komin fyri at verða Terji Rasmussen hevur gjørt nógv burtur úr dystinum, sum skuldi verða á Ovastevnu millum tónleikarar. Liðini stillaðu upp soleiðis, at tónleikarar undir 30 leiktu móti teimum yvir 30 [...] alla tíðina framman fyri, og nakað út í seinna hálvleik var støðan ikki minni enn 11-5. Men so tóku teir yngru dyk á seg, og hetta - allarhelst saman við, at kreftirnar hjá teimum eldru so líðandi gingu
Adjágas er fólkatónleikur, sum allatíðina er borin uppi av joiksanginum hjá teimum báðum Sara Marielle Gaup og Lawra Somby. Tað eru fyri tað mesta tey bæði, sum mynda tónleikin. Ein tónleikari spældi bæði banjo [...] stórur partur av sterka útrykkinum. Allatíðina var tað siðbundni joikasangurin, sum var í miðdeplinum. Fyri tað mesta var tað rættiliga friðarligur tónleikur, sum tó onkuntíð varð bygdur upp til meira larmutan [...] fingu við, hvat lögini snúðu seg um. Tað sást, at tey elska tað, tey gera. Spæligleðin lýsti av teimum. Kanska hevði hetta riggað betur á einum minni palli, har tey vóru tættari við áhoyrararnar, men
fáa sín boðskap óskerdan út til veljaran, og at loyva øllum valevnum, eisini teimum ungu og nýggju, framat í sama mun sum teimum garvaðu. Í løtuni er tað bert heimasíðan hjá Fólkaflokkinum, sum nýtir sonevnt [...] stóran týdning í komandi valstríðnum, og allir fyrireika seg til avbjóðingina Tá vit spurdu okkum fyri hjá politisku flokkunum hvussu teir mettu týdningin av alnetinum í komandi valstríðnum, so vóru teir [...] vístu í gjár á, at alnetið fór at hava stóran týdning í valstríðnum og kanska fór at gerast avgerandi fyri valið. Og hóast ikki allir flokkar vilja fara so vítt, so síggja teir allir møguleikarnar í alnetinum
menn spældu ein fantastiskan seinnahálvleik, men normenninir vóru ótrúliga góðir. Leikferðin hjá teimum var ótrúliga høg, og hvørja ferð at okkara gjørdu ein feil, blivu vit straffaðir av normonnum. Eg [...] kemur allatíðina maður í mans stað. Hjá okkum hvílir ov nógv á einkultum leikarum. Men hvat skal til fyri at fáa okkara landslið á eitt enn hægri støði sambært Jóhani Danielsen? - Eg haldi, at tað er ógvuliga [...] ungdómslandslið. Á henda hátt ber betur til at lokka ungdómar til at blíva við at spæla hondbólt, ístaðin fyri at velja tað frá. Eisini er umráðandi, at ungir spælarar so sum Sveinur Justinussen fara av landinum
vikurnar hava fleiri av teimum heilt stóru stuðulsleikarunum boðað frá, at teir gevast á landsliðnum. Og nú skal venjarin, Raymond Domenech, eisini vera Vieira fyriuttan í tveimum teimum fyrstu dystunum í hesi [...] franska landsliðnum. Vieira fekk ein lærskaða undir EM-endaspælinum, og hann hevur ikki verið førur fyri at spæla við fullari ferð síðani. Tí er ikki væntandi, at hann verður klárur til komandi landsdystir [...] og Marcel Desailly frá, at teir ikki vildu spæla á landsliðnum longur. Tí er tað ein dyggur smeitur fyri landsliðið at missa ein av sínum royndastu leikarum, sum skal lyfta arvin eftir hesar leikarar. Domenech
møguleiki fyri broytingum, og vit hava sjálvandi eygu og oyru opin, men nakað ítøkiligt er talan ikki um í løtuni, staðfestir hann. Longu í vikuni leggja B36'arnir aftur til brots í venjingini, sum fyri tað [...] B36 Við hesum hevur B36 steðga teimum gitingum, sum seinastu tíðina hava verið frammi um landsliðsspælaran. Fróði var í fjør ein týðandi liður á liðnum hjá B36. Bæði á miðvøllinum, har hann fyrst og fremst [...] hann í nógvum førum var makkari hjá Pól Thorsteinsson. At hann so eisini skoraði avgerandi málini í teimum báðum seinastu dystunum, mundi ivaleyst eisini geva honum eitt eyka fet á popularitets-stiganum hjá
lærararnir hjá datamatikarunum hava sagt seg úr starvi, tí tey hildu seg ikki kunna arbeiða undir teimum umstøðum, sum tey høvdu á skúlanum. Síðani hevur leiðslan á Handilsskúlanum lagt eina ætlan fram [...] sigur seg vilja finna eina fullgóða loysn, kenna næmingarnir seg ikki tryggir við støðuna. Teir stúra fyri dygdini í undirvísingini, og at prógvið ikki fer at hava tað virðið, sum tað skuldi havt. Manglar [...] til Mentamálaráðið siga næmingarnir, at tað í eina tíð hava verið trupulleikar við útbúgvingini hjá teimum, og at tey síggja støðuna at vera kritiska. Tí ynskja tey fund við Mentamálaráðið. ? Vit hava verið
listafólk og ikki minst nógvir fuglfirðingar vóru hjástæddir. Frits nýtti høvi til at takka teimum øllum fyri sýnda áhugan og veitti hann eina serstaka til tøkk til listamannin Janus Kamban, sum 30 ár [...] listamaðurin, saman við Ingálvi av Reyni, sum hava havt størsta týdningin fyri føroyska list. Teir hava altíð dugað at givið teimum, sum eru byrjaðir, eitt herðaklapp. Og at fáa tað frá so frægum listamanni
skotbráið, so fekst arbeiðsloyvið ikki til vega. EB/Streymur hevur síðani sýnt áhuga fyri leikaranum, og tað hevur nú eydnast teimum at fáa neyðugu loyvini í rættlag, og verður tað sostatt har, at rumenski miðvallarin [...] skiftar um við bláar, nú EB/Streymur og HB eru komin ásamt um, at Nico Dogaru framyvir fer at spæla fyri samansett liðið. Nico, sum hevur verið partur av HB-miðvøllinum tey bæði meistaraárini, hevur als [...] arbeiðsloyvinum hjá Nico. Í HB hava tey í ár roynt at fáa hetta í rættlag, men tað hevur so ikki eydnast teimum, og á HB-heimasíðuni verður viðgerðin av málinum kallað beinleiðis ófantalig. Sum skilst, so hevur
drotningini Beatrix. Chirac helt røðu til minnis um teir falnu, og hann gav nøkrum av teimum gomlu hermonnunum heiðurstekin fyri teirra avrik. Teirra millum var tann 83 ára gamli norðmaðurin Gunnar Knudsen, sum [...] landgongdin gjørdist byrjanin til endan á seinna heimsbardaga. Á 60 ára degnum sunnudagin vóru fleiri av teimum nú meiri enn 80 ára gomlu hermonnunum komnir aftur á fronsku strondina. USA, Kanada, Bretland, Avstralia [...] menningarhaldinum segði George W. Bush, forseti, at USA hevði verið til reiðar at gera tað sama í dag fyri at hjálpa sínum vinum.