Kári Bæk heiðraður við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs

Gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs verður latið borgara, sum í virki sínum á serligan hátt hevur slóðað fyri og verið góð fyrimynd fyri onnur

 

Ein av hesum er tónaskaldið og kórleiðarin Kári Bæk, sum í dag varð heiðraður við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs.

 

Til handanina segði Elsa Berg, borgarstjóri, millum annað:

 

“Ein ógvuliga týðandi partur av tónleikalívinum í Føroyum verður hildin uppi av kórsanginum, sum er fastur táttur til flestu føroysku hátíðir. Her eigur tú, Kári, ein ógvuliga týðandi leiklut. Sum kórleiðari hevur tú stjórnað nógvum kórum og sum formaður í bæði Kórsambandinum og Felagnum Føroysk Tónaskøld, hevur tú tikið stór tøk fram á leið. Eisini hevur tú sum tónaskald lagt týðandi varðar. Uppruna føroyskt tilfar er ómetaliga virðismikið fyri okkum sum tjóð og hevur tú laðað varðar eftir tær við mongu verkum tínum – bæði til kór og ljóðføri.”

 

Saman við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs fekk Kári Bæk eisini eitt heiðursbræv, har skrivað stendur:

 

“Kári Bæk hevur seinastu árini verið undangongumaður í føroyskum tónleiki, og sum kórleiðari, tónaskald og fyriskipari eigur hann stóran lut í menningini av kórsangi í Havn og í Føroyum sum heild.

 

Serliga er hann kendur sum tónaskald, og hevur hann skrivað mong viðurkend verk fyri kór og instrumentalan tónleik. Millum hesi kann nevnast “Askur og Embl – the First Day may be”, sum í 2012 var í uppskoti til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins.

 

Eisini hevur hann verið kórleiðari í nógv ár. Millum kórini, hann hevur stjórnað, kunnu nevnast Cantus Borealis, Tórshavnar Kamarkór og Tórshavnar Manskór. Afturat hesum hevur Kári verið dirigentur hjá GHM.

 

Hann var formaður í Kórsambandi Føroya í heili 11 ár og hevur fyriskipað og staðið á odda fyri nógvum kórstevnum og kórleiðaraskeiðum kring landið. Fleiri ferðir hevur Kári stjórnað siðbundna Ólavsøkukórinum, ið hevur verið fastur táttur av ólavsøkuni síðan 1930.

 

Fyri nærlagni sítt, ídni og slóðbrótandi íkast til tónleikalívið í Havn verður Kári Bæk heiðraður við Gullheiðurstekini Tórshavnar býráðs.”

 

Hetta skrivar torshavn.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.