Sea Shepherd eigur umhvørvisskipið, sum hevur siglt kring oyggjarnar seinastu dagarnar. Felagsskapurin hevur sent Gulfo Azzurro til Føroya at stríðast ímóti grindadrápi, og skipið skal hava verið í nánd av Føroyum í fleiri vikur. Danskt sjóverjuskip fylgir í løtuni umhvørvisskipinum. Hesa vikuna hevur eitt fremmant skip siglt kring oyggjarnar, og í nøkrum førum hava fólk frá skipinum Golfo Azzurro verið í landi. Tollvaldið hevur verið umborð á skipinum, løgreglan hevur hildið eygað við tí, og nú er danskt sjoverjuskip í hølunum á Golfo Azzurro.
Eingin hevur dugað at sagt, hvaðani skipið er og hvør eigur tað, men umhvørvisfelagsskapurin Sea Shepher váttar nú, at tey hava sent skipið til Føroya at stríðast ímóti grindadrápi. Skipið er sent til Føroya, eftir at felagsskapurin fyrr í summar hevði fólk í Føroyum, sum var til grindadráp í Klaksvík og sendi eina frágreiðing um út um drápið.
- Golfo Azzurro hevur seinast mánaðin verið á loyniligari eygleiðaraferð í Føroyum, men nú verður skipið elt av donsku sjóverjuni, sigur Sea Shepherd.
Sea Shepherd viðurkennir, at nú eru myndugleikarnir blivnir varugir við skipið, men hóast hetta verður hildið fram við ferðini í Føroyum, her ætlanin er at stríðast ímóti grindadrápi. Felagsskapurin sigur, at teirra stríð ímóti grindadrápi heldur fram, hóast danskar kanónir nú fylgja skipinum, sum tikið verður til.
I farna mánaði segði leiðarin fyri Sea Shepherd, Paul Watson, við Sosialin, at hansara felagsskapur framhaldandi fer at stríðast ímóti grindadrápi.
- Vit hava striðst ímóti grindadrápinum í Føroyum síðani 1983, og striðið heldur fram, segði Paul Watson við Sosialin.
- Grindadrápið er barbariskt, og tit offra heilsuna hjá tykkara børnum, tá tit geva teimum grind at eta.
Kanska drepa føroyingar grindahvalir til stuttleika. Eg veit bara, at grindadrápið er fullkomiliga láturligt. Tað er nakað av tí mest barbariska og vemmiliga, sum eg nakrantíð havi upplivað, og eg dugi ikki at skilja, at tað kann halda fram, segði hann.
Paul Watson gjørdi eisini greitt, at Føroyar altíð standa á hansara lista. Sea Shepherd hevur tí sent eitt skip hendan veg, men Paul Watson sjálvur er ikki umborð á skipinum. Tá ið Sosialurin tosaði við hann í farna mánaði, var hann á veg í suðurhøv at stríðast ímóti hvalaveiði har.
Millum fólkini umborð er Lamya Essemlali, sum er forseti fyri fronsku deildina hjá Sea Shepherd.