Enskur dómari dømir Føroyar-Slovakia (Nations League)

Í annaðkvøld spælir føroyska kvinnulandsliðið seinasta dystin í Nations League

Í annaðkvøld klokkan 18 spælir føroyska kvinnulandsliðið seinasta dystin í hesari Nations League kappingini. 

 

Vinnarin av bólki 1 í deild C, Slovakia kemur á vitjan á Tórsvølli. Føroyar hava tryggjað sær annað plássið í bólkinum, men fyri at enda millum tveir teir bestu tveyararnar, og harvið flyta upp í Nations League deild B, so mugu Føroyar vinna á Slovakia. 

 

21. februar vann Slovakia á heimavølli 3-0 (2-0) á Føroyum. 

 

Tað verður ein enskur dómari, ið kemur at døma dystin millum Føroyar og Slovakia. Talan er um Emily Heaslip, ið hevur dømt dystir í bestu ensku fótbóltsdeildini, Women´s Super League síðani 2020. Enska deildin er millum heimsins bestu fótbóltsligur. 

 

Emily Heaslip dømdi 9. apríl í fjør EM-undankappingardystin millum Montenegro og Føroyar í Podgorica. Montenegro vann dystin 5-1 (2-1).