SAMRØÐA
- Jú, hatta málið kostaði okkum nógv. Men tað er ikki barnaverndarmálið, sum ger, at vit flyta!
Hans Eiler Hammer er avgjørdur, nú hann kann líta aftur um bak sum prestur í Norðoyggjum. Seinasta sunnudag helt hann sína seinastu prædiku í Christianskirkjuni í hesum umfari, og í morgin sigur hann endaliga farvæl á Húsum, áðrenn leiðin gongur til Berlevåg kommunu í Norðurnoregi út móti Íshavinum, har hann hevur fingið nýtt embæti.
Um tíðina í Klaksvík sigur hann:
- Hon hevur verið lærurík!
Hann heldur, at tíðin sum prestur í Klaksvík hevur givið honum nógv. Bæði av jaligum og neiligum.
Sjálvur búð hann nógv av sínum barnaárum í býnum, av tí at pápi hansara var trúboðari har. Spurdur, um hetta hevur verið ein fyrimunur, sigur Hans Eiler:
- Tað er ringt at vera profetur í egnum heimlandi. Fólk vænta nógv av tær, sigur hann, og leggur afturat, at hetta kann vera torført at liva upp til.
- Tað eru fleiri veingir í kirkjuni í Klaksvík. Vit hava kirkjuveingin, og vit hava missiónsveingin, sum er í trimum, sigur Hans Eiler og sipar til KFUM & K, Emmaus og Soli Deo Gloria, ið hann kallar ein karismatiskan vong í Fólkakirkjuni.
- Øll hava væntanir, og tú merkir væl, at fólk leggja merki til, hvussu tú prædikar, og hvønn tú umgongst. Eg vildi vera prestur fyri øll, og hetta haldi eg, eg havi livað upp til.
Hans Eiler viðgongur tó í dag, at hetta kundi vera trupult.
- Eg var kanska nógv í tí einu samkomuni ta fyrstu tíðina, Soli Deo Gloria, men tað var tí, at tey bóðu meg um tað. Tað gjørdi, at viðurskiftini við indremissión, KFUM & K, har eg eri uppvaksin, blivu ávirkað, sigur Hans Eiler.
Fyri trimum árum síðani tók hann eitt val, tí hann merkti, at hetta eisini gekk út yvir familjuna. Hann vildi vera prestur fyri alla kirkjuna og fór tí úr øllum nevndum, og sigur, at viðurskiftini ongantíð hava verið so góð sum nú.
- Eg havi talað, har eg eri biðin, uttan at hava bindingar til nakran og uttan at hugsa um, hvat onnur meina og siga. Hetta hevur givið frælsið, sigur Hans Eiler um ta nýggju støðuna.
<B STRONG Gloria< Deo Soli í nógv ov normal"$?$end$!$Var>
Spurdur, um tað er neyðugt hjá einum presti, sum hevur kirkjuna at prædika í hvønn sunnudag, eisini at tala í øðrum samkomum, sigur Hans Eiler:
- Tað er ikki neyðugt. Men mítt høvuðsmál er, at menniskju skulu verða frelst, so eg brúki hvørt høvi, eg fái. Og eg vænti eisini, at flestu prestar Í Føroyum siga ja til aðrar uppgávur. Vit mugu ikki gloyma, at missiónin og Soli Deo Gloria eru partar av kirkjuni og hava týdning, so tí er tað mín skylda sum prestur, eisini at koma har.
Brøðrasamkoman er virkin í Klaksvík, men prestur heldur seg ikki hava merkt nakra kapping haðani. Hann heldur seg hinvegin hava havt eitt tætt samstarv við fólk í Brøðrasamkomuni.
Spurdur, hvat tætt samstarv merkir, nevnir hann sum dømi, at ein av elstunum í Betesda regluliga kom og tosaði við hann um andalig viðurskifti ta einu tíðina. Hans Eiler sigur eisini, at brøður hava loyvi til at tala í kirkjuni til t.d. jarðarferðir, og seinastu árini hava eisini fleiri tónleikatiltøk verið í Christianskirkjuni, har brøður hava tikið lut.
- Hetta hevur kanska forargað onkran, men í tí stóra og heila hevur hetta gingið væl.
