rin fyrr í summar hevði fólk í Føroyum, sum var til grindadráp í Klaksvík og sendi eina frágreiðing um út um drápið. - Golfo Azzurro hevur seinast mánaðin verið á loyniligari eygleiðaraferð í Føroyum, [...] skipið skal hava verið í nánd av Føroyum í fleiri vikur. Danskt sjóverjuskip fylgir í løtuni umhvørvisskipinum. Hesa vikuna hevur eitt fremmant skip siglt kring oyggjarnar, og í nøkrum førum hava fólk [...] fólk frá skipinum Golfo Azzurro verið í landi. Tollvaldið hevur verið umborð á skipinum, løgreglan hevur hildið eygað við tí, og nú er danskt sjoverjuskip í hølunum á Golfo Azzurro. Eingin hevur dugað at sagt
eina hvirlu í seglið, og báturin holvdist. Ongin av teimum 6 monnunum spurdist aftur, og eftir sótu 4 einkjur við 8 faðirleysum og ómyndugum børnum. Í 1872 doyði stór grind, 837 hval, inni í Bø. Tá doyðu [...] Klaksvík: Skúlin við Ósánna var um at vera ov trongur til ta stóru mannfjøld, sum vildi sleppa at hoyra frásøguna um bygdina Skarð, ið varð sett á skrá týskvøldið í Torravikuni. Páll Kunoy, sum hevur skrivað [...] sína, Sanna seinni Sanna av Skarði. Eitt frálíka viðkomandi og áhugavert kvøld, sum fekk nógv tos í lag í krókunum aftur við einum kaffimunni. Flestu teirra høvdu onkur ættarbond og søgur at siga frá av
Løgreglan hevur fyri løtu síðani sent út soljóðandi tíðindaskriv: Í morgun kl. 0651 varð boðað frá grind í Kallsoyarfirði. Bátar vóru hjá grindini ein góðan hálvan tíma aftaná fráboðanina. Bátarnir mistu [...] mistu grindina úr eygsjón, og kl. 0925 varð staðfest at grindin var sloppin. Í samband við raksturin er hald lagt á ein bát hjá Sea Sheperd og tvey fólk eru handtikin. Fólkini, ein maður og ein kvinna eru [...] fyri brot á grindalógina. Nærri boð kunnu væntast seinnapartin. Politiið hevur ikki aðrar viðmerkingar í løtuni.
er í Skopunarfirði. Hetta skuldi vera millum Skopun og Hestoynna, nakað sunnan fyri Hælin. - Hann helt talan vera um stóra grind. Men flokkurin sá ikki út til at fara nakran veg og liggur heldur í streyminum [...] hann. Miðlahúsið hevur eisini tosað við ymiskar grindaformenn í økinum, og meta teir út frá rákinum, at grindin antin verður hildin til í Havn ella Sandavág. Vit fylgja málinum.
Lambavík seinnapartin legði beinini í Skálafirði um hálvgumsekst tíðina í kvøld. Jacob Vestergaard segði við in.fo fyrr í dag, at teir mettu hvalirnar at vera um 50-60 í tali. Við útvarpið segði hann, at [...] verður upp í Skálafirði ella um hvalirnir verða sleipaðir út á Skála. Tað veldst um, hvussu nógvir hval eru, og um pláss verður at skera upp í Skálafirði. Hetta er fyrsta grind, sum er deyð í Skálafirði
beint nú, at tað er grind í Funningsfirði. Hvar grindin er, og hvussu nógvir hvalir talan er um, vita vit ikki í løtuni. Portalurin fer at fylgja við málinum. Nýggjasta: Andreas Hammer í Funningsfirði sigur [...] at bólkurin er blandaður við grindahvali og springarum, leggur Andreas Hammer aftrat. Um 10-tíðina í morgun fór ein bátur av Funningsfirði, og hildið verður, at tað er hesin báturin, sum hevur funnið grindina
Í myrkrinum, seint í gjárkvøldið legði ein grind beinini í Hvannasundi. Grindin varð funnin í Haraldsundi. Hon varð fyrst rikin norðurum og síðani suður ígjøgnum Hvannasund, har hon varð hildin til um [...] um einar 60 hval. Væl var mett, tí tá seðlarnir komu út kl. 7 í morgun vóru 58 hval merktir. Tá vit vitjaðu havnaøkið norðanfyri byrgingina í morgun vóru menn farnir at skera upp. Av tí at hvalirnir vóru [...] heldur smáir, roknaðu menn ikki við at tað bleiv stórvegis í part - kanska ikki meiri enn 0,3 skinn. Grindin varð býtt til økið Eystanfyri Múla og í drápspartar.
Tað var stutt eftir klokkan 08 í morgun, at boðað varð frá grind í Hestfirði. Fjørðurin rak suður, og tað tók ikki langa tíð, til grindin var á Kirkjubønesi. Nógvir bátar komu til grindina, og tað eydnaðist [...] eydnaðist at snara henni norður yvir, soleiðis at hon um middagsleitið í dag legði beinini í Sandágerði. Seinnapartin hevur verið arbeitt við at sleipa hvalirnar yvir á Vestaru Bryggju, har teir verða merktir [...] merktir og skornir upp, tá seðlarnir eru komnir út. Á løgreglustøðini í Havn í morgun varð hildið, at grindin var hampiliga stór, soleiðis sum menn greiddu frá, og sum skilst liggur hon um 200-300 hval.
við grindadrápi í Føroyum, og fólk frá felagsskapinum eru stødd í Føroyum. Tá ið grindadráp var í Hvannasundi fyri umleið 10 døgum síðani, filmaðu tey grindadrápið við einari dronu. Í løtuni stroymir Sea [...] Í løtuni verður grind hildin til í Vágum. Grindin var funnin vestan fyri Koltur og varð rikin á Sandavág. Finnbogi Midjord, sýðslumaður, metir, at grindin er umleið 100 hval til støddar. Felagsskapurin [...] Sea Shepherd frá grindadrápinum í Sandavági. Sent verður beinleiðis til fólk kring allan heimin umvegis serligan facebook bólk, ið er gjørdur til teirra átak í Føroyum.
Fyri eina løtu síðan legði grindin, ið bleiv funnin fyrr í dag í Svínoyarfirði, beinini í Hvannasundi. Heðin í Frammistovu, ið er grindaformaður í Hvannasundi, greiðir frá, at drápið gekk væl. - Tað gekk [...] n metir, at grindin var á eini 60-70 hval, sigur Heðin í Frammistovu. Tað var um hálvgum tvey tíðina, at boð bórust um, at ein grind var funnin í Svínoyarfirði, og tók tað sostatt umleið tveir tímar at