Við jarðarferðina, sum var frá Vesturkirkjuni týsdagin 5. januar, segði Bergur D. Joensen prestur m.a.: Petrina varð fødd og vaks upp á Tvøroyri, dóttir Charles Hauritz úr Kolding í Danmark, og Jettu fødd Jespersen av Tvøroyri.
Petrina fór tíðliga út at arbeiða, og trúliga helt hon á at stríðast alt lív sítt. Hon byrjaði mangan dagin at vaska fisk og turka á fiskaplássunum hjá Thomsen keypmanni. Eisini var hon hjá Mortensen. Umframt tað gjørdi hon mat til brúdleyp, føðingardagar og konfirmatiónir. Hon arbeiddi um dagin og tók sær av børnunum og tí húsliga, tá hon kom heim. Hon seymaði sjálv tey pløgg, sum børnini gingu í.
Petrina giftist Jentoft Kristensen, úr Finsnes í Norra tann 7. januar í 1947.
Petrina átti tilsamans níggju børn. Trý børn átti hon, áðrenn hon kom saman við Jentoft. Tey vóru Inger, Magdalenu og Nyborg. Petrina og Jentoft fingu síðan seks børn: Synøvu, sum andaðist bara 9 mánaðar gomul, Charles, Synøvu, Lilly, Jentoft og Johnny.
Fyrstu árini búðu tey á Tvøroyri, til tey í 1949 fluttu til Havnar. Jentoft koyrdi tá ørindi fyri Hotel Skarv í Havn. Tey fóru so aftur til Tvøroyrar fyrst í 50-unum, og komu so aftur til Havnar at búgva miðskeiðis í 50-unum.
Jentoft var bilførari í Havn í mong ár. Tað eru helst mong sum minnast, at hann í mong ár koyrdi á bilstøðini Akstur Bil.
Petrina fekk fiskaarbeiði á Bacalao. Um kvøldarnar var hon støðdama, fyrst hjá Taxa, so hjá Akstur Bil. Eisini vaskaði hon umborð á DFDS-skipunum og umborð á skipum hjá Standferðsluni - serliga Smyrli og Rituni.
Hon gavst seinni á Bacalao og var burturav støðdama hjá Akstur Bil og vaskaði umborð á skipum. Hon vaskaði í eini 35 ár, sum eisini var hennara lívsstarv. Eitt skifti var Petrina álitiskvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag. Hon var eisini virkin í Javnaðarflokkinum og var t.d. ofta við til at reka fólk á val.
Tá ið Jentoft, maður hennara, doyði 58 ára gamal í 1979, flutti Petrina til Danmarkar at búgva. Nú hon andaðist, átti hon 25 ommubørn, 53 langommubørn og fýra oldurommubørn.
-red