Í løtuni verður grind hildin til í Vágum. Grindin var funnin vestan fyri Koltur og varð rikin á Sandavág. Finnbogi Midjord, sýðslumaður, metir, at grindin er umleið 100 hval til støddar.
Felagsskapurin Sea Shepherd fylgir væl við grindadrápi í Føroyum, og fólk frá felagsskapinum eru stødd í Føroyum. Tá ið grindadráp var í Hvannasundi fyri umleið 10 døgum síðani, filmaðu tey grindadrápið við einari dronu.
Í løtuni stroymir Sea Shepherd frá grindadrápinum í Sandavági. Sent verður beinleiðis til fólk kring allan heimin umvegis serligan facebook bólk, ið er gjørdur til teirra átak í Føroyum.