<B STRONG tíðir< normal"$?$end$!$Truplar>
Tá Hans Eiler lítur aftur um bak, má hann viðganga, at tað eisini hava verið truplar tíðir, meðan hann hevur sitið í embætinum. Hann er heldur ikki bangin fyri at fortelja um málið, tá tey sum hjún vórðu meldað til barnaverndina í Klaksvík.
- Vit vóru burturstødd í 60 ára føðingardegi hjá verfaðir í Norra, tá hetta hendi. Tá vit vóru afturkomin, fingu vit eitt ákærurit frá barnaverndini, sigur Hans Eiler, leggur afturat, at kjarnan í málinum er, at einki kanningararbeiði var gjørt frammanundan av teimum, áðrenn ákæran var gjørd og lisin upp.
- Tað málið hevur kostað okkum nógv, men vit hava altíð vitað, hvat var sannleiki og lygn. Tó vil eg takka serliga tveimum monnum fyri hollan stuðul og ráðgeving hesa truplu tíðina, og tað er skyldmaðurin á Toftum, Andreas Andreassen og Ólavur Petersen, sum nú býr í Danmark. Uttan teir er trupult at siga, um vit høvdu komið ígjøgnum alt hetta, leggur prestur eina við.
Prestahjúnini fingu ikki at vita frá Klaksvíkar býráði, hvør hevði meldað tey. Almannastovan gav teimum tilsøgn um alment innlit, men býráðið bað rættin forða hesum. Rætturin gav býráðnum viðhald.
Men herfyri kom vend í málið.
- Nú hava vit lagt hatta aftur um okkum. Fyri nøkrum vikum síðani fingu vit vitjan í prestagarðinum. Vit taptu í Føroya rætti, men hava altíð sagt, at sannleikin kemur altíð fram. Eitt par kom inn á gólvið, ið fortaldi okkum, hvør kvinnan var, sum meldaði okkum til barnaverndina, og hetta gjørdi, at vit avtalaðu við Klaksvíkar kommunu, at vit fóru ikki víðari við málinum, sigur prestur.
Hann hevði annars lovað, at hann skuldi fara allan vegin til mannarættindadómstólin í Strassburg, gjørdist tað neyðugt.
- Eftir stendur kanska, at vit hava tapt í Føroya rætti. Lat tað fara! Men eftir stendur eisini, at vit hava vunnið ein moralskan sigur. Í tvey ár vórðu vit drigin gjøgnum eitt runudíki. Hetta hevur ikki nakað síðustykki í Føroya søgu, metir Hans Eiler. Hann sigur seg ikki bera nakað hatur til kvinnuna, sum, hann heldur seg vitað, hevur meldað tey.
<B STRONG normal"$?$end$!$Slatur<>
Spurdur, um hann heldur, at viðkomandi kvinna, veit, at tey halda tað vera hana, sigur Hans Eiler, at tað ger hon helst ikki. Men hann følir ikki, at tað er hansara uppgáva at seta seg í samband við hana, men leggur afturat, at hon altíð er vælkomin á gátt hjá teimum. Hans Eiler sigur, at hann las ákæruritið fyri nøkrum døgum síðani, og hann sigur seg kenna orðingar aftur frá hesi kvinnu, sum tey annars eisini høvdu illgruna til, hevði meldað tey.
- Vit eiga nógvar góðar vinir í Klaksvík, og nógv, vit ikki høvdu væntað, eru komin inn á gólvið hjá okkum. Men tað hevur verið nógv slatur og sleyg.
- Okkurt kundu vit kanska havt fyribyrgt sjálv. Eg veit ikki, um Klaksvíkin er verri enn aðrar bygdir, men her fær tað loyvi at liva. Men tað er ikki barnaverndarmálið, ið ger, at vit flyta. Vit søgdu allatíðina, at vit vildu ikki flyta, meðan harðast leikaði á, og vit eru glað fyri, at vit kunnu fara, av tí tað er okkara avgerð, og eingin hevur skúgvað okkum út, sigur ein avgjørdur Hans Eiler, sum ikki ivast í, at ein hægri leiðsla, sum hann kallar tað, hevur verið uppi í.
