ymiskar mátistøðir og tílikt. Í Orkuráðnum sótu vit nakrir eitt skifti, og um vit gjørdu nakað til nyttu, kunnu onnur meta um; men í hvussu er fingu vit gjølla vitan um orkuviðurskiftini í grannalondum [...] í staðin fyri at seta inn; men nú noyðist tú í bankunum gjalda fyri hvørja krónu innistandandi og ikki minni fyri vanligt service, sum fyrr var ókeypis, t.d. noyðast vit, haldi eg, gjalda einar 30-40 kr [...] fólk úr starvi. Nei, eg veit ikki, hvat frægast er; men um vit, sum eiga SEV, sjálv nokta okkum sjálvum at stremba framá, so er alt farið, og vit kunnu bara geva skarvin ivir. Umboðsnevndin kann tað av góðum
talið á gistinum tilsamans. Tað eru 42.544 fleiri gistingar tilsmans, men 42.584 fleiri gistingar í gistingarhúsunum. Ein frágreiðing kann vera, at nøkur av teimum, sum áður eru skrásett í hagtølunum at leiga [...] talið voksið á hvørjum ári. 139.250 í 2014, 159.167 í 2015, 159.759 í 2016 og 174.809 í fjør. Tað eru sostatt yvir 40.000 fleiri gistingar í Føroyum upp á fimm ár. Parturin hjá gistingarhúsunum er voksin [...] leiga íbúðir út ella hava ból og biti, nú hava skift yvir til Airbnb. Hagtølini hjá Hagstovuni umfata nevniliga ikki tey, sum leiga sær rúm umvegis heimasíðuna hjá Airbnb. Í fjør vóru næstan 10.000 færri
øðrum botnfiski, eitt nú brosmu og longu, er eisini minkað nakað, fyrsta ársfjórðing í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Eisini flatfiskurin er minkaður ein fimting, eitt nú er nógv minni av svartkalva [...] Uppgerðin vísir, at fyrsta ársfjórðing í ár, vóru 12.765 tons av botnfiski fiskað undir Føroyum. Tað eru 41 tons minni enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið 12.806 tons vórðu fiskað í fyrsta ársfjórðingi. [...] kvinkaður upp eftir í ár. Fyrsta ársfjórðing í ár, vórðu 2.575 tons av toski fiskað undir Føroyum, og tað eru 15 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið 2.239 tons av toski vórðu fiskað í sama tíðarskeiði
loyvt at seta nýtt oljufýr upp, tí tá skal hitapumpa setast upp ístaðin. Ofta eru tað pensjónistar, sum hava oljufýr, sum eru so gomul, at tey skulu skiftast út, og tað hevur verið ein atfinning, at skulu [...] vera tað sama sum at reka tey frá hús og heimi, tí tað eru tað nógv, sum ikki hava ráð til. Tað sama ger seg galdandi hjá fólki, sum annars ikki eru so væl fyri fíggjarliga. Og her er Sirið Stenberg ikki [...] spurningur er, hvussu vit fáa allar verandi bústaðir at leggja um til hitapumpu, leggur hon afturat. Hon sigur, at annars er endaliga tilmælið frá arbeiðsbólkinum ikki liðugt enn. Tað er nú sent til hoyringar
munandi betri, og við Alistair Carmichael á odda bleiv bólkurin settur á stovn. - Reglarnir eru munandi lempiligari nú, og tað var als eingin trupulleiki at stovna føroyabólkin, sigur Alistair Carmichael. Læra [...] um viðurskiftini millum Ongland og Føroyar. Bólkurin telur fleiri enn 20 limir, og fyri fyrstu ferð eru limir úr hesum bólkinum á vitjan í Føroyum. Ætlanin var, at fýra mans skjuldu koma á vitjan, men einum [...] demokraturin, Alistair Carmichael, umboðar Orkney og Hetland. - Eg havi verið í Føroyum fyrr, men tað eru eini 40 ár síðani. Eg hitti eina føroyska kvinnu í Onglandi, og fyrstu ferð eg var í Føroyum, kom eg
Torkil gjørt lítið við fótbóltin. Fótliðirnir eru viðbreknir, men hugurin til fótbóltin hevur verið góður. Tað hevur havt við sær, at nógvir kilometrar eru brúktir av tilfari at stuðla fótliðirnar við. [...] kappingini á skránni. Torkil Nielsen, sum 26. januar fylti 36, hevur nú aldur til old boys fótbólt. Hann var í Fuglafirði, og evnini eru framvegis góð. Tey seinastu fýra árini hava tvørámenn vunnið kappingina [...] stútaði málið. So gekk minni væl hjá landsliðnum. Nú er stóra frítíðarítrivið hjá Torkili seyðurin. Hann er røktingarmaður í einum parti av Giljahaga. Har eru 180 áseyðir. Um einar tríggjar vikur fara teir
Tað eru ikki smávegis upphæddir, sum talan er um í FCK, felagnum sum Todi Jónsson spælir í. Nú eru nøkur ár síðani, at tvey av gomlu feløgunum í Keypmannahavn, KB og B1903, slóu bestu liðini saman í einari [...] og vinnulívsfólk. Kanska eru tey fleiri, sum halda við Brøndby, men tað eru tey, sum hava pengarnar, ið halda við FCK, og tað hevur nógv at siga. Ein danskur tíðindamaður, sum vit tosaðu við í gjár, helt [...] vøllinum vóru so vánalig, samstundis sum Brøndby bæði vann á vøllinum og vann pengar. Vent í holuni Men nú er tað mangt, sum bendir á, at tað er álvari í hóttanini hjá FCK at taka fótbóltsleiðsluna í Danmark
atkvøðunum, sum ikki komu aftur í mun til seinasta val, eru slíkar, sum als ikki hava verið á vali. Nakrar eru ivaleyst farnar aðrastðani, tí fólk eru ikki so floksbundin í dag, sum vanligt var fyrr. Men [...] atkvøður, sum farnar eru til Sambandsflokkin fyri líkasum at byrgja eitt sindur upp fyri fullveldisrákinum hjá Tjóðveldisflokkinum. Og tað heldur hann vera eitt ræðandi rák, tá nú samgongan hevur ein skipaðan [...] formansskiftið og fólkatingsvalið komu at liggja so nær hvørjum øðrum. ?Men vit vistu ikki, tá formansvalið var, at hetta valið fór at koma nú. Tað var væntandi seinni. Hann sigur undan eftirmetingarfundinum í
Myndirnar hjá Astri eru tó myndir, ið hugtaka eyguni. Litríkar og gevandi og í støðum hugkveikjandi. Myndirnar hava ávíst flog. Bæði so og so. Myndevnini eru í stóran mun fuglar. Nøkur heiti eru t.d. Í berginum [...] Oynni. Og meira er í væntu. Júst nú sýnir Astri Luihn fram. Talan er um málningar og grafikk. Hon telist millum teirra, ið av álvara fáast við grafikk í Føroyum - vit sóu hana í sjónvarpinum fyri viku [...] Palle sýnir nakrar av sínum málningum. Tvey snøgg framsýningarhøli eru til gestasýnararnar. Oyggin hevur samstarv við Norðurlandahúsið og er nú vorðið sjálvsognarstovnur, so stuðul eisini fæst úr Landsstýrinum
rfarloyvinum. Umframt útgjaldshámarkið eru eisini aðrir tættir í barsilsskipanini, ið kunnu eggja pápum til at taka størri lut í barnsburðarfarloyvinum. Eitt nú er avgerandi, at skipanin gerst smidligari [...] javnari barsilsbýti, er at marka ein hóskandi part av farloyvinum til pápar. Vit vita frá gransking á økinum, at tá pápar eru í farloyvi í longri tíð, helst millum tveir og tríggjar mánaðir, hevur tað fleiri [...] lønarmissi, tá tær fáa børn. Og tað, sum liggur til grund fyri tí, er, at kvinnur í ov stóran mun eru heima, meðan menn hinvegin halda fram at arbeiða. Í mongum førum er barsilstíðin byrjanin til lønarmunin