helvtin av teimum 40 tonsunum, sum Fiskamarknaður Føroya seldi í dag, var upsi frá tveimum partrolarum, og fór allur upsin fyri 10 krónur kilo. Umleið seks tons vóru av toski. Toskur II fór fyri 15,50 krónur [...] krónur, toskur III fyri 14,80, og toskur IV fekk meðalprísin 12,10 krónur fyri kilo. Eini fýra tons vóru av hýsu, og fóru allar støddirnar fyri 8,44 krónur. Góð átta tons av hvítingi vóru á uppboðnum fyrrapartin [...] , og meðalprísurin var 7,81 krónur. Tey 40 tonsini, sum vóru á Fiskamarknaðinum í dag, vórðu seld fyri 426.000 krónur.
frið, eisini fyri Gudi og hansara sandálasveinum. Tað ber væl til at feyka eina bøn fimm ferðir um dagin. So er friður fyri teimum, sum krevja, at biðið verður fimm ferðir um dagin. Fyri nøkrum árum síðani [...] støðuna og kom til ta niðurstøðu, at frægast var at royna okkurt annað. Hann vildi hava frið fyri øllum teimum, sum gjarna vildu tosa við hann, men sum hann ikki hevði hug at tosa við, og so tá als ikki [...] er ikki keðiligt at vera í kleystri. Munkar gjørdu besta ølið í nógv hundrað ár, áðrenn onnur uttan fyri múrarnar fóru at royna at bryggja øl, sum líkist munkaølinum. Og tað var ikki pissøl, sum munkarnir
sigur Heri Johnson. Málið fyri í ár er, at allir leikararnir skulu hava ment seg, so felagið stigvíst kann koma longur fram. Tað skal gerast við menna yngru deildirnar og vísa teimum ungu leikarunum álit [...] dreingir 12 og eitt í dreingur 14. Hóast harða kapping frá serliga fótbóltinum, so er áhugi hjá teimum yngru fyri at spæla hondbólt. Trupulleikin er hinvegin at finna venjarar. Heri venur sjálvur tvey lið [...] besta liðnum, eisini skal taka sær av teimum yngru liðnum. – Vit samráðast við ein venjara, men eg fái ikki sagt meiri um hvør tað er í løtuni. Møguleikin fyri at hann kemur er minkaður nakað seinastu
Talið av teimum, sum yvirliva krabbamein, er veksandi. Hetta er ikki minst galdandi fyri sjúklingar, ið eru fongdir við lungnakrabba. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Krabbameinsskrásetingini - ella Canc [...] tað verður rópt. Enn er politiskt viðurkenda málið fyri yvirliving eftir krabbamein tó ikki rokkið. Nýggjastu tølini hjá danska Heilsudátastýrinum fyri yvirliving árini 2004 til 2018 vísa, at tað eru eitt [...] rætta vegin. Politiskt viðurkenda málið er, at talið av teimum, sum yvirliva krabbamein í 2025, skal verða á sama støði í Danmark, sum í teimum norðurlondum, ið hava bestu úrslitini at vísa á. Hann sigur
upp í einum seinni óløgi. Av teimum 22 monnunum, sum við vóru, bjargaðust bert hesir tríggir, allir vóru teir úr Stromnes. Svínoyingar tóku væl ímóti teimum, vístu teimum størsta beinasemi og blíðskap [...] brotið, og lá hann tí ikki upp fyri Høvdan. Bæði akkerini vóru tveitt út, og skipið lá, men hann vaks brimið í hvørjum, onnur ketan slitnaði, og tá ongin møguleiki var fyri at bjarga sær á land, har teir [...] í Svínoy hevur greitt frá søguni, sum hon hevur livað í fólkamunni: Ein mánað fyri jól vóru trý skip at síggja eystan fyri Svínoynna; tað var í lýsingini, og stutt eftir brendi hann á av landsynningi.Tvey