- Eg søkti mitt meðan barnaverndarmálið var í hæddini, tí tá var starvið í Norra leyst. Har var gott at vera, men bústaðarviðurskiftini vóru út av lagi. Tey bóðu meg so bíða við at svara endaliga. Í Norra eiga kommunurnar bygningarnar, men stiftsstjórnirnar seta treytir fyri bústaðarviðurskiftunum. Prestagarðurin varð síðani tikin niður, og ein spildurnýggjur bygdur ístaðin.
- Eg spældi við opnum kortum fyri norrmonnum og segði, at vit vóru í einum rættarmáli við kommununa. Hetta var ikki ein trupulleiki fyri teir, og vildu teir geva mær ta tíðina, tað tók.
Tá starvið varð síðan lýst leyst, vóru 4 umsøkjarar, og Hans Eiler varð einmælt
innstillaður av kirkjuráðnum, próstadømisráðnum og bispadømisráðnum. Hann sigur enntá, at starvið hevði verið lýst leyst aftur, um hann ikki tók av.
<B STRONG eftirmannin< til normal"$?$end$!$Ráð>
Spurdur, hvør man fara at vera eftirmaður ella kvinna í embætinum, sigur Hans Eiler, at tað hevur hann onga meining um. Hóast hann veit um klaksvíkingar, sum hava lokið guðfrøðiprógv, fer Hans Eiler at flenna í kíki, tá hann verður spurdur, um hann hevur nakran krúnprins.
- Ha, ha, nei tað havi eg ikki!!
- Tað hevur ongantíð verið eingin, sum hevur søkt til Klaksvíkar, men heldur ongantíð verið nógv, men kanska kemur broyting í, nú tunnilin er komin. Tá eg søkti, vóru 4 umsøkjarar, og eg rokni við, at tað man fara at verða tað sama aftur hesaferð.
<I EM avloysara?< tínum geva at tú hevur ráð normal"$?$end$!$Hvørji>
- Skalt tú vera prestur í føroysku kirkjuni, so halt fingrarnar burtur frá nevndum, sum ikki eru ein beinleiðis partur av kirkjuni, t.d. í missión ella hjálparfelagsskapum av onkrum slagi, tí tá verður tú bólkaður. Arbeiðir tú hinvegin út frá kirkjuni, so stendur tú fríur. Ert tú prestur og situr t.d. í stýrinum í Heimamissónini og tað hava fleiri prestar gjørt kanst tú m.a ikki tala í karismatiskum samkomum. Hetta er ein trupulleiki!
<B STRONG starvsfólkapolitikkur< normal"$?$end$!$Vantandi>
Hans Eiler metir tó, eitt tað størsta vandamálið við at vera prestur og serstakliga ungur prestur í føroysku kirkjuni, er, at hann als ikki metir, at nakar starvsfólkapolitikkur er.
- Í 8 ár havi eg ikki verið til nakra starvsfólkasamrøðu. Eg var til eina setanarsamrøðu, men síðan er einki hent, sigur Hans Eiler, ið fýlist á, at prestarnir sjálvur noyðast at finna út av ymiskum. Eitt nú hevur hann verið úti fyri, at fólk úr Brøðrasamkomuni hava verið í uppskoti til faddrar. Sambært lógini, skal ein vera doyptur og limur í Fólkakirkjuni, um ein skal vera faddur, men hetta mugu prestarnir sjálvir finna útav. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki, ikki bert í Klaksvík, sigur Hans Eiler.
Hans Eiler sigur seg gleða seg til at koma til Noregs og samanber viðuskiftini har og tey føroysku við nátt og dag. Í Noregi hava tey nevniliga ein orðaðan starvsfólkapolitikk, og hann sigur seg longu hava fingið eina innbjóðing til ein starvsfólkatúr til Skotlands. Harafturat sigur hann norsku prestarnar hava frí 4. hvørt vikuskifti.
<I í EM at hevur vikuskiftunum?< arbeiða sjálvur valt ikki prestur ein normal"$?$end$!$Men>
- Eg havi einki ímóti arbeiðsbyrðuni, men man veit ikki, hvat er vanlig praksis í hesum økinum, og tí hava vit tríggir prestarnir í Norðoyggjum sjálvir praktiserað frídagar og annað.
Hans Eiler heldur tað at vera umfatandi at vera prestur í Norðoyggjum, og bara í Klaksvíkar býi man hvør prestur hava einar 200 tænastur um árið í part.
