og so veit ongin, hvat kann henda. Arni Nielsen hevur Faroe Trade í Fámjin og hann selur byrsur og alskyns útgerð til byrsur og sostatt eisini patrónir. Hann sigur, at tað eru lítil sannlíkindini fyri [...] koyrdar í bingjuna hjá IRF kunnu gera skaða. Men ongin veit, hvat kann henda, leggur hann afturat. Í øllum førum sigur hann, at patrónir hoyra hvørki heima í bingjuni ella í gráa ruskposanum. - Tað er blýggj [...] skipanina, sum kommunan hevur í samband við burturkast. Trygvi Midjord er formaður í teknisku nevnd og hann sigur, at tann stóri meirilutin av fólkinum aktar ta skipan, sum kommunan hevur sett í verk. Men tað
ófriður kring liðið. Morten Hust Pedersen hevði bara verið venjari fýra dystir, tá hann brádliga varð uppsagdur, og Andrias Nielsen, sum skifti úr KÍF til Neistin í summarsteðginum, er aftur farin at spæla fyri [...] saman við Ára Egason Dam, tá Neistin fekk eitt stig burtur úr vitjanini í Klaksvík fríggjakvøldið. Hann sigur, at tað ávirkar altíð, tá venjarin verður skiftur út. - Tað ørkymlar eitt sindur, at Morten [...] heldur ikki somu breiddina, sum síðsta kappingarár, heldur Bartal Torkilsson Kamban, og staðfestir, at hann og liðfelagarnir eru ikki mettir av at vinna gull. - Eg vil heldur siga, at hini liðini eru svangari
vanliga leiktíðin var fvarin, økti Tór-Ingar Akselsen um leiðsluna til 3-0. Hann var púra blankur eftir fínt HB álop. Nú loysti hann avfallið av í Vági! Liðugt! 70 min 0-1 Tað er einki, sum bendir á, at heimaliðið [...] hornasparksinnlegg úr høgru var miðvallarin rættuliga leysur í brotsteiginum, tá ið hann tamdi bóltin og smekkaði hann í málið. Hóast HB hevur fríska vindin ímóti, so eru tað gestirnir, ið hava lagt nógv [...] Bech, Heini Vatnsdal HB: Marcin Dawid - Pætur Jørgensen, Doddi, Hans á Lag, Tór-Ingar Akselsen - Rógvi Poulsen, Fróði Benjaminsen (Kári Nielsen, 90.), Milan Kuljic, Hendrik Rubeksen - Símun Samuelsen (Jógvan
Jóannes Jakobsen persónliga var upptaktin langt frá optimal. Hann hevði verið nógv plágaður av bruna í hælsinuni, og kropsliga var hann langt frá toppinum. – Tað varð soleiðis um hetta mundi, at antin [...] friði í umklæðingarrúminum undan sjálvum dystinum. – Páll brølaði helst eitt sindur sum hann plagdi, tí soleiðis var hann. Men tað mesta av fyrireikingini fór fram í høvdunum á einstøku leikarunum, sigur [...] uppi hjá Jesus pápa og vendu eina løtu, flennir Jóannes Jakobsen. Hann kennir, hóast øðrvísi sjónarhorn á málið frá Torkili Nielsen, kortini bæði Útvarps- og Sjónvarpsfrásagnirnar aftur, og fær framvegis
tjóðveldismenninar Høgna Hoydal og Hergeir Nielsen. Hann sigur, at Fólkaflokkurin grundleggjandi er ímóti at hækka nakað gjald/skatt, og at hetta ikki fer at henda, meðan hann er landsstýrismaður í vinnumálum. [...] men sannleikin er, at uppskotið líkist ikki sørt føroyska 80´arapolitikkinum, sigur Bjarni Djurholm. Hann vísir á, at talan er um reindyrkaða sosialismu, tá ein vil hækka skattin fyri at fíggja Strandferðsluna [...] til útoyggjarnar, og vinnan í útoyggjum hevur frían flutning til meginøkið, sigur Bjarni Djurholm. Hann leggur afturat, at Vinnumálaráðið nýtir 5 mió. til flutning við tyrlu um árið, og at talan tískil
Soleiðis greiðir 39 ára gamli rógvarin, Svein Rógvi Ljósstein Nielsen frá í práti við Vagnur Michelsen, ið varðar av heimasíðuni hvannrok.fo. Hann hevur verið ein av ídnu rógvarunum umborð á Klaksvíkingi, [...] troyttur eftir róðurin, greiðir hann frá. Men fríggjamorgunin í farnu viku broyttist alt aftur hesaferð til tað verra: Kona hansara, Annika var farin til arbeiðis, og hann lá í songini. Men støðan alt annað [...] kannaður og kom í viðgerð fyri blóðtøppin. Og viðgerðin gav tíbetur úrslit. Svein Rógvi greiðir frá, at hann er ótrúliga troyttur, svevur nógv, men hevur tað annars gott, og alt er spakuliga komið á pláss aftur
Svabo Samuelsen, sum ikki var heilt óroyndur á økinum. Hann var nevniliga upprunaliga formaður í bólkinum, tá hann varð settur, men fór skjótt frá, tá hann eitt skifti gjørdist stjóri á Almannastovuni. Tey [...] oktober fór bólkurin til verka við nýggjum formanni. Petur Elias Nielsen, sum áður var formaður, hevði aðrar uppgávur at røkja, og tískil fekk hann ikki tikið sær av arbeiðinum í arbeiðsbólkinum. Nýggi formaðurin [...] er formaður í arbeiðsbólkinum, sum í løtuni arbeiðir við at gera álit um nýggja dagpeningaskipan. Hann sigur, at bólkurin seinastu tíðina hevur havt fund einaferð um vikuna, og hevur hetta rættuliga fingið
gum. Á 1. borði eydnaðist Hans Kristiani Simonsen at koppa Høgna Egilstoft Nielsen. Á hinum borðunum vunnu vágamenn. Silas Eyðsteinsson var ikki við í sætta umfari; fyri hann telvaði Bernhard Augustinussen
stórspælandi Jugoslav Djumic er besti strikuspælarin í landinum. Tað staðfesti hann aftur í gjár. Djumic ivaðist ongantíð, tá hann hevði møguleikan at senda framvið Jens Skipagøta, sum vardi málið hjá H71. [...] hvørjaferð. Einu løtuna stóð so illa til, at Kári Nielsen, venjari, bara hevði tríggjar leikarar á vøllinum. Heini Hanusarson stóð seg eisini væl. Hann var toppskjútti hjá Neistanum við 10 málum. Skrædnaði [...] rættaði. Tað verður uppgávan hjá Inga Olsen, venjara, komandi vikurnar. At fyrireika hópin. Tíverri veit hann ikki, hvat mótstøðuliðið verður. Og tað verður helst ikki avgjørt fyrr enn á seinasta leikdegi. Fakta
enn er hann uppsagdur sum stjóri í SEV, og at hetta má tað nýggja stýrið taka støðu til. Spurdur um hann ikki er formellur í sínum útsøgnum, nú hann kann vænta at verða settur aftur, svarar hann játtandi: [...] um eina Robinson-sending, har luttakarar vórðu valdir og vrakaðir, kundi Klæmint Weihe fegnast og Hans Tausen Olsen leggja kongin. Fyrsta mál á skránni var avgerðin um at velja nýggjan stýrisformann. Tað [...] stýrið komu Eli Frederiksen, Suðuroy, Bødvar Poulsen, Sandoy, Poul Arne Jacobsen, Vágoy, Jógvan Emil Nielsen, Norðstreymoy, Torleif Sigurðsson, Norðoyggjar, Regin Olsen, Eysturoy, og Leivur Hansen, Tórshavn