Rasmussen, Símun av Skarði og konuna Sonnu. Tað krógvast ikki, at hon hevur sera stóra virðing fyri teimum fólkunum. Lena giftist við Johan Syderbø, sum eisini var kunoyingur og tey fingu mong góð og rík [...] føðingardagsbarið fekk eisini eina heilsan í sjálvari prædikuni. Eftir guðstænastuna varð døgurði fyri teimum nærmastu í bygdarhúsinum í Haraldssundi. Og klokkan fýra var opið hús har. Mong, skyldfólk og kenningar [...] ð. Og hóast Lena ger lítið burtur úr sær sjálvari, so er hon ógviliga glað fyri dagin. At enda vil eg takka Lenu Syderbø fyri nógvar góðar løtur, og vónandi verða tær nógvar afturat. ----- vinur
betri møguleikar fyri víðari lesnaði. Meira nágreiniliga meina vit, at tað er heilt burturvið, at lærugreinin danskt skal fylla ein so stóran part av útbúgvingarleiðini, eisini hjá teimum, sum onki hugsandi [...] tí tey ætla sær at lesa uttan fyri Danmark. Tá er tað heilt einfalt orku- og tíðarspill. Unga Sjálvstýri heldur, at útbúgvingarnar kunnu gerast nógv meira viðkomandi fyri tann einstaka næmingin. Gevið [...] hóast alt ikki verið neyðugt at víst á, hvussu fá av teimum fremstu lærdu háskúlunum kring knøttin bjóða undirvísing á donskum, og hvussu nógv av teimum bjóða undirvísing á enskum.? ?Legacy?Væl vitandi um
og teimum. Hósdagin í farnu viku var Dropbucket í kapping við 59 onnur hugskot, um at vinna Íverksetaravirðisløninina 2013, Innovationsprisen 2013. Heiða og tey gjørdust nummar tvey. Grunnurin fyri ar [...] hugskotið við Dropbucket ikki nýtt sum so. Alt byrjaði við einari verkætlan á DTU fyri hálvumøðrum ári síðani, sum tey fingu 12 fyri. Ein professari á DTU heitti á tey, um at fara víðari við hugskotinum – og [...] og saman við Andreas Nørballe og Marie Stampe Berggreen hevur hon fingið eitt hugskot, sum sambært teimum hevði verið ein stór hjálp á festivalum og øðrum tiltøkum, sum savna nógv fólk. Talan er um eina
hevur ligið væl fyri í eitt nú bóltspæli og fimleiki. Seinnu árini hevur Harry luttikið í nógvum rennikappingum, hann var ein av ábyrgdarpersónunum í Hjartafelagnum og í at skipa fyri kappingum í frælsum [...] vitnisburð. Teimum báðum hevur dámað væl at ferðast, og nú gleða tey seg til seinni í heyst at vitja í heilaga landinum. Absalon hevur verið toftamaður í Havn, síðani hann var blaðungur. Fyri einum ári síðani [...] Í gjár, mánadagin 4. august, fylti Harry Hovman Hansen á Toftum 70 ár. Fyri arbeiðstíð heiðraði streingjakórið í missiónshúsinum føðingardagsbarninum við sangi uttanfyri heimið uppi á Regni. Seinni fóru
sum er, men valdu hóast tað at luttaka og á tann hátt gera eitt sindur eykað fyri at gera vart við vørur teirra og hjá teimum vóru føroysk umboðsfólk við á framsýningini. Aðrar fyritøkur nýttu hinvegin [...] portiónum og m.a. hevur hann gjørt sær tann ómak at gera eina serliga útgávu til børn. Fyri at betra um matarlystin hjá teimum smáu, er grísurin skorin í smáar dinosaurar. Tað fremur óiva søluna. Ein partur av [...] Útflutningsráð Íslands, sum í samstarvi við Eimskip, stendur fyri framsýningini. Íslendingar hava staðfest, at tað í Føroyum er góður marknaður fyri teirra vørum. Farmasambandi millum londini bæði er so gott