- Tað, eg serliga komi at sakna nógv, er lívið á bygd, á Kalsoynni, Kunoynni og í Árnafirði. Hesi hava verið míni frístøð, tí tey eru so glað, takksom og gestablíð. Tað er so sjáldan, tey hava prest, so tað er líkamikið, hvat er hent í kirkjuni, so hava tey verið líka fyrikomandi. Og so tað at vitja gomul og sjúk, hevur verið serliga gevandi, sigur Hans Eiler.
<I EM at tú heimaftur?< koma normal"$?$end$!$Ætlar>
- Eg og konan hava sagt, at ein skal ongantíð siga ongantíð. Men tað er tó so við familjuni, at tað er ikki gott at rykkja børnini upp fleiri ferðir. Kanska eg komi aftur at enda prestatíðina, men sum nú er hava vit ongar ætlanir.
Hans Eiler sigur, at hann sum so ikki ætlar at blanda seg upp í føroysk kirkjuviðurskifti úr Noregi, og spurdur um, hvat hann heldur um ta ætlaðu yvirtøkuni av kirkjuni, sigur hann, at tað hevur hann onga meining um.
- Tað, eg veit, havi eg fingið at vitað gjøgnum fjølmiðlarnar. Tó komi eg væntandi at hugleiða um tann vantandi starvsfólkapolitikkin í tí føroysku kirkjuni!
- Annars haldi eg, at tað má vera eitt eindømi í Føroya søgu, at tann eini vongurin í kirkjuráðnum helt seg burtur í sambandi við mína fráfaringarguðstænastu í Klaksvík, endar Hans Eiler Hammer.
-- -- --
<B STRONG í Føroyum< prestar ikki-bíbliutrúgvir Fleiri normal"$?$end$!$->
Hans Eiler sigur seg ikki vita, um hann sjálvur kallar seg konservativan prest, hóast hann veit, at onnur helst vildu sett hann í ein slíkan bás.
- Sjálvur kalli eg meg ein bíbliutrúgvan prest. Eg meini, vit hava fleiri ikki-bíbliutrúgvar prestar í Føroyum. Eg haldi tó, teir skulu sleppa at vera prestar. Men Orðið, ið skal vera sum svørð, er blivið til pappír, sigur Hans Eiler, ið heldur, at hesir ikki-bíbliutrúgvu prestar, sum hann kallar teir, heldur lurta eftir tíðini og samfelagnum enn Skriftini. Hetta er ein av teimum nýggjastu lestrarbókunum eitt gott dømi uppá, vil Hans Eiler vera við.
- Men eg vil ikki nevna nøkur nøvn, og komi eg framvið hjá teimum, so støkki eg inn á gólvið, og vit drekka ein kopp av kaffi saman.
<I EM at ikki normal"$?$end$!$Men Skriftina?< tulka neyðugt tað er>
- Vit eru bíbliutulkarar í okkara tænastu, men hvør skal tulka fyri okkum?
- Hvør skal avgera, hvat er tíðarbundið og ikki? Tað er farligt, um vit seta okkum sum harrar yvir Bíbliuni.
<I EM ikki lesa?< vit tí, yvir harrar normal"$?$end$!$Eru>
- Eg føli meg ikki sum harra yvir Skriftini, og hetta ger sítt til, at man spyr, hvat Bíblian sigur, og at øll sjónarmið hjá einum sjálvum eiga at verða avprøvað á bíbliunnar bókstav.
Hans Eiler sigur seg einki hava ímóti kvinnuligum prestum. Hann metir ikki, at nakar skakandi dómur yvir kvinnuligar prestar verður feldur í Bíbliuni, sum hann tekur til.
- Hinvegin er tað ein stórur trupulleiki, at vit hava prestar, sum eru uppafturgiftir eftir hjúnaskilnað. Serliga tá tað fær avleiðingar fyri samstarvið innan kirkjugátt, heldur Hans Eiler.
- Tó vil eg siga, at eg dugi at skilja, at tað kunnu vera tveir mátar at lesa uppá.
<I í til EM at tú tað kirkjuni?< veggja vítt og loftið høgt vera skal halda sum teimum, við samdur normal"$?$end$!$Ert>
- Tað veit eg ikki rættiliga. Man skal vera varin við at fella dómar, men hinvegin skal man vera bundin at tí, Skriftin sigur.
<I EM tú ikki tað sum Skriftina.< tulkar hvussu avger, tulking, egna eins normal"$?$end$!$Er>
- Jú, tað eru vit ikki ósamdir um. Men er eins tulking bundin at tí, teksturin sigur ella ikki? T.d. snúði prædikuteksturin seinasta sunnudag um eina gallup-kanning, har Jesus spyr, hvønn fólk siga hann vera.
Hvat er tað, vit síggja Skriftina sum, autoritativa ella ikki?, spyr Hans Eiler, sum sigur seg virða rættin hjá teimum, hann kallar ikki-bíbliutrúgvar prestar, at vera kallaðar sum prestar, men hann vil eisini hava rættin at sleppa at siga frá.
<I EM at normal"$?$end$!$Men prestar tað er ikki-bíbliutrúgvar?< teir kalla hesar virða>
- Jú, eg kann virða hansara kall og rætt at vera prestur, men eg vil eisini behalda rættin at siga frá. Hóast vit kunnu vera ósamdir, so vil eg ikki arbeiða fyri, at hann verður koyrdur frá. Allir prestar í Føroyum eru kallaðir av sókn, vígdir av bispi og innsettir av prósti, og tí skulu vit góðtaka sjónarmiðini hjá hvørjum øðrum, sigur Hans Eiler, sum annars heldur, at tann meira liberala veinginum í kirkjuni ikki himprast við at koma við skotríðum av og á, sum hann málber seg.
Hans Eiler leggur tó dent á, ein skal vera varin við at stempla nakran sum ikki-bíbliutrúgvan prest, men minnir á, at hóast hann ikki vil kallast dómadagsprædikantur, tekur hann ikki undir við at boða, at eitt glatanarríki ikki er til, og heldur rimmar fast um jomfrúføðingina, tí hetta er kjarnan í okkara kristnitrúgv.
-- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- --
<B STRONG í Noregi< normal"$?$end$!$Las>
Hans Eiler hevur annars verið prestur í Norðoyggjum síðan 1998. Tá var hann 28 ára gamal.
Í 1987-88 var hann á háskúla í Noregi, og har hitti hann eisini gentuna, sum seinni bleiv kona hansara. Hans Eiler hevði ætlanir um at fara at lesa guðfrøði, men ivaðist í, um hann skuldi fara til Danmarkar ella Noregs. Hann valdi tað seinna, og hetta sigur hann seg vera glaðan fyri, tí hann metir útbúgvingina í Noregi vera meira praktiska, og hetta sigur hann kemur einum til góðar, um ein skal verða prestur.
- Longu eftir hálvtannað og hálvttriðja ár skalt tú í praktikk, greiðir hann frá. Hetta fer fram í kirkju, fongsli ella á sjúkrahúsi. Tað er nógv týdningarmiklari, enn at høvdið er proppað við teori, vil Hans Eiler vera við.
Hann las á Meinigheitsfakultetinum í Oslo, sum er ein privatur lærustovnur, sum minnir um eitt nú Dansk Bibelinstitut í Keypmannahavn. Munurin er tó tann, at í Danmark hava privatir lærustovnar ikki eksamiurætt, tvs. tú kanst ikki taka prógv har, men tað kanst tú í Noregi. Hans Eiler metir, at hetta helst er ein ideologiskur munur á Noregi og Danmark, men leggur afturat, at bróðurparturin av teimum, ið lesa guðfrøði í Oslo, lesa á Meinigheitsfakultetinum. Hini lesa á universitetinum, men øll eru kortini innskrivað á universitetinum. Hans Eiler sigur, at kjakið um, at privatir lærustovnar kunnu veita eksamiur, ikki er so nógv frammi í Noregi sum í Danmark, men hann leggur afturat, at fleiri av teimum fremstu norsku guðfrøðingunum koma haðani.
- Eg havi havt 4 av teimum 11 norsku biskupunum sum lærarar, og tað sigur ikki so lítið, heldur Hans Eiler.
-- -- -- -- -- -- -- --
MYNDATEKSTUR
- Tað má vera eitt eindømi í Føroya søgu, at annar vongurin í kirkjuráðnum helt seg burtur í sambandi við mína fráfaringarguðstænastu, sigur Hans Eiler Hammer