nóg mikið at síggja til í framtíðini, tí úr Tinganesi eru tey boð komin, at ferðavinnan skal verða eitt av beinunum Føroyar skulu standa á, tá ið vit hava fingið fullveldi. Annika W. Joensen er 32 ára gomul [...] skuldu passa inn og hvat vit eiga at hava at bjóða teimum. Sum marknaðarleiðari sat eg hvønn dag og skuldi finna út av, hví ferðafólk skulu koma til Føroya og alt tað positiva vit eiga at bjóða fram. Og [...] privilegium at fáa tað besta fram í fólki. Eg føli, at starvsfólkini standa saman um Ferðaráðið og at vit eru ein sterk eind. - Eg eri ikki eftirlætin og geri sjáldan neyðsemjur fyri at fáa frið, og eg havi
tey kundu sleppa framat at landa. - Tá ið vit ikki megnaðu at taka ímóti, tí ov nógvur fiskur var, noyddust vit at biðja skipini fara aðrastaðni við fiskinum. Vit royndu tó at skipa so fyri, at tað ikki [...] farloyvi, eitt nú í Grønlandi, har verfaðir hansara búði, men so kom hann aftur. Vit høvdu eitt ógvuliga gott samstarv øll árini, vit arbeiddu saman. Heri gavst á Havsbrún nakað, áðrenn Jákup Oluf gavst. Altíð [...] ein kaffimunn. Jákup Oluf sigur, at hann kennir ikki øll tey ungu, sum eru á virkinum í dag, men hann ivast onga løtu í, at tað eru dugnalig fólk, sum tey tilkomnu og eldru á virkinum hava fingið aftrat
- Tað var ikki nøkur stór løn, vit fingu tá – 900 krónur um mánaðin. - Men ein visti so altíð, hvat ein fekk, sigur Eyðun, sum fór um tey 67 árini í oktober mánaði í fjør. Tá Teistin fer av Skopun kl. [...] stendur við róðrið hjá Strandferðsluni. Eftir at hava tænt hesum stovninum í samfull 40 ár, er tíðin komin til at hann leggur hetta starvið frá sær. - Nei, eg eigi ikki bát. Eg vænti at eg fari at verða nakað [...] hevur Eyðun eisini megnað til fulnar. Tað bar av ta einu ferðina, Dúgvan var farin av Leirvík og var komin nakað væl frá landi. Tá skuldi Eyðun eitt ávíst neyðugt ørindi og bað róðursmannin standa við róðurpinnin
heima á Froðbiarvegi saman við mínum nærmastu. Vit eta og drekka okkurt gott, og vit fara at skjóta fýrverk og hugna okum saman. Tey seinnu árini hava vit í Froðba havt felags nýggjárshald tíðliga um kvøldið [...] Um gongd kemur á aftur, fer tað heila nokk at laga seg. Eg havi eisini vónir um, at vit, eftir at hjólini eru komin í gongd aftur, fara at hugsa øðrvísi, kanska meira langsiktað og harvið fara at menna [...] kvøldið. Tað plagar at vera sera hugnaligt. Vit eru eisini við til felagsbálið og flotta fýrverkið, sum nýggjársnevndin á Tvøroyri skipar fyri í Trongisvági á midnátt. Síðan verður farið í Ítróttarhøllina
telefonina, kunnu vit tískil bert tosa um, hvørjar trupulleikar brúkararnir av telefonini sum heild dragast við. Og teir eru ikki so fáir. - Vit hava ein varhuga av, at tey, sum ringja, eru nokk so einsamøll [...] betri svar. - Vit ráðgeva tey, men tey mugu sjálvi fara víðari. Hinvegin eru tey komin rættiliga langt sjálvi, tá tey hava ásannað at tey hava ein trupulleika og biðja okkum um hjálp. Summi eru rættiliga [...] sum eitt stórt trýst. Tey, ið ringja inn, eru úr øllum landinum og tey flestu eru í aldrinum 11 til 20 ár. Onkur er yngri. Tveir triðingar eru gentur. - Tað eru eisini foreldur og systkin, ið ringja inn
