Ingerð Jønsson altíð hevur havt áhuga fyri styling og sniðgeving, var tað av tilvild, at hon kom í samband við navnframar tónleikarar. - Eg møtti Heiðriki á Heygum fyri nøkrum árum síðani, tí honum manglaði [...] Fyrsta skeiðið byrjaði fjórða februar, og tað er Sunneva Thorsteinsson, ið stendur fyri undirvísingini. Kostnaðurin fyri útbúgvingina er 25.000 krónur. [...] sigur 23-ára gamla Ingerð Stenberg Jønsson, sum er stylisturin hjá eitt nú Eivør. - Klæðir og útsjónd skapa ein samleika hjá tónleikarum, óansæð um tað er tilvitað ella ótilvitað. Tað kann samanberast við,
handað Airline of the Year-heiðursmerki fyri á slóðbrótandi hátt at hava tikið nýggja navigatiónstøkni í nýtslu og hava prógvað sínar dygdir sum felag og sítt virði fyri Føroyar. Hesum boðar Atlantic Airways [...] gjørligt. Hetta hava vit altíð fremst í huganum, og tað frøir okkum, at altjóða flogídnaðurin bæði viðurkennir fakliga dugnasemið hjá felagnum og tann týdning, sum felagið hevur fyri føroyska samfelagið [...] num er slóðbrótandi, tí hetta er fyrsta ferðin, hon verður nýtt í Evropa. Avrikið at bróta slóð fyri nýggju RNP-AR-tøknini á einum heilt nýggjum slagi av flogfari er einastandandi, tá havt verður í huga
Sálarfrøðingurin heldur, at besti hátturin at takla eina setanarsamrøðu er at skapa eitt jaligt samband við tann, sum stendur fyri samrøðuni. Tað gevur umsøkjaranum størri møguleika at fáa starvið. Ósamd Øll [...] sálarfrøðingurin. Fyrireiking Lars Lundmann heldur, at umsøkjarin skal royna at geva tí, sum stendur fyri setanarsamrøðuni, so góða og jaliga fatan av sær sum gjørligt, og tað kann hann gera við at kanna [...] hevur. Tað kann eitt nú gerast við hjálp frá sosialum miðlum. – Um viðkomandi til dømis hevur áhuga fyri golf, brúka so tað í setanarsamrøðuni. Tú kanst tosa um at vera úti í náttúruni, at fáa fríska luft
einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini. Og hetta skal gerast við at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan, at næmingarnir kunnu menna sína samkenning, sítt hugflog [...] Fólkaskúlin Finnur Helmsdal sigur í lesarabrævi sínum, at hóast vit hava nógvar góðar skúlar og dugnaligir lærarar, so eru tað nógv børn í Føroyum, sum als ikki fáa møguleika at læra, búnast og mennast [...] einki hava lært og sum ikki eru tillagaðaði ella fyrireikaði til at fara út í samfelagið. Ábyrgdina fyri hesum oyðiløgdu lívum eiga ikki einstaku skúlarnir og lærarnir, men politikarnir, sum lóggeva, og
ódemokratiskan hugburð og almannakunngjørdi framløguprísin hjá hesum búskaparfrøðingi fyri øllum Føroyum ivaleyst fyri at royna at sáa iva um orsøkina til atfinningarnar. Løgið nokk, so segði Búskapar- og [...] meining ikki verður eggjað, dregur ikki úrmælingar. Ein onnur fyritreyt fyri at draga úrmælingar til almennu umsitingina, og forða fyri at teir verða stygdir burtur er, at hesir frágreiða til fólk við royndum [...] einki í hesum sambandi, hóast hettar var ein potentiellur limur innan teirra øki, ið varð hongdur út. Vit hava her á hesum stað fyrr ávarað móti einsrætting í almennu umsitingini, og tann vandin gerst bert
