Vánaligasti fiskiskapur í yvir 20 ár

Tað sær út til, at hetta verður eitt vánaligt ár til fiskiskap

Higartil í ár hevur fiskiskapurin eftir botnfiski undir Føroyum verið tann vánaligasti í yvir 20 ár.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Uppgerðin vísir, at sera vánaligi fiskiskapurin í fjør, heldur sær í ár, og tað tað er lítið, sum bendir á, at støðan verður frægari í ár, enn hon var í fjør.

 

Tvørturímóti bendir gongdin higartil í ár, á, at afturgongdin, sum hevur verið í fiskiskapinum  seinastu árini, fer at halda fram.

 

Í øllum førum vísir ein uppgerð at tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, hevur fiskiskapurin verið líka vánaligur, sum í fjør.

 

Uppgerðin vísir, at fyrsta ársfjórðing í ár, vóru 12.765 tons av botnfiski fiskað undir Føroyum. Tað eru 41 tons minni enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið 12.806 tons vórðu fiskað í fyrsta ársfjórðingi.

 

Sum tað sæst á talvuni, er hetta minni enn rakárini fyri 20 árum síðani.

 

Tá ið fiskiskapurin var upp á tað mesta, vórðu 36.460 tons av botnfiski fiskað undir Føroyum, tað var í 2006.

 

Men síðani hevur gingið javnt og samt aftur á til søguliga vánaliga úrslitið fyrsta ársfjórðing í ár.

 

Annars er fiskiskapurin av toski kvinkaður upp eftir í ár. Fyrsta ársfjórðing í ár, vórðu 2.575 tons av toski fiskað undir Føroyum, og tað eru 15 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið 2.239 tons av toski vórðu fiskað í sama tíðarskeiði.

Fyrsta ársfjórðing í 2006, var fiskiskapurin eftir toski undir Føroyum næstan tvær ferðir so góður, tí tá fiskaðu vit 4.660 tons av toski undir Føroyum.

 

Hinvegin er fiskiskapurin eftir hýsu nógv minkaður fyrsta ársfjórðing í ár.

Í januar, februar og mars í ár vórðu bara 936 tons av hýsu fiskað undir Føroyum, og tað eru 21 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið 1.183 tons av hýsu vórðu fiskað undir Føroyum.

Fyrsta ársfjórðing í 2006, vórðu 6.752 tons av hýsu fiskað undir Føroyum.

 

Upsi er okkara framvegis okkara høvuðsfiskiskapur, tí fyrsta ársfjórðing í ár, vórðu 7.381 tons av upsa fiskað undir Føroyum. Tað eru trý prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið 7.181 tons av upsa vórðu fiskað undir Føroyum.

 

Men hetta er nógvar ferðir minni enn rokárið 2006, tí tríggjar teir fyrstu mánaðirnar tað árið, vórðu 21.711 tons av upsa fiskað undir Føroyum.

 

Annars vórðu 3.337 tons av øðrum botnfiski fiskað undir Føroyum tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í 2006, men í fjør var tað minkað niður í 2.203 tons og tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár minkaði tað so aftur niður í 1.873 tons av øðrum botnfiski.

 

Hinvegin er avreiðingarprísurin batnaður. Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í fjør var avreiðingarvirðið av tí botnfiski, sum varð fiskaður undir Føroyum, 122,083 milliónir krónir. Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár var avreiðingarvirðið 130, 147 milliónir krónur. Tað vil siga, at tað var 8,064 milliónir, ella sjey prosent hægri í ár.

 

Sum tað sæst í tølunum, er nakað meir av toski fiskað higartil í ár, men nøgdin av hýsu er minkað nakað.

 

Nøgdin á upsa er tann sama sum í fjør.

 

Avreiðingarnar av øðrum botnfiski, eitt nú brosmu og longu, er eisini minkað nakað, fyrsta ársfjórðing í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Eisini flatfiskurin er minkaður ein fimting, eitt nú er nógv minni av svartkalva komið uppá land í ár.



Tilsamans vórðu 741 tons av flatfiski fiskað undir Føroyum fyrsta ársfjórðing í ár, ta eru 197 tons, ella 21 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið 938 tons av flatfiski vórðu fiskað undir Føroyum.