byrjaði. Sambært Christiani Andreasen, advokati, eru hetta tey skjøl, sum eru atkomulig í dag og sum fortelja samanhangin í málinum um vørurnar hjá N. Niclasen í Sørvági, sum í áttatiárunum og fyrst í [...] arbeiddu við púra opnum kortum. Vit vistu ikki av, at tollkreditturin var uppsagdur, og tí arbeiddu vit, sum um vit høvdu ein tollkreditt. Tollvaldið visti presis, hvat gekk fyri seg, segði Jørgen Niclasen á [...] tíðindafundin, var stúgvandi fult av tíðindafólki, politikarum og øðrum, ið bara vóru komin framvið at forvitnast. - Higartil eru brot og einkultbitar komnir fram í pressuni. Eg vil fortelja samanhangin í málinum
bakarunum, og tað er ivaleyst eisini munur. Vit koyra allir tað sama í, men tað er helst eitt sindur av muni á, hvussu nógv vit koyra av hvørjum, og hvussu rávørurnar eru, sigur hann. - Tað er einki loyniligt [...] lágkøkubotnar Bakaralívið er øðrvísi enn so nógv annað, tí arbeiðstíðirnar gjarna eru, tá onnur fólk sova. - Arbeiðstíðirnar eru keðiligar, og tað er mangan ein kampur at koma á føtur, sigur Símun Akursmørk [...] aftur, hvussu týdningarmikið tað er at hava hjúnarfelagan afturat sær. Egnar uppskriftir Í løtuni eru tvey bakarí í Klaksvík, men fyri nøkrum fáum árum síðani vóru tað fýra. - Tað er passaligt við tveimum
fyrsta dystinum, og tá byrja vit at hugsa »vit eru suverenir – vit fara at hølva alt av«. Orsakað av hesum hava vit ikki stríðst nóg nógv í seinastuni, og tí taptu vit móti B71 og GÍ, sigur ein erligur Páll [...] Páll hevur ongar ætlanir um at skifta felag aftur. - Tað er serligt at spæla við HB. Vit hava eitt vinnaraeyðkenni. Vit eru kanska eitt sindur hástórir, og tað er okkara styrki og veikleiki. Eg kann siga fyri [...] góð. - Okkara innstilningur er komin okkum aftur um brekku í byrjanini av hesum kappingarárinum. Tað gekk sera væl í vinadystunum áðrenn kappingin byrjaði. Og so vunnu vit heili 5-2 móti Skála í fyrsta
haganum. - Í okkara hagum hava vit ikki havt teir stóru trupulleikarnar við tálgafiti, tí vit hava ikki flutt fremmandar brundsseyðir, sum vit ikki kendu, inn í hagan. Tí kunnu vit siga, at allur seyðurin Inni [...] aftur, fyrr enn krovini eru komin upp at hanga – ja, tá missir tú skjótt tamarhaldið á støðuni og royndini at fáa tálgafituna burtur. Tá veitst tú ikki longur, hvørjum ávísu krovini eru undan, og tí kanst tú [...] grønu stykkini, sum eru velt í Kollfjarðadali, til seyðaroyndir av ymiskum slagi. Men, sum eg havi skilt, verða hesi mest brúkt til hundavenjingar. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, um vit fáa nóg mikið av vitan
honum væl. - Hóast eg eri komin til pensjónsaldur, ætli eg mær at hanga í eina tíð enn, um heilsan loyvir tí, sigur Absalon Olsen. Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í dag, hava vit vitjað á landingarmiðstøðini [...] landing, soleiðis sum tað er her á bryggjuni viðhvørt, havi eg ein meira samskipandi leiklut. Tað eru nógv ting, sum skulu hanga saman, um alt skal ganga skjótt og væl fyri seg, og skipini skulu sleppa [...] ðstøðini hjá P/F Barðinum á Vestaru Bryggju í Havn, og í blaðnum skifta vit eisini orð við Napoleon Falkvard Joensen, stjóra.