sigur, at ætlanin er fyrst og fremst at umrøða málið fyri at vita, hvat ráfiskakeyparar kring landið halda um støðuna. Vit ætla at vita, um áhugi er fyri at gera nakað við málið. Og um so er, hvat skal [...] fráferðir úr Føroyum um vikuna, um enn teir allir vóru hósdag og fríggjadag. Sjálvandi skuldi ein verið fyrr í vikuni. Men nú er bara ein møguleiki og hann er hósdag. Páll Gregersen sigur, at tað er alt ov [...] eini góðari, tryggari feskfiskarutu við fleiri fráferðum úr Føroyum enn tað eru nú. Og vit eru sinnaðir at vera við og at stuðla skilagóðum tiltøkum, sum bera á tað borðið, sigur fiskasølustjórin.
framvegis og skal gjaldast av okkum. Tað ber tí ikki til at loysa fyrst og so á kanossaferð til Danmark at biðja um studning til at tryggja vælferðina framyvir. Vælferðin má tryggjast fyrst, so kunnu vit [...] loysing« ? og tann politikkurin er ikki rættur í dag. Undir fólkatingsval-agitatiónini og eftir valið kom kjakið um, hvør ið skuldi gjalda fyri loysingina? Ásannað varð, at loysingin her og nú kom at kosta [...] Internationalistar kallar onkur tað. Tey fara at ásanna tørvin á og fyrimunin við tøttum samskifti til Danmark og hini norðurlondini við, og fara valla at risikerað nakað, sum kann isolerað okkum her úti
góðar, fara á valinum hesaferð helst (og tað vóni eg) at geva Fólkaflokkinum ein dyggan undir vangan. Eg fari at seta spurningin: Hvat billa tit tykkum inn, at skalta og valta við landsins ognum uppá handan [...] Føroya Banki verður landsins ogn eina tíð enn. Lat okkum fáa avtalurnar við Danmark upp á pláss fyrst, og síðan kunnu vit síggja tíðina an. Hetta fyri at vita, hvat aktiv Føroya Banki í veruleikanum er [...] yvirskotspeningur kemur frá Føroya Banka, so eru tað landsins borgarar, sum skulu hava ágóðan av hesum, og ikki nakrir spekulantar, sum fáa bankan til gávus. Verjið ognir tygara, vel ein sterkan Javnaðarflokk
báðar, Pauli og Sigmund, tá tit hava sitið við bíbliuni opnari framman fyri tykkum, bæði saman og hvør sær. Bíblian er jú ikki nøkur vanlig bók, men orð Guds sum er livandi og hevur kraft og er hvassari [...] hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans. Tann spurningur, sum eg sat eftir við tá sendingin var liðug var hesin: Munnu [...] tað ikki, og kann heldur ikki døma um tað. Menniskju síggja bert tað sum er uttaná, men Gud skoðar hjørtuni, og veit hvat í teimum býr. Tað eru jú lærisveinar, sum eru tað í loyndum, eins og Jósef úr Arimatea
eggjaðir av áhugamálum, tugt og tannlað málið um rúsdrekkaloyvir í Havnini, sum um hetta var størsta álvarsmál at loysa her á landi ? nú stutt áðrenn aldarskiftið. Aftur og aftur hava vit hoyrt um ynski [...] ynski býráðsins um fleiri skeinkiloyi, drúgv prát hava verið við Per og Pól um rættleikan av hesum, og skinið hevur ígjøgnum, at landsstýrismaðurin á økinum er illavorðin, tí hann ikki vil geva rúmari ræsur [...] skúlalæknin í Suðurstreymi boðaði frá, at hon nú fór at gevast í starvinum, og gav myndugleikunum (landsstýrinum, býráðnum og bygdaráðum) møguleika fyri at finna avloysara. Síðani hesi boð bórust hevur
