Næstan helvtin av teimum 40 tonsunum, sum Fiskamarknaður Føroya seldi í dag, var upsi frá tveimum partrolarum, og fór allur upsin fyri 10 krónur kilo.
Umleið seks tons vóru av toski. Toskur II fór fyri 15,50 krónur, toskur III fyri 14,80, og toskur IV fekk meðalprísin 12,10 krónur fyri kilo. Eini fýra tons vóru av hýsu, og fóru allar støddirnar fyri 8,44 krónur.
Góð átta tons av hvítingi vóru á uppboðnum fyrrapartin, og meðalprísurin var 7,81 krónur.
Tey 40 tonsini, sum vóru á Fiskamarknaðinum í dag, vórðu seld fyri 426.000 krónur.