stendur uttan fyri Fugloynna, og er eystasta punktið í Føroyum, hevur hon eisini verið. Mamma hevur altíð skapt okkum børnum tryggar og góðar karmar, og var hetta m. a. gjørt við at syrgja fyri at fáa okkum [...] abbabørnini eru eisini seks í tali. Sum børn og ung vóru vit hvørt summar úti í Hattarvík. Hetta var nakað, vit altíð sóu fram til, og fingu vit nógvar tímar at ganga í Kellingará, sum rennur beint við [...] hjartaliga til lukku við 40 ára brúdleypsdegnum, og takk fyri alt tit hava verið, og eru fyri okkum. Nógv góð ár framyvir og má Harrin signa tykkum ríkliga. Vit vilja enda hesa kvøðu við orðum úr bíbliuni ið siga
kunnu vit gera okkum greitt, og tað er, at vit høvdu spart meira enn eina hálva milliard krónur í innkeypi av brennievni av ymsum slagi, um vit løgdu um til varandi orkukeldur. Eisini høvdu vit havt eitt [...] allir partar samstarva fyri at finna bestu loysnirnar. Vit eru øll í sama báti og hava eitt aðalmál, ið er at veita støðuga og trygga elveiting til samfelagið fyri rímiligan kostnað fyri brúkaran. Gongd I: [...] soleiðis at vit verða leys av oljunýtslu til upphiting av sethúsum og virkjum og eisini yvir tíð kunnu nýta elrikin akfør ístaðin fyri verandi akfør, ið nýta bensin og diesel. Hyggja vit eftir samlaðu
enn spelkin á at líta og skilinum bilar einki. Ein hevði ikki mett hann at verið farnan um áttati. Vit hittu Føroya elsta listamann, eftir at hann hevði fingið heiðursgávuna handaða og spurdu fyrst, hvussu [...] tí hvørki eg ella Regin gera tær stóru skreytirnar longur, sigur Janus Kamban. Hevur tað týdning fyri yngru lista fólkini, at slík heiðurg´va er fingin í lag? - Tað heur tað helst. tað fyrsta ein hugsar [...] litikkinum? - Tað, at ein fær sl´æikan stuðul, sum hendan eg havi fingið, hevur sera nógv at siga fyri listina og listina, tí hjá listafólki er altíð ein ávís óvissa. Ein selur kanska eina mynd nú og tá
viðurskiftini og gera eina strategiætlan fyri hvussu samstarv og annað kann skipast í framtíðini, soleiðis at vit fá so nógv sum møguligt fyri játtaða peningin og at vit gagnnýta høli, útgerð og annað optimalt [...] hvørjum øki innan heilsuverkið. Men hann sannaði eisini, at eins og fyri øll onnur arbeiðspláss, so er sjávlandi eisini fyri neyðini at skapa trivnað á hesum slagnum av arbeiðsplássum. Hann segði seg væl skilja [...] heilsuøkinum, sum eisini er eitt vegamót. Viðvíkjandi sjúkrarøktarsfrøðingum eru vit í øllum førum enn í tí hepnu støðu, at vit klára so nøkunlunda at fyljga við tá talan er um loypandi at útbúgva fólk til
vil beinleiðis forða fyri at vit koma longur – serliga í tjóðskaparligu menningini. Tjóðveldi kendi ikki sína vitjunartíð í Stjórnarskipanarmálinum og tí mistu vit alt fyri onki. Vit rukku ikki á mál og [...] samanhang. Samstundis sum vit ásettu, at alt vald er hjá Føroya fólki og at vit hava rætt til at skipa okkum sum ein stat, so máttu vit eisini, so ella so, viðurkenna verandi skipan. Vit máttu viðurkenna, at [...] í 1946 eiga vit at viðurkenna, at 1946 ikki kann brúkast til umbering fyri, at vit ikki kunnu finna nýggjar tjóðskaparligar semjur – semjur, sum taka støði í samtíðini og tí veruleika, vit liva í. “Alt