Síðani 1993 hava børn og ung í Føroyum havt møguleikan at ringja til Barna- og ungdómstelefonina hjá Barnabata við trupulleikum og spurningum, tey hava - ella fyri bara at hava onkran vaksnan at tosa við. Tey, ið taka telefonina, hava tagnarskyldu og fara ikki á nakran hátt víðari við teimum upplýsingum, ið brúkararnir ringja inn við. Í samrøðuni við Jóhonnu Joensen, ið er ein teirra, ið tekur telefonina, kunnu vit tískil bert tosa um, hvørjar trupulleikar brúkararnir av telefonini sum heild dragast við. Og teir eru ikki so fáir.
- Vit hava ein varhuga av, at tey, sum ringja, eru nokk so einsamøll, serliga tá ið tað snýr seg um teir stóru trupulleikarnar. Tey flestu ringja inn um tað, vit vanliga rópa tannáringatrupulleikar. Tey spyrja okkum til ráðs um kynslív og kynssjúkur, hvussu tey skulu fyribyrgja seg og hvussu tey annars skulu fyrihalda seg, tá ið tað ræður um kynslívið.
- Rúsdrekka- og rúsevnismisbrúk er eisini ein vanligur trupulleiki. Kanska eru tey við í einum bólki, har slíkt verður brúkt og so vilja tey vita, hvussu vandamikið tað er. Etitrupulleikar eru eisini vanligir, nógv ringja inn um anorexia ella tað øvugta, at tey kenna seg ov tjúkk.
- Vit liva í eini tíð, har vit fáa nógvar upplýsingar, men eg haldi ikki, at børn og ung eru so væl upplýst. Kanska er tað tí, at upplýsingin er so grunn, at hon ikki kemur inn á nakað persónligt, og tá ið tey so standa við einum trupulleika vita tey ikki, hvat tey skulu gera. Eitt nú ringja gentur inn og vita ikki, hvat mánasjúkan er. Vit kunnu avgjørt siga út frá teimum trupulleikum, ið børnini ringja inn um, at tað eru nógv tabu-evni millum børn og foreldur í dag, sigur Jóhanna Joensen, sum til dagligt arbeiðir sum sjúkrasystir á deild 2 á Landssjúkrahúsinum.
Føla seg øðrvísi
Tey, ið taka telefonina, spyrja altíð tey, ið ringja, um tey hava nakran at tosa við.
- Svarið er mangan, at tey tora ikki at spyrja mammu ella pápa. Og vinfólk tora tey kanska heldur ikki at spyrja í vanda fyri, at tey fara at halda, at hann ella hon er øðrvísi ella undarligur. Onkur hevur spurt seg fyri hjá lækna, men hevur ikki fingið eitt nøktandi svar.
Ikki so sjáldan ringja børn ella ung inn, har tey siga, at tey hava ein trupulleika, tá tey í veruleikanum skava yvir tann veruliga trupulleikan, sum eitt nú kann vera kynsmisnýtsla.
- Vit hava varhugan av, at kynsmisbrúk vísir seg í einum øðrum bílæti. Tey kæra seg um aðrar trupulleikar, men tá ið vit spyrja nærri vísir tað seg at vera eitt heilt komplekst bílæt av trupulleikum, sum barnið livur í. Tá er altíð umráðandi, at vit taka trupulleikan í álvara og at tann sum ringir følir, at viðkomandi kann hava álit á okkum og greiða frá, hvar tað er sum nívur. Tað fyrsta øll, sum ringja inn spyrja um, er, um tey kunnu fortelja uttan at nakað fer víðari og tað lova vit teimum sjálvsagt. Tað er ógvuliga ringt at fara inn á trupulleikar sum kynsmisbrúk í eini telefon. Tú kanst hjálpa teimum at sleppa av við nøkur ting. Er trupulleikin so mikið stórur, at onkur annar eigur at koma inn í myndina, heita vit á tey um at venda sær til onkran. Viðhvørt kanna vit nøkur viðurskifti fyri tey, eitt nú hvussu tey skulu gera um tey skulu melda nakað. Tá fáa vit tey at ringja aftur fyri at fáa eitt betri svar. - Vit ráðgeva tey, men tey mugu sjálvi fara víðari. Hinvegin eru tey komin rættiliga langt sjálvi, tá tey hava ásannað at tey hava ein trupulleika og biðja okkum um hjálp. Summi eru rættiliga niðurundirkomin og gráta meðan tey tosa.
