leingi hjá felagnum. Eini trý onnur hava verið í starvi síðani fyritøkan í 1978 flutti niðan í nýggju hølini í Hoyvík - og fleiri onnur hava verið í starvi í eini 15-20 ár, sigur Eivind av Reyni, stjóri [...] gamal, var í handils- og goymslulæru hjá Thomas Dam, meðan 42 ára gamli Heri Guttesen fór sum 17 ára gamal í læru hjá Reyni Service í Rættará sum bilmekanikari. Báðir byrjaður teir 2. januar í 1974. Á Reyni [...] innan sum uttan), til goymslu, til bilasølu og til umsiting. ? Í 1974 vóru 5.800 bilar í Føroyum. Í dag eru 17.800 bilar í landinum, og í 1973 seldi vit 80 bilar, segði hann. Sølan upp og niður - men hevur
ein so ringan skaða í knæið, at hon ikki fær verið við aftur í ár. Óheppið fyri Stjørnuna, sum fyrr í kappingarárinum eisini fekk so ringan skaða, at hon ikki verður aftur á vøllinum í ár. Hjá StÍF skeyt [...] Stjørnuni hava so at siga eins góðar møguleikar, tá liðini hittast til seinnu hálvfinaluna í Klaksvík 27. januar. Dysturin á Skála mikukvøldið endaði við 26-25 sigri til StÍF, og sostatt er alt framvegis [...] liðini. Stjørnan legði hart út og kom á odda 3-0, áðrenn StÍF kom upp í leikin, men leiðslan hjá Stjørnuni helt sær bert fram til miðskeiðis í hálvleikinum, tá StÍF javnaði til 6-6. Restina av hálvleikinum skiftust
manninum, sum hevur sitið varðhaldsfonglaður fyri eldáseting í matstovuni Marco Polo og fyri at hava fingið annan at seta eld á í Skáanum í Havn. Varðhaldsfongslingin hevur verið longd nakrar ferðir, meðan [...] sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini á Politigarðinum. Málið kemur fyri í rættinum mánadagin 18. januar 1999
Eirikur Lindenskov Komandi vikuskifti - 22. til 24. januar - verður aftur høvi hjá dansihugaðum í Føroyum at læra at dansa tango. Í studentaskúlanum í Hoydølum verður skipað fyri skeiði. Tað eru tær báðar [...] sjálvandi hoyrt fyrr - onkra hendinga ferð í dansinum, uttan at vita, hvat vit skuldu gera við tað, sigur hann. ? Fyrr í tíðini hevur tango helst verið dansað meira - í Sjónleikarhúsinum við Gogguni, men tað [...] imponera á dansigólvinum, so er at leggja í vaðið? Árni roknar við, at tango fer at gerast meira vanligt - eisini í almenna dansinum, tí tað er so gott at fáa variatión í dansin, heldur hann - og leggur afturat:
tulin nettup leggur dent á, at vit ikki kenna andlitini. Málið í týðingini hjá Jákupi í Skemmuni er í høvuðsheitum lætt og rámandi, og í støðum dugir hann ómetaliga væl at taka til. Viðhvørt fer hann kortini [...] Wallander í sjónvarpsrøðum yvir nakrar av bókunum og har varnast líkleikarnar við tær sosialrealistisku krimisøgurnar hjá Sjöwall & Wahlöö. »Skortleysir manndráparar« leggur fyri 8. januar 1990 í Skåne, har [...] tað út, og so er fanin í pappírinum. »Skortleysir manndráparar« er ein spennandi krimisøga, har tað verður latin ein neyv mynd av Svøríki við ófriði og fremmandahatri. Umhvørvið í Skåne, landslagið, tað
num á Gotlandi í summar. Hetta vóru luttakararnir í fimleiki á Jersey 1997 sjálvandi sera hørm um, og tískil hava tey valt at skipa fyri egnari kapping á Ynys Mon síðst í juli mánaði í ár. Hesir fimle [...] Island Games 1999, og tær oyggjar, ið plaga at luttaka í fimleiki á teimum vanligu oyggjaleikunum, hava víst stóran áhuga fyri hesari loysnini. Í Føroya Fimleikasambandi eru tey eisini væl nøgd við, at [...] hendan fyribils loysnin sera góð. Vit kláraðu okkum sera væl á Jersey í 1997, har vit fingu 10 heiðursmerki, og hetta úrslitið ætla vit í minsta lagi at verja á Ynys Mon komandi summar, verður sagt úr FFS
forkvinnan í Ergoterapifelagnum heldur, at góðar vónir eru fyri framman í fakinum. - Ergoterapiyrkið hóskar væl til tíðina í dag. Tað er nógv frammi í dag, at eldri fólk eiga at klára seg sjálv í egnum heimi [...] vóru limirnir í Ergoterapifelagnum, ið innstillaðu Honnu. Og í tilmælinum til donsku dómsnevndina siga limirnir. - Hóast Hanna ongar royndir hevði í fakfelagsarbeiði kastaði hon seg út í uppgávuna við [...] Ergoterapeutarnir í Føroyum eru fáir í tali, 18 eru í arbeiði á stovnum kring landið og tveir eru farnir frá fyri aldur. Men tá ið Hanna kom heim aftur til Føroya eftir lokna útbúgving í áttatiárunum kundu
Í eini tvey ár hevur sjónvarpslið fylgt Ingálvi av Reyni, listamanni. Ætlanin er at burturúr skal spyrjast ein dokumentarfilmur um listamannin. Ingálvur av Reyni er staddur í Danmamrk í løtuni og visti [...] ein av kendastu listamenn okkara. Ingálvur av Reyni luttekur í løtuni á framsýning í Århus, nevnd Profilen. Framsýningin læt upp 16. januar og er opin til 14. februar. [...] Ingálvur váttar, at í nærum tvey ár hava mynda- og ljóðmenn fylgt við honum. Hann hevur prátað við teir og teir hava tikið myndir. Tað Ingálvur visti, so væntaði hann filmin seinni í vár. Dánjal Højgaard
Elvis í Finnmørkini í práti við ein sáma, ið situr við eldin. Her fánar veruleikakenslan, hóast sera livandi málningin. Uppaftur aðrar myndir royna als ikki at fáa áskoðaran at trína nærri, fyri í loyndum [...] Vitjar ein Norðurlandahúsið í hesum døgum, so er framsýning at síggja, ið gevur eygum og huga almikið at tríva í. Seks listafólk sína fram og er talan framsýning, ið ber heitið "Realitetens Øjne". Ymiskt [...] neyvan nakar í, har er bert hon og einki annað, ikki eingang klæði órógva myndina. Har er púrt einki annað. Og Elvis situr so innhugsin við eldstaðin. Hóast vit eru nær, so er hann einsamallur í rúminum. Tað
Føroya Undirhalds Tónleikarafelag (FUT) hevði aðalfund í Skansastovu tann 9. januar, og nýggj nevnd varð vald. Hon skipaði seg soleiðis: Bjørn E. Thomsen, formaður, Kristian Eliasen, næstformaður, Magnus [...] Mohr Reinert, nevndarlimur. Føroya Undirhalds Tónleikarafelag (FUT) húsast nú í nýggjum skrivstovuhølum Yviri við Strond í Havn. FUT er eitt av feløgunum undir Føroya Tónleikarafelag (FT), ið er samansett [...] Mentunarstýri Landsstýrisins. Ætlandi kunnu limirnir í eitt nú FUT brenna sær demofløgur, gera heimasíður, plakatir til tiltøk og tílíkt. Limirnir kunnu koma í samband við FUT á tlf. 310954, fax 316110 ella