komið úr India, og hevði beint fyri øllum seyðahaldinum í statinum Queenslandi. Tá tað gjørdist vátt, boraði tað seg inn ígjøgnum ullina og húðina hjá seyðinum, og fór inn í blóðrenslið og upp í heilan, [...] vit brádliga okkurt stórt røra seg inni millum trøini. Vit steðgaðu og hugdu eina løtu, og spakuliga kom fyrst ein hestur til sjóndar, og síðani fylgdu tveir eftir honum. Hetta vóru villir hestar, sum liva [...] vera serliga sterk og hóska væl til tað heita, turra veðurlagið. Hann gjørdi nógv burturúr at greiða okkum frá, hvussu teir geldu teir ungu kálvarnar, og hvørjum teir hugdu eftir og føldu uppá, tá teir
kirkjum. Bispur fyrst og so tey á fyrsta bonki og so framvegis. Men bispur steðgaði beint fyri hurðini fyri uttan og tók í hondina á teimum, sum út komu. So steðgaði tann næsti og tann triði og so framvegis [...] rein og glað. Og tey vóru frísk. Síðan tey í bygdini Kachiza í august mánaði í fjør høvdu fingið brunn, hevði eingin tilburður av diarré verið í bygdini søgdu tey. Og frísk fólk eru glað fólk. Og glað [...] umborð var rætt og slætt ikki munnberandi. Men so var tænastan annars so mikið betri. Og ein sannaði enn einaferð, at bretar duga at gera te. Hóast langa flogtúrin var hann ikki troyttandi, og av tí, at ferðast
abbabeiggjanum og Svenning av Lofti, sum stóðu fyri vígsluni. Umframt tað sang Dupultkvartettin áðrenn og aftaná vígsluna, og Svenning av Lofti talaði. Aftaná var brúdleyp á Hotel Hafnia, og Rósa Maria sigur [...] sýslumaður, sum stóð fyri vígsluni. Sosialurin ringdi á flogvøllin og Rósa Maria kom til telefonina og greiddi frá áðrenn hon og maðurin fóru við Atlantic til Danmarkar. Tað var ein so stór uppliving [...] Tá Rósa Maria Restorff og Martin Dirch Brodersen fyrireikaðu seg at giftast, fekk pápi brúðrina hugskotið at giftarmálið skuldi fara fram í Listaskálanum. 22 ára gamla Rósa Maria og Martin, sum er 21 ára
úr vikuskiftinum, men tað blivu bert til tvey, tá fyrst B68 og síðani GÍ vitjaðu í Vági. Leygardagin var tað B68, sum bjóðaði VB av vesturi á Eiðinum. Og tað skuldi skjótt vísa seg, at vágbingar als ikki [...] skuldi sparkast burtur, varð kiksaður og endaði beint hjá Øssuri Hansen, sum púra blankur takkaði fyri og javnaði til 1-1. Tá vóru eini sjey minuttir eftir av dystinum, og hóast vágbingar royndi at taka leiðsluna [...] henda dagin. VB hevði meginpartin av spælinum í dystinum og spældi seg til eina rúgvu av málmøguleikum, men Magnus Poulsen í B68-málinum tók nógv, og træverkið bjargaði eisini toftamonnum, tá Magnus ikki
best, at teir lótu vera við at lesa umrøðuna, og tað skilja vit væl. Avrikið móti Jákupi Mikkelsen og hansara liðfeløgum var ikki einum stórfelag verdugt, og tað er undrunarvert, um FCK við sovornum spæli [...] spældu vánaliga, og tí eg sjálvur varð tikin út. Og aftaná iðrar tað meg, at vit ikki stóðu okkum betur, tá nú fótbóltsáhugaðu føroyingarnir høvdu møguleika at síggja okkum. Í heyst vóru FCK og Todi Jónsson [...] hjá FCK væl saman, og tað var bæði hugflogsríkt og neyvt, t.d. ta ferðina tá Todi Jónsson skoraði minniliga lobbmálið móti Brøndby. Men hóast nógvir av spælarunum eru teir somu, og hóast teir hava styrkt