- Tá ið tað er sagt, eru tað eisini fleiri, ið ringja inn um eitthvørt, tey í teirri løtuni ganga og ivast í. Hetta eru sunn børn, sum hava tað gott og duga væl at taka sær av sær sjálvum, men sum líka skulu hava svar uppá ein spurning.
Ringja fyri at lætta trýstið
Happing, ótti, sálarligir trupulleikar, og tað, at børn og ung ikki trívast í skúlanum er ein vanligur trupulleiki. Eisini ringja børn inn, sum verða bukað av foreldrunum.
- Meginparturin av trupulleikunum hjá teimum, ið ringja, eru identitetstrupulleikar. Nógv kenna seg ikki sum ein part av skúlanum. Tey føla seg uttanfyri, tey hava lítið sjálvsálit og føla, at tey ikki eru vælkomin til dømis í skúlanum. Ikki so fá ringja inn bara fyri at lætta trýstið. Nøkur føla tað so strævið, tí foreldrini drekka. Tey vita ikki, hvat tey skulu gera og hvar tey skulu fara, men fremst av øllum eru tey trúgv ímóti foreldrunum. Tað kemur meiri enn so fyri, at børn ringja inn, tá ið foreldrini liggja avdottin.
- Bólkatrýst er øgiliga vanligt og tey tora ikki at bróta burtur úr og vera seg sjálvi. Fylgjast nøkur í einum bólki, har tey hava til fragd at stjala, kann tað kennast sum eitt stórt trýst.
Tey, ið ringja inn, eru úr øllum landinum og tey flestu eru í aldrinum 11 til 20 ár. Onkur er yngri. Tveir triðingar eru gentur.
- Tað eru eisini foreldur og systkin, ið ringja inn við einum trupulleika ella spurningi. Ella avvarðandi og grannar, sum hava sæð eitthvørt fara fram, sum ikki eigur at fara fram. Tey spyrja so okkum til ráðs um, hvat tey eiga at gera og hvar tey skulu venda sær.
Tænastan verður umløgd
Barna- og ungdómstelefonin verður nógv brúkt. Tað hendir seg, at eingin ringir, men vanliga ringja fleiri inn. Jóhanna Joensen heldur kortini ikki, at tað ber til at gera eina neyva mynd av, hvørjar trupulleikar føroysk børn og ung hava í dag sum heild út frá telefonviðtaluni.
- Ikki øll vita av Barna- og ungdómstelefonina. Tað er heldur ikki lætt at siga nakað sum heild um, hvaðani trupulleikarnir stava. Í førum kunnu vit siga, at teir stava úr uppvøkstrinum og av vantandi stuðlandi netverki, sigur Jóhanna Joensen.
Telefonin er opin tveir tímar um vikuna, hvønn mánadag frá 16.00 til 18.00, men av tí, at tørvur er á at hava hana opna oftari, verður tænastan umløgd í næstum. Frá hálvum komandi mánaði kunnu børn og ung ringja til telefonina mánadag, mikudag og fríggjadag.
Tey, ið taka telefonina, hava ikki eina fasta mannagongd at ganga eftir.
- Vit taka altíð trupulleikan hjá teimum, ið ringja, í álvara og tosa til kenslurnar hjá teimum. Vit hava ikki tað endaliga svarið, men senda bóltin víðari til tey og vóna so, at tey finna eitt svar inni í teimum sjálvum. Mítt prinsipp er tosa við tey, soleiðis at tey sjálvi síggja eina heild í teirra egnu tankagongd. Fáa vit eina fatan av, at tey liva undir órímiligum viðurskiftum siga vit við tey, at tey mugu siga frá og fáa onkran tey hava álit á at tosa við. Samstundis sum vit royna at fáa tey á glið at tosa um, hvat nívur, mugu vit eisini ansa eftir, at vit ikki missa tey í telefonini. Vandin er jú, at tey kunnu føla seg nógv verri, tá ið tey hava fortalt okkum, hvat nívur, sigur Jóhanna Joensen.