðaðu. Seinni kom telegrafurin, telefonin og boðstøðirnar. Í øllum førum var hetta sama galdandi; boðini skuldu koma fram til rætta viðkomandi, skjótt og óbroytt [...] Teletech, vísir á, at eins og aðrar mentanir, so hava eisini føroyingar í øldir havt tørv á fjarskifti. - Forfedrar okkara góvu boð frá sær, tá ið grindaboð vóru, og tá ið eitt nú prestur, lækni ella jarðarmóðir [...] flestu lívsins viðurskiftum ræður um, at boðini koma fram rættstundis, óbroytt og til rætta viðkomandi. Hetta vita tey á Teletech, og tí leggur internetveitarin seg eftir at veita tænastur, ið kunnu nøkta tørvin
kemur frá Tjóðveldisflokkinum. - Teir hava sitið við buktini og báðum endum og átt allar møguleikar at gjøgnumført hatta, sigur Henrik Old, og heldur fram, at Tjóðveldisflokkurin var við til at gera núverandi [...] Hvalba og Vág bara pakka saman, sum hann tekur til. Tann sterkasti vinnur Henrik Old heldur, at ein slík skipan fer at miðsavna, og tað verða tey, sum mest brúk fyri fiski, tey størstu virkini og ta størstu [...] POLITIKKUR Henrik Old er formaður í vinnunevndini í Løgtinginum og framsøgumaður í fiskivinnumálum fyri Javnaðarflokkin. Hann væntar, at uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum um at selja fiskiloyvi á uppboði
kirkjuár, og at nýggjur prestur skal koma og tann fyrrverandi fara. Eftir prædikuna helt Heri stutta skilnaðarrøðu, og segði hann m.a.: - Nógv vatn er runnið í havið síðan oktober 1989, tá ið vígsla og inns [...] Tøkk núverandi kórfelagar og fyrrverandi. Somuleiðis tøkk kirkjutænarar, nýggir eins væl og fyrrverandi. Øllum hevur tað verið gleðiligt og lærríkt at arbeitt saman við. Kaffi og køkur Seinnapartin var opið [...] Seinastu tíðina hevur Heri verið kring prestagjadið og takkað fyri seg. Og ikki eru tað fá tár, ið follin eru, tá ið Heri hevur borið fram orðini: - Og so fari eg at takka fyri hesi frálíku 9 árini, ið eg
eftirlit á sjónum og kannar, um burturkastið verður goymt umborð. Hann vísti á, at dagliga hoyra vit um oljudálkingar, tá ið skip bunkra, og orsøkin sigst vera líkasæla og mistøk hjá skiparum og manning. - Vit [...] revsirættarliga ábyrgd fyri, at lógir og kunngerðir verða hildnar. Tískil mugu skiparar og stýrimenn taka umhvørvisvernd í álvara. Á aðalfundi hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag tók formaðurin, Eyðstein [...] mesta royna á ytru fiskidagaleiðini, og bestu fiskileiðirnar eru stongdar fyri at verja fiskastovnarnar. Eyðstein segði, at hesin politikkur førir til økta oljunýtslu og má endurskoðast. - Tað er ikki nóg
tremur við blómum, gávum og heilsanum til fráfarna og komandi skrivaran. Røður vórðu hildnar, har tøkkir vórðu bornar Tom og familju hansara fyri trúgvu tænastuna ? og heilsanir og góðynski borin Vagni, nú [...] fingu góðan og vælsmakkandi pinnamat, sum stóð á vakurt prýddum borðum við blómum. Petur Hans Hansen og Thomas Dam spældu og sungu vakrar sangir, sum settu sín serstaka dám á løtuna. Prestur takkaði Tað [...] ði og hevur regluliga havt møti, er eisini gott og gagnligt, nú tú ert vorðin aðalskrivari, segði Bergur. Prestur vendi sær síðan til starvsfólkini hjá heimamissiónini, landsnevndarlimir, stýrir og mi
Foldin, og eg havi hann við á ólavsøku. Hetta er sigandi tekstur sum umfevnir alt mannalívið og at seta við; vónin, gleðin og troystin. Sálmurin verður brúktur til ymisk høvi, ofta á jólum, og hetta er [...] sigur Marjun Lómaklett. – Eg havi altíð gingið í sunnudagsskúla, í kirkju og til skótar, verið virkin í tónleiki við kóri og klaveri, og annars verið til tað, sum var í Klaksvík, sigur Marjun, ið sum 19 ára [...] búkin. Tað er stórt og gleðiligt, kanska ræðandi á ein hátt, tí hetta er stór og serstøk avbjóðing. Tí er tað við virðingarótta, at eg fari undir hesa heiðurligu avbjóðing, ið er ein gáva og ein uppgáva, sigur
rikið eftir lógum og fyriskipanum. Tulkingarnar eru nógvar og ymiskar. Tað ber ikki til at grundgeva og tulka Bíbliuna soleiðis, at viðkomandi setir seg uttan fyri lógina. Menn stýra og granska Kvinnur, [...] hetta stríð í lag, og fingið alt landið á gos. Stríðið er niðurbrótandi, og kann vera við til at styggja konufólk úr kirkjuni. Og tað er spell. Vit eru á veg inn í eina nýggja øld, men hetta stríðið er sum [...] heldur seg hava betri samband við Várharra enn nakar annar, og at hava einarætt uppá sannleikan. Hetta sær meira út sum maktgirnd enn nakað annað, og ein ætlan um at styrkja patriarkatið, sigur Inga Ellingsgaard
Uppskotið hjá John Johannesen og Hans Paula Strøm úr Javnaðarflokkinum, Edmundi Joensen og Magna Laksafoss úr Sambandsflokkinum, Miðflokkinum og Tjóðveldi, at skerja fiskidagarnar við átta prosentum, fall [...] fall í tinginum í gjár. 16 atkvøddu fyri, og 16 atkvøddu ímóti. Ein atkvøða var blonk. Tað var tí ikki meiriluti fyri, at fiskidagarnir skulu skjerast við trimum prosentum, sum úrslitið varð. Spurningurin [...] tikið røttu avgerðina í hesum málinum. John Johannesen hevur greiða støðu. - Tað er ikki nøktandi, og tað er somuleiðis ábyrgdarleyst. Eg havi víst á, at politikar dyrgja meira eftir atkvøðum undir viðgerðini