gleði av børnunum hjá Bjørg. Ein avgera góð mostir. Nú var tað sjálvandi ommudidd børnini, sum hon ofta tosaði um. Børnini hjá okkum øðrum í bindiklubbanum mintist hon so sanniliga eisini til. Altíð til [...] Av tí, at vit vóru fleiri í bindiklubbanum, sum ikki høvdu høvi til at fylgja tær til títt síðsta hvíldarstað, vilja vit allar í bindiklubbanum minnast teg við hesum fáu orðum. Góða Sólgerð! Ja, løgið [...] hesi ár, burtursæð frá feriunum. Og so við eitt ert tú ikki ímillum okkum. Ískiljandi. Í juli í fjør vóru vit í summarhúsi saman við Jyllandi, og hvør skuldi tá trúð, at tað skuldi verða seinasta útferðin
Steintór, hjólini vóru í javnvág, og bremsurnar riggaðu sum tær skuldu. Tá brøðurnir úr Hósvík komu á vitjan, var gjørt skjótt av. Kassabilarnir fóru á verkstað til eftirlit, og tunnuflakarnir vóru flotaðir. Ein [...] jóltíð hava vit altíð kunna sagt við børnini, ”Fær oman til Steintór og Gerdu”, so verður tú løtuna ríkari. Tað er vanligt hjá okkum í Brekkuni at siga við børnini, tá vit eru heima á Sandi. Tað er nú [...] húsbóndin Steintór, var mettur av døgum. Sandsbygd er tvey skilafólk fátækari. Steintór og Gerda vóru kend andlit í bygdarmyndini. Tey høvdu bæði dirvi og eginleikan, at byggja eina haldgóda fyritøku
umkomust. Millum teir vóru feðgarnir Jógvan Elias og sonur hansara Jógvan Hendrik, kallaður Henge, úr Tjørnuvík.Tey vóru rættiliga javngomul, vóru vinir og í ætt. Mammurnar vóru systkinabørn. Tey plagdu [...] sína tíð heima. Men seinnu árini hava børnini skift um at vera hjá henni. Var altíð vælkomin, og tað gekk ikki leingi, áðrenn drekkamunnur var á borðinum. Hetta vóru minniligir drekkamunnar saman við øllum [...] Tað var eitt spennandi prát um eina tíð, eingin kann ímynda sær í dag. Tey blivu trý systkin. Hini vóru Hans Michael og Herborg. Tá ið Sannelena fór úr skúlanum var vanligt hjá gentum at fara út at arbeiða
dagurin hjá Rosu og Ditleif her á fold. Henda dagin vóru tey á veg í bili til Havnar at vitja. Saman við teimum var ommu- og abbasonurin Jann, og tey vóru á lívið - prátaðu um framtíðina, um túrin, tey ætlaðu [...] fyrireikari og greiddi dúgliga frá um ætlaða túrin. Hóast Ditleif og Rosa vóru væl við aldur, so kendist tað altíð, sum um tey vóru mitt í lívinum, hon í stákan og umsorgan fyri okkum og hann ótroyttiligur [...] og hesar dagarnar síðani vanlukkudagin hava vit kent hitan av kærleikanum, sum lagdur er niður í børnini hjá Rosu og Ditleif. Ímillum okkum hevur ein ommu- og abbasonur verið serliga kærur, og tað er Jann
Tróndargøtu. Her búði eisini verforeldrini Elspa og Dánjal í Horni, sum vóru ein ímynd av teimum gomlu havnarfólkinum. Tað vóru nógvar góðar søgur, sum Petra kundi fortelja um Dánjal, sum var ein “festligur [...] 1930-unum, tá jødar vóru gjørdir til syndabukkar fyri eitt gott orð, eisini í Danmark. Hetta mintist Petra eisini. Petra kemur so heim aftur, og tey bæði giftust. Tey fingu børnini Heðin í 1937, Sigrun [...] Dánjal inn til Petru, og hon hevur verið í góðum hondum. Børnini hava øll verið um hana, og tað sama hava ommubørnini. Systkini hjá Petru vóru Erika, gift við Høgna Lómstein, Hanna gift við Leon Joensen
sum børnini gingu í. Petrina giftist Jentoft Kristensen, úr Finsnes í Norra tann 7. januar í 1947. Petrina átti tilsamans níggju børn. Trý børn átti hon, áðrenn hon kom saman við Jentoft. Tey vóru Inger
gamla skúla var sera trongt við bert einari skúlastovu. Anna greiddi frá, at við tey borðini, sum vóru ætlað trimum næmingum, máttu fýra sita. Hetta merkti, at tørvur var fyri borðplássi. Tí mátti ein [...] Olea, systir hennara, fingu ringar meslingar, sum kundi vera hættislig sjúka hjá vaksnum fólki. Tær vóru tá 20 og 22 ára gamlar. Anna hóraði við neyð og deyð undan, meðan Olea doyði. Ein triðja systir, Tomasia [...] sjúkar leygarmorgunin tann 7. desember. Fyrst fingu tær fepur, sum fall aftur sunnumorgunin, tá tær vóru mestsum fepurfríar. Men út á dagin fer fepurin at økjast í stórum, og Anna mintist, hvussu hon merki
børn vóru góð við hann og hann við tey. Magnus og Judith vóru fyrimyndarlig hjún; av lyndi vóru tey sera ymisk, men fá munnu hava harmonera so væl sum tey bæði. Børnini Edla, Heini og Bárður vóru hansara [...] mistu yngsta sonin, Bárð, fyri góðum ári síðani, men hann dugdi at gleðast um tey bæði, sum eftir vóru, sviger – og abbabørn og ikki minst langabbasonin, Paula. Nú Kyndilsmessan hevur verið, minnast vit [...] Magnus var eisini bóndi. Eisini festið tók Jógvan yvir eftir Magnus og bondini millum teir báðar vóru sera tøtt. Saknurin verður stórur nú ongin Magnus verður at vísa áhuga og rætta eina hjálpandi hond;
14 dagar vóru eftir av foldarlívi hennara, komu sangvinkonurnar at vitja hana og syngja ungdómsins sangir fyri henni og saman við henni. Tað gjørdist ein rík løta, samstundis sum umstøðurnar vóru so syrgiligar [...] Liljan og familjan: Familjan var hennara eitt og alt. Liljan var gift við Oleif úr Skopun. Tey fingu børnini, Mikkjal og Annu Kristinu. Mikkjal er giftur við Sandru og Anna Kristina er gift við Remi. Anna Kristina
Kristian Meitil og Eyðfinnur Stefansson vóru báðir konservatorar á Føroya Náttúrugripasavni; teir einastu savnið hevur havt í tey 57 árini, síðani tað varð stovnað. Eitt heilt ættarlið var millum teir [...] annað eitt ár hjá Günther Behrmann í Brehmerhaven. Sveinastykkið hjá Eyðfinni er láturkópurin, ið børnini spæla við í framsýningini. Seinni fóru Kristian og Eyðfinnur í holt við at fáa eina beinagrind av [...] tann seinasta virkna í Føroyum, og var Eyðfinnur við at taka sýnir av teimum 11 nebbafiskunum, ið vóru drignir upp har í 1980-84. Í 2010 vórðu pengar játtaðir at fyrireika varðveitslu av hvalastøðini við