plaga at koma í Undirhúsið á Toftum, høvdu verið og sungið á eldrasambýlinum Vesturskin um kvøldið. Seinni sama kvøld hjálpti Magnus í Hjøllum konu síni at vaska í svimjihøllini á Toftum, og klokkan mundi [...] Eg reisti meg upp úr seingini, fór út á gólvið og tók eftir skjúrtuni. Men, eg dugdi knappliga ikki at fáa knapparnar aftur. Tá Magnus í Hjøllum hevði staðið á gólvinum eitt bil, vendir hann sær móti [...] Tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at tú vaknar á morgni, ert frískur og kanst fara til arbeiðis. Knappliga ein dag kunnu umstøðurnar broytast, og tú missir førleikan, sum tú helt vera eina sjálvfylgju. M
og undan brúsuni í Gundadali leyp hann á súkkluna, og fór undir teir næstu 360 kilometrarnar, sum hann ætlaði at súkkla á Streymoynni og Eysturoynni. - Tað gekk væl í byrjanini, men tá eg kom til Streymin [...] størri, tá miðlarnir varpaðu so nógv ljós á meg og tvífalda jarnmannin. Hann gjørdi av at renna næstu 19 kilometrarnar á Tórsvølli, sum hevur gott undirlag at renna á. Nú var ikki nógv eftir. Hann vendi nøsina [...] kobla høvdið frá, sigur Elmar Ósá. Nógv fólk á Tórsbreyt Komin á Tórsbreyt sá hann stóru mannamúgvuna, sum var savnað saman at heppa uppá hann, inntil hann kom á mál. Øll familjan var møtt upp, og har stóðu
, var løgd á meg. Eg skuldi brádliga svara fyri avgerðir í samgonguskjalinum, men veruleikin er, at eg bara eri triðja eykafólk á sambandslistanum. Eg havi tískil nærum onga ávirkan havt á, hvat stendur [...] har lógu øll tey somu klippini. Hon rann tí ikki frá sínum lyftum á nakran hátt. Men hon tímdi ikki útspillingina, sum gekk fyri seg á facebook. Jóna fór tó ikki niður við nakkanum av áganginum. Tvørturímóti [...] løgtingsval, fekk hon 161 atkvøður. Tað gjørdi hana til triðja eykafólk á sambandslistanum. Tá Sambandsflokkurin kom í samgongu, tók Jóna sæti á Tingið. Men tað hendi ikki fyrr enn samgongusamráðingarnar vóru
hóvasták. Hann er 42 ára gamal, studentur frá 1975, hevur lisið norrønt mál sum hjágrein á Fróðskaparsetrinum, og søgu á universitetinum í Århus, áðrenn hann kom heimaftur til Føroyar í 1978 at arbeiða í b [...] Føroyum, valdi Finnborgi Arge í 1990 at fara upp í politikk. Tað gekk bæði skjótt og væl. Hann var biðin um og játtaði at stilla upp á Fólkaflokslistanum, men tá Sambandsflokkurin hoyrdi hetta, bóðu teir [...] Paula Ellefsen atkvøður, var stóri atkvøðuslúkarin hesaferð Bjørn á Heygum. Hann fekk so nógvar atkvøður, at Finnbogi Arge slapp inn á ting í kjalarvatni hansara. Tað vóru øðrvísi umstøður teir nýggu
íðka nógv, kendi eitt tómrúm innaní, nú hann ikki vandi. Á stólinum framman fyri hann á handislskúlanum sat ein drongur í einum grønum jakka, og á jakkanum stóð »Vejle Idrætsforening«. Guttorm spyr síðani [...] uppá. Renningin helt á Guttorm hevur runnið í so nógv ár, at tað eisini var náttúrligt hjá honum at fara rennitúrar undir viðgerðini. - Tá eg var ringast fyri, fór eg á rennibandið á Hotel Tórshavn, og kláraði [...] ferð hann fór til viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum. Hann tók ongantíð lyftina uppá fjórðu hædd, har við gerðin fór fram. Heldur ongantíð tók hann lyftina á Hotel Tórshavn niðan á triðju hædd, har kamarið var
Gøtu loysti á vestaru bryggju í Havn tíðliga seinnapartin seinasta fríggjadag, stevndi skipið norður á Gøtuvík, har bátar tóku ímóti. Skipið vendi inni á víkini, og bilar og fólk stóðu uppi á bryggjuni og [...] í dag eru teir álitið á brúnni á flaggskipinum hjá P/F Vinnuni í Gøtu. Ein vanlukka Arni sigur, at eitt, sum hann hugsaði serliga nógv um, tá Tróndur í Gøtu fyri seinastu ferð lá á Gøtuvík seinnapartin [...] fyri at síggja ljós upp á framtíðina, og tað gera teir eisini, nú myrkari skýggj eru á luftini. - Vit hava kanska verið í so bjartskygdir onkuntíð, men uttan bjartskygni og trúgv upp á, at tað fer at bera
uppaftur góða álitið og samstarvið, sum verið hevur millum londini. Árni Dam vísir á, at tað ikki má koma upp á tal at kuppa á stokkinum við russar, tó at málið um Skálaberg er keðiligt. - Samstarvið við russar [...] við einum sektaruppskoti í gjár, men dagurin gekk, og einki sektaruppskot kom. Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum, visti í morgun at siga, at skiparin á Skálabergi stundisliga í morgun var farin í land [...] sínum at hitta russiskar myndugleikar í eini roynd at loysa málið. - Bæði JFK-Trol og vit á Faroe Agency hava heitt á russar um at koma við einum sektaruppskoti, so málið kann loysast, og skipið kann leysgevast
venjari í Føroyum hjá HB: - eg hevði avgjørt at siga fótbóltinum farvæl, nú sáttmálin hjá mær við AB gekk út á nýggjárinum, men so fekk eg fyrispurningin frá HB. Eg ivist rúma tíð, men bæði konan hjá mær og [...] hon var innandurða. Ikki fyrr enn venjingin er byrjað úti á vøllinum við øllum hópinum, ið telur tjúgu mans, vil Heine úttala seg um støðið á føroysku spælarunum. Tá vit at enda spyrja Heine, hvat málið [...] Keypmannahavn í 2001. Navnið er Heine Fernandez, og nú hann 37 ára gamal hevur valt at steðga við at spæla á toppinum í Danmark, fer Heine at royna seg sum leikandi venjara hjá føroyameistarunum úr HB. Hevði ætlað
tí ákærda. Stórur dentur varð lagdur á, at ákærdi ikki hevði biðið um loyvi at vera á sandinum. Harumframt varð víst á, at tveir ymiskir løgreglumenn tosaðu við hann á sandinum, og góvu honum boð um at flyta [...] Í staðin hugdi ákærdi í heilum niðan á sandin. Linda Hesselberg førdi fram, at á sandinum var ein myndamaður, ið tók myndir av ákærda. Hetta var stuðla av vitnum á staðnum, ið greiddu frá einum manni, [...] tað, at ákærdi gekk í svørtum Sea Shepherd klæðum, metti ákærin var ein trupulleiki, og vísti til vitnir, ið høvdu greitt frá, at fólk vóru sjónliga ørg inn á, at hann var til staðar á sandinum. Ákærin
vildi eg ikki gera. - Eg hugsaði sum so, at kundi eg ikki sleppa inn á skúlan á sama rættvísa hátt sum øll hini, so skuldi eg ikki inn á Handilsskúlan. Kortini frøir tað meg, at fólk við breki hava henda [...] við. Í einum bili úr Árnafirði var Atli við skundi koyrdur á sjúkrahúsið í Klaksvík - framvegis við hondini rimmar fastari í miksaranum. Útgerðin á sjúkrahúsinum var ikki tann sama tá sum í dag, og ta einu [...] ætlanin varð steðgað av Landsverki, tí nýggi tunnilin til Árnafjarðar, skuldi koma út á grundøkið, har byggjast skuldi á. Kósin verður síðani sett ímóti einum lítlum húsum í Klaksvík, sum áður vóru nýtt sum