flogvøllin í 1998: Frakt 385 tons ein vøkstur uppá 1,6% í mun til 1997, postur 563 tons ein vøkstur uppá 5,6% í mun til 1997, nógv tann størsti parturin av frakt og posti er úr Danmark og til Føroyar og í minni [...] Frá 1. januar til 31. desember 1998, komu og fóru 121.847 ferðafólk um flogvøllin. Sama tíðarskeið í fjør var talið 117.361. Hetta er einvøkstur uppá 4.486 ferðafólk ella ein vøkstur í mun til 1997 uppá [...] uppá 3,8%. Í tíðarskeiðnum 28. apríl til 7. mai 1998, meðan verkfall var í Danmark, var flogferðslan millum Føroyar og Danmark væl minni enn vanligt. Hetta førdi aftur við sær, at framgongdin í samlaða
koma neyvan í morgin, tá teir taka ímóti VÍF í Runavík, men móti KÍF skuldi ein møguleiki verið. Næsti dysturin millum KÍF og Tjaldur verður mikudagin 27. januar í Vestmanna. KÍF spælir eisini í morgin, móti [...] á rað í Havn, men tær fáa høvi til at rætta skútuna uppaftur í annaðkvøld, tá tær spæla í Runavík móti samansetta eysturoyarliðnum. Stjørnan hevur gott tak á Kyndli, sum tær ikki hava tapt ímóti í hesum [...] ið nógv. Stjørnan spælir aftur ímóti Kyndli í Havn sunnudagin 31. januar, og spennandi verður tá at síggja, um tað fer at ganga sum í allarfyrsta dystinum í kappingini, tá Stjørnan vann. Øll hesi trý liðini
botnliðini, sum verður avgerandi fyri, hvør endar niðast. Hesir dystirnir verða ávikavist 31. januar í Vági og 13. mars í Runavík. [...] Neistin vann stórsigur á VB í Vági sunnudagin. 30-17 varð úrslitið, og av teimum 30 málunum hjá Neistanum skeyt unga og evnaríka Katrin á Neystabø heili 12. Hjá VB bleiv Sólrun Krosslá besti málskjútti [...] málskjútti við sjey málum. Neistin setti seg á dystin longu frá byrjan, og tá fyrri hálvleikur var komin í helvt, var støðan longu 10-4 til havnarliðið. Skriftin stóð á vegginum longu tá, og eftir hálvleiksstøðuna
Í síðstu viku umrøddu vit her í blaðnum eitt uppskot, sum B68 hevur lagt fyri aðalfundin hjá FSF, sum verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 30. januar. Í stuttum snýr uppskotið seg um at hækka mest loyvda [...] loyvda talið av útlendskum spælarum á liðunum í føroysku vaksnamannadeildini. Í løtuni er ikki loyvt at nýta fleiri enn tveir útlendskar spælarar í einum dysti, men B68 skjýtir upp at tvífalda hetta talið [...] HB-formaðurin Gunnar Mohr, at tað kanska hevði verið frægari at hækka upp í tríggjar í staðin fyri fýra, men segði annars, at nevndin í HB ikki hevði tosað um hetta, og at hann tí bert kundi tosa fyri seg sjálvan
Málmaðurin Waldemar Nowicki hevur verið so leingi í Føroyum nú, at hann í fótbóltshøpi er at rokna sum føroyingur, og hann verður við aftur í ár. Í fjør hevði B71 venjara úr Bulgaria, Ivan Hristov, og [...] vit skulu standa okkum í 1. deild, verður hetta enn meira neyðugt, sigur formaðurin, sum altso roknar við, at B71 fer at taka undir við uppskotinum hjá B68 á aðalfundinum 30. januar. [...] Formaðurin í Sandoyar Ítróttarfelag roknar við, at B71 fer at taka undir við uppskotinum um at hækka mest loyvda tal av útlendingum á liðnum. ? B71 er eitt av feløgunum, sum hevur mist spælarar til tey
KT-málaráðharrar. Hetta varð avgjørt á fundi hjá norðurlendska samstarvsmálaráðnum í Keypmannahavn mikudagin 13. januar. Endamálið við nýggja KT-ráðnum er, at norðurlendsku ráðharrarnir við jøvnum millumbilum [...] kunnu skifta royndir ímillum sín og viðgera ætlanir fyri menning av kunningartøkniliga samfelagnum. Í norðurlendska KT-ráðnum sita Jan Trøjborg úr Danmark, Jouni Backman úr Finnlandi, Davíd Oddson úr Íslandi
siga, at teir eru rímiliga vissir í, at Sóley ikki er smittað, men fyri ikki at lova okkum ov nógv vilja teir bíða til í apríl. Tá ið medisinið varð tikið frá Sóley í oktober søgdu teir, at um hon var [...] Læknarnir vissaðu okkum um, at vit ikki skuldu stúra fyri nøkrum, vit livdu hóast alt í 1998 og HIV-smittað blóð var ikki í blóðbankanum, søgdu teir. Ryggurin hjá Sóley var farin út av lagi og hann trýsti inn [...] num var hon stak væl eydnað og Sóley er sum eitt nýtt fólk í dag, sigur Sigrið. Neyðarróp Tveir dagar eftir skurðviðgerðina, tann 22. januar, fingu Sigrið og Júst tey ræðulig boð frá læknunum, at tað sum
Eli Hentze Nú leygarkvøldið 23. januar kl. 20.00 verður hugnakvøld í Skálavík. Tey, ið skipa fyri eru: Dansigaman, Leikum Fagurt og Stígum Fast. Hetta er 4 árið í slag, at skipað verður fyri hesum altíð [...] skal dansast. Lagt verður fyri við føroyskum dansi. Fyrireikararnir vænta og vóna at síggja nógv fólk í Skálavík leygarkvøldið. Bussar koyra til Skálavíkar úr øllum bygdum og heimaftur ókeypis, siga tey,
at tá ið dómarar í fyrstu deild døma dystir í eitt nú aðru ella triðju deild, so fella hópin av kortum í hesum dystum. Leikararnir í hesum deildunum eru ikki so disiplineraðir sum teir í fyrstu deild, siga [...] verða dómari í 1. deild í fótbólti í Føroyum. Einki er at dylja yvir, at nógvir av áskoðarunum hava eitt sera vakið eyga við dómaranum, og ger hesin eitt mistak, so kanst tú verða vísur í, at hann fær [...] men hetta eru teir tríggir dómararnir ikki samdir í. Allir hava teir í mong ár byrjað at vant einaferð í januar mánaða, og tað er júst um sama mundið sum tey flestu fyrstudeildarfeløgini fara undir sína
og heilsumálastýrið, hevur Michael Heidenheim, serlækni í húðasjúkum, arbeitt í Føroyum í tríggjar dagar, eina ferð um mánaðin, síðani í januar 1998. Serlæknin arbeiðir annars á Bispebjerg Hospitali, sum [...] vikuna. Michael Heidenheim hevur viðtalu í Ambulatorinum á Landssjúkrahúsinum, og hann hevur eini 60 fólki í viðtalu teir tríggjar dagarnar í mánaðinum, hann er í Føroyum. Ein serliga ljóðviðgerð verður [...] Nógvir húðasjúklingar eru í Føroyum, og bíðitíðin at sleppa til húðalæknan er nú hálvt ár. Tí umhugsar Landssjúkrahúsið at víðka um arbeiðstíðina hjá serkøna húðalæknanum í Føroyum úr